Stríð hevur tikið seg upp um, hvør eigur rættin at skipa fyri ólavsøkukonsertini. Í eini 25 ár hevur Futt skipað fyri, men í ár skipar Tórshavnar Kommuna fyri konsertini. Jóhannus á Rógvu Joensen úr Futt stendur sum kánus, eins og restin av nevndini í Futt. I 25 ár hevur felagið skipað fyri konsert á ólavsøku. Í ár skipar Tórshavnar Kommuna fyri konsertini.
-Hetta er bara hent. Púra uttan samskifti við okkum og hetta er sera løgin mannagongd, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen.
-Tað er ikki lætt at blíva klókur uppá, hvat gongur fyri seg her, sigur ein ikki sørt ørkymlaður Jóhannus á Rógvu Joensen, ið heldur ikki skilir tær grundgevingar, ið hann hevur fingið, m.a. at konsertin skal gerast meira fólkslig, tí m.a. vóru Frændur og Hanus G. Johansen á skránni í fjør.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur seg vita og skilja, at Futt hevur verið partur av ólavsøkukonsertini, men at alt broytist. Og tað er ikki bert viðvíkjandi Futt, men t.d. eisini Tórshavnar Ítróttarráð, ið er flutt á Skálatrø.
-Tað kemur ein tið, har ein má siga, at hetta gekk fínt, men nú er onnur tíð og aðrar ætlanir. Tað er ein avgerð, ið er tikin um, at soleiðis skal tað vera, sigur Heðin Mortensen.
-Vit kendu,at alt var steðgað upp og vildu hava annað innihald, eisini viðvíkjandi ágoðanum. Allur ágóði fer aftur til tónleikin. Vit hava eina breiða viftu av tónleikatilboðum,t.d. Tórspall og Perluna og hetta er ókeypis, og tónleikarar fáa samsýning fyri at spæla. Heta er ein heildarætlan, tí tað kostar at hava eina so breiða viftu av tilboðum. Tað sama er galdandi viðvíkjandi ítrótti, og onki av ágóðanum fer í kommunukassan. Og samskifti hevur verið leggur borgarstjórn dent á.










