Hóast føroyingar meiri hava lyndi til at hugsa um norðurlendsku brøðratjóðirnar, tá tað verður tosað um grannar, so sigur landafrøðin okkum, at talan er um grannauppgerð, tá Skotland og Føroyar í kvøld klokkan átta spæla landsdyst í Aberdeen. Og tað sæst á býarmyndini í skotska oljuhøvuðsstaðnum, at nógvir føroyingar eru komnir á staðið. Kanska fara upp móti túsund føroyingar at hyggja at á stadion í kvøld, og tað fer heilt víst at hoyrast út á vøllin, og tey, sum síggja Sky Sport ella onkra aðra sjónvarpsrásina fara at leggja til merkis føroysku fløggini, húgvurnar og turrikløðini, og tey fara at hoyra rópini gella út yvir slætta vøllin. Hetta er eisini nakað, sum spælararnir siga seg leggja stóran týdning í.
Tað rúmast 23.000 áskoðarar á stadion, sum í kvøld fyri síðstu ferð verður karmur um altjóða landsdyst. Tað verður ikki roknað við, at tað verður fullsett, og talan verður neyvan um fleiri áskoðarar, enn tað vóru í Glasgow, tá Føroyar og Skotland spældu har 12. oktober 1994.
Royndu menninir
Tá føroyingar taptu 5-1 í Glasgow, var tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevði ábyrgdina av landsliðnum á útivølli. Byrjanin var einki serlig. Fyrst vann Grikkaland 5-1 á Svangaskarði, og so vann Skotland á heimavølli við somu tølum. Føroyskur málskjútti ta ferðina var Jan Allan Müller, sum tá umboðaði Horsens í Danmark, og skoraði tað fyrsta av teimum fýra málunum, sum hann higartil hevur gjørt á landsliðnum.
Jan Allan Muller er ikki við í Skotlandi, og hóast Allan Simonsen altíð hevur undirstrikað, at hansara mál hevur verið at samanspæla eitt lið, har spælararnir kenna hvønn annan og vita, hvussu teir skulu ar beiða saman, so er tað ein veruleiki, at bara fýra spælarar, sum vóru á liðnum fyri fýra árum síðani, verða millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Vit rokna tá við, at liðið í kvøld fer at vera tað sama, sum tað var í Litava.
Tá Føroyar spældu í Glasgow, vóru hesir á liðnum: Jens Martin Knudsen ? Henning Jarnskor, Tummas Eli Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen ? Jan Dam (Djóni N. Joensen, 54.), Kurt Mørkøre (Janus Rasmussen, 71.), Magni Jarnskor ? Jan Allan Müller, Todi Jónsson. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn sótu Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen og Jens Erik Rasmussen.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at Henning, Óli, Jens Kristian og Todi hava royndina at spæla fyri Føroyar í Skotlandi, meðan Jákup upplivdi fyrru ferðina frá beinkinum. Jens Martin og Jan vóru við ta ferfðina, men nú vera teir á beinkinum.
Skotland vann 2-0 í Føroyum 7. juni 1995, og tann sigurin var ivaleysa stórur. Føroyska liðið sá ta ferðina soleiðis út: Jens Martin Knudsen ? Henning Jarnskor, Tummas Eli Hansen, Óli Johannesen, Janus Rasmussen, Øssur Hansen ? Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, Magni Jarnskor (Allan Joensen, 65.) - Jens Erik Rasmussen (Jan Allan Muller, 74.), Todi Jónsson. Á beinkinum sótu ta ferðina alla tíðina Kaj Leo Johannesen, Harley Bertholdsen og Djóni N. Joensen.
Tað vil siga, at teir omanfyri nevndu fýra spælararnir, sum eisini fara at spæla í kvøld, hava verið við móti Skotlandi báðu ferðirnar. Jens Martin Knudsen hevur spælt tvær ferðir, og Jan Dam eina ferð. Eingin av hinum, sum eru við í Skotlandi, hava áður roynt seg móti grannunum fyri sunnan ? hvørki á heima- ella á útivølli.










