Hann var føddur 3. januar 1916. Pápin var Tummas Alexandur Haraldsen úr Sandavági (f.1884 - d. 1928). Mamman var Anna Sofía Haraldsen úr Miðvági ( f. 1887 - d. 1918). Tey fingu 5 børn: Ludvig, Turid, Hendrik, Herborg og Theodor.
Í dag eru bert Herborg, sum fylti 92 ár beint fyri jól, og Theodor á lívi. Theodor var bara 2 ára gamal tá ið mamma hansara doyði, og 12 ára gamal tá pápin doyði.
Theodor var av raskastu sjómonnum. Hann fór til skips sum 14 ára gamal við Vestmannasluppini Neptun. Hann var við fleiri skipum, eitt nú Friman, Venus og Kúrberg. Hann sigldi mest sum lastamaður, uml. 60 ára gamal gavst hann sum sjómaður, tá var hann kokkur umborð á Kúrberg. Tá ið Thodor legðist heima, arbeiddi hann hjá Sandavágs kommunu.
Theodor giftist við Onnu Haraldsen, fødd Thomasen. Tey fluttu sum nýgift inn í nýggj hús omanfyri Lonar í 1950. Theodor hevði latið húsini bygt, har sum barnaheimið hjá honum hevði verið.
Theodor og Anna fingu fyra børn harav eitt doyði stutt eftir føðingina, hini trý eru Alis, sum býr í Havn, Tummas, sum býr í Aarhus og Nomi, sum býr í Hoyvík. Tey eiga 6 abba- og ommubørn og 5 langabba- og langommubørn.
Theodor hevur altíð dáma væl at fingist við seyð, dunnur og at vera á floti. Eisini hevur hann stóran áhuga í politikki.
Góði abbi. Vit hava nógv gott at minnast aftur á, hjá tær og ommu i Sandavági. Hvørja skúlaferiu brúktu vit hjá tykkum. Tit eru altið blíð og tíð at koma inn á gólvið hjá og varta upp við tí allar besta.
Takk fyri alt sum tit hava verið og eru fyri okkum. Vit elska tykkum.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Abbabørnini