Jákup hitnaði beinanvegin

Fótbóltur: Jan Dam heldur, at liðfelagin í Herfølge spældi betri enn nógvir av málverjunum hjá stóru tjóðunum nakrantíð gera

Allan Simonsen valdi enn eina ferð at geva Jákupi Mikkelsen møguleikan millum stólparnar, og harvið er tað staðfest, at Jens Martin Knudsen, nú hann tykist vera betri fyri, enn hann nakrantíð áður hevur verið, hevur mist málverjuplássið, sum hann hevur havt fyrsta rættin til í tíggju ár.

Avloysarin millum stólparnar styrkti um sína støðu leygarkvøldið. Jákup Mikkelsen gjørdi einki mistak, og hann hevði tríggjar framúr bjargingar. Ein ? tá teir fluktaðu úr stuttari fjarstøðu ? var av sovornum slagi, at tú trðrt ikki, at tað skal bera til at bjarga.

? Fyri ein málverja hevur tað stóran tðdning, at hann sleppur upp í part beinanvegin. Teir vóru nær við beinanvegin, og tað hevði við sær, at eg so at siga fekk hitan beinanvegin, segði Jákup Mikkelsen, sum - sær sjálvum líkur ? rósti liðfeløgunum fyri eitt gott avrik.

Vøllurin var vátur og hálur, og tað gjørdi ikki uppgávuna hjá máslverjanum lættari, men Jákup dugdi væl at taka bestikk av, nær hann skuldi royna at halda bóltinum, og nær hann skuldi boksa. Ta einu ferðina í 1. hálvleiki hálvbjargaði hann, og tað var um reppið, at ein av álopsmonnunum var fyrstur á returinum, men á akrobatiskan hátt var málverjin uppi aftur og slerdi út til horna.


Smæðist ikki burtur

Jan Dam plagar ikki at sita á beinkinum, men tað gjørdi hann hesa ferð, og hann rósti málverjanum:

? Spælið hjá Jákupi var heilt framúr. Í Herfølge spælir hann aftanfyri eina tað bestu verjuna í superliguni, so hann hevur ikki altíð so nógv at gera, men eg meti hann sum ein tann besta málverjan í Danmark og í hvussu so er er hann betri enn Mogens Krogh, sum vardi danska málið móti Wales leygarkvøldið. Tað eru ivaleyst fleiri við mær, sum halda, at føroysku málverjarnir standa einki aftanfyri málverjarnar hjá stóru feløgunum og landsliðunum, sum vit síggja í sjónvarpinum, staðfestir landsliðsveteranurin.