Vælnøgdir fiskvinnuskúlanæmingar

    

Í viku 40 (28. sept. til 5. okt.) vóru 10 næmingar á Fiskivinnuskúlanum á námsferð í Íslandi. Jákup Magnussen, sum undirvísir í smáverulívfrøði á skúlanum, var ferðaleiðari.

Fiskivinnuskúlin hevur skipað samstarv við aðrar líknandi skúlar í Norðurlondum, og Fiskivinnuskólinn á Hafnarfjørðinum er ein teirra. Gisli Erlendsson, sum er stjóri á hesum skúlanum, hevði skipað skránna fyri vitjanini. Næmingarnir vitjaðu t.d. framkomin fiskavirki, royndaralibrúk, almennar royndarstovur innan fiskaídnað, teldufyritøkur, sum gera telduforrit til fiskaídnaðin, og fyritøkur, sum gera aðra útgerð til fiskaídnaðin, sum t.d. Marel.

Næmingarnir vóru ógvuliga fegnir um ferðina, og teir halda upp á, at íslendingar í løtuni eru væl framman fyri okkum á fiskavirkingarøkinum.