Tey trý mæla til, at løggilda, føroyska stavraðið kemur at síggja soleiðis út: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø Í brævinum til Bjørn Kalsø [...] sum vit eiga at viðurkenna. Reglur eiga at gerast fyri, nær stavirnir skulu nýtast, og nær ikki. T.d. nýta vit c í c-vitamin, c-moll, celsius, CO2 og cm. Vit nýta s fyri c í vanligum tøkuorðum sum sitrón [...] sosialur. W nýta vit í watt og x í marxisma og sex. Stavirnar ks nýta vit í taksa, maksimalur og t.d. postboks. Sama prinsipp er galdandi fyri z og q, t.e. ortografisk purisma, sum longu er framd í verki