Oddagrein·Embætismenn syndabukkar

Málið um landsantikvarin hevur nú fingið ta óhugnaligu vend, at man vil gera embætismenn til syndabukkar. Embætismenn, ið bert leggja fram síni fakligu sjónarmið, skulu nú revsast fyri mistøk og ódugnasemi hjá landsstýriskvinnuni. Sjálvandi kunnu embætismenn gera mistøk ? hvør kann ikki ta??. Men teir eru so ikki politikarar og skulu ikki lata seg trýsta av nøkrum. Gera teir tað, vita teir, at ta? er harakiri. Verður ivi sáddur í einum slíkum máli, og vit eru vitandi um, at landsstýriskvinnan í hesum føri ikki hevur virt vanligu mannagongdina men tvørturímóti hevur roynt at ?tvinga? embætismenn at ganga ímóti síni egnu fakligu og kvalitativu sannføring, tá eru vit langt úti. Øll tey, sum í greinum og brøvum royna at seta ljóskastaran á nakrar embætismenn og gera teir til syndabukk, gloyma heilt amatøraktiga leiklutin hjá teirra politiska arbeiðsgevara. Hesi fólk gera seg sek í einum møguligum justitsmorði.

Hetta málið er í veruleikanum nógv meira prinsipielt enn ávísir viðmerkjarar vilja vera við. Løgmaður umboðar landsins mest tignarliga sess, og bert hann kann steðga tí PROSESS, sum byrjaði við vrakaða føroyska umsøkjaranum og sum nú tykist halda fram millum embætismenninar í mentamálastýrinum. Heldur enn at taka í egnan barm, i? er har?liga tiltrongt í hesum máli aftan á t.d. amatørbrøv skriva?i á heimatelduni, fer landsstýriskvinnan út alment og illtonkir sínar egnu embætismenn. At hesir kunnu gera faktuell mistøk er menniskjansligt, men mistøk á tí planinum eru sjáldan nóg mikið til at sekkja embætisfólk. Tað er nú upp til løgmann at avgera lagnuna hjá føroyska umsøkjaranum og helst eisini lagnuna hjá embætisfólkum, sum lítið og einki fáa gjørt sjálvi fyri at verja seg, tí tey hava tagnarskyldu og kunnu sum so ikki so lætt fara út alment og tala at sínum egna arbeiðsgevara.

Tað má staðfestast, at Annlis Bjarkhamar, hóast hon ikki hevur gjørt nakað ólógligt við at fara inn í málið, kortini hevur forbrotið seg móti tí mest grundleggjandi prinsippinum í starvsfólkapolitikkkinum. Ætlanin við skipanini er nettupp at sleppa undan, at politikarar leggja seg út í starvssetanir. Tú skal ikki fáa eitt starv, tí tú hoyrir til ávísan flokk og tú mást heldur ikki verða útilokaður, tí ein politikari hevur horn í síðuni á tær ella tí hann hevur ókend politisk motiv og rennur ørindi fyri fólk.

Uttan mun til hvørji motiv landsstýriskvinnan hevur er tað so mikið groft og umsitingarliga óbúgvi?, at tað kann ikki góðtakast. Løgmaður eigur at steðga slíkum og presisera nógv meira gjølla, at landsstýrismenn eiga als einki at hava við starvssetanir á hesum støðinum at gera. Fara vit at góðtaka, at ein landsstýrismaður kann vraka faklig tilmæli, og at hann sjálvur púra óhoyrt fer inn í setanarsamrøður, so kemur alt á glið aftur, og so er støði totalt tikið undan tí annars sera skilagóða starvsfólkapolitikkinum hjá løgmanni.

Tann einasti, ið kann bjarga álitið á starvsfólkapolitikkin vi? at statuera eitt eksempul er løgmaður sjálvur. Vit bí?a.

Sosialurin