Byrjanin til endan á fløguútgávuni?

11. oktobur bleiv seinasti tónleikurin hjá Radiohead útgivin á alnetinum, og hevur síðan tann hósdagin verið til at heinta niður av alnetinum – fyri einans so nógv, sum tú sjálv/ur ynskir!

Eftir ein fýra ára steðg útgav bólkurin Radiohead, í síðstu viku, tíggju nýggjar sangir.

 

Radiohead er millum heimsins kendu bólkar og eisini tann størsti bólkurin, ið hevur gingið burtur frá tí vanligu »fløguútgávuni«.

Fer tú inn á røttu heimasíðuna fær tú bílligan 80ara grafikkí ælabogalitum á skíggjan og tekstin »Radiohead - In Rainbows - Enter«. Her kan tú heinta tey tíggju løgini niður, tíggju MP3-fílur. Far inn og klikk teg fram! Burtursæð frá einum lítlum umsitingargjaldi, so er tú sjálv/ur, sum ásetur kostnaðin!

 

Hendan útgávan er serlig, kanska ikki endiliga, tá ið tað ræður um tónleikin (sí ummæli »OK download«), men ytri útgávuformurin er serligur. Hon er enn ein í røðini av tónleikaútgávum, sum fáa íleggjarar í vanligu fløguhandlum at rysta í buksunum og skelva á málinum. Tey tíggju løgini hjá heimskenda bólkinum kosta lítið og einki – tú betalir so nógv ella lítið, sum tú vil. Hetta gongur jú ímóti vanligum handilstankum. Og tað sigst, at teir smærru fløguhandlarnir eru á veg út og burtur av gøtunum, orsaka av hesi gongd. Ímeðan fara prísirnir hjá størru handilsfyritøkum, eitt nú Virgin Record, eitt vet niður soleiðis, at teir eru meiri kappingarførir.

 

EMI hevur verið bretska felagið yvir Radiohead, og er tað undir teimum, at bólkurin vaks og gjørdist til tað teir í dag eru. Bólkurin hevur frá fyrstu fløguútgávuni støðugt leita og eksperimenterað við sínum tónleiki, og síðstu árini eru teir komnir út í myrkar krókar, har tey fáu tíma at verða. Hetta er jú ironiskt, tí EMI er neyvan kent fyri tær heilt listarligu hugsjónirnar og strategiirnar. Hendan tónleikaútgávan frá 11. oktobur er tann fyrsta, síðan 2003, tá ið sáttmálin millum bólkin og risan EMI gekk út.

Triðja útgávan, »OK Computer« frá 1997, er hon, ið hevur fingið nógv ta bestu móttøkuna. Fjórða fløgan hjá Radiohead var allan vegin ígjøgnum eitt eksperiment og hevði einki sjálvsagt hitt-lag. Men útgávan fekk eitt skump uppeftir sølulistanum frá eini eitt ára gamlari skipan á alnetinum, ið kallaðist Napster.

 

Í 1999 gjørdi Napster seg kendan við skipan á alnetinum, ið gjørdi tað møguligt hjá brúkarum at deila og heinta tónleik ókeypis niður. Í 2001 taldi hendan brúkarafjøldin 26 milliónir. Feløg og tónleikabólkar, t.d. Dr. Dre, Metallica, A&M Records og risa samtakið RIAA (Recording Industry Association of America) hava kært vanligar brúkara fyri stuldur. Higartil hevur RIAA reist 20.000 ákærur. Undan »Kid A« komu nøkur av nýggju løgunum at liggja úti á Napster, og milliónavís av ókeypis niðurtøkum fóru fram. Men í staðin fyri at skaða vánirnar hjá útgávuni, verður sagt, at hetta heldur var ein stuðul í marknaðarføringini. Útgávan var tann fyrsta hjá bólkinum, sum kom so langt uppeftir sølulistunum yviri í USA. Nú, í 2007, útgeva teir tónleik eftir einum heilt óvanligum søluhátti, at kalla ókeypis. Men nú teir eru leysir av EMI, fáa teir sjálvir meiri inn. Hetta er tann fyrsta útgávan eftir EMI.

 

 

 

 

 

Í EIN KASSA:

 

Í Føroyum

Í Føroyum er Gestir tann bólkurin, ið mest týðuliga hevur trinið í fótasporunum hjá Radiohead. Gestir hevur, hóast alt, megnað sjálvir at gingið egna leið, soleiðis, at bólkurin hevur fingið eitt áhugavert listarligt úttryk, millum annað við at brúka føroyskt mál. Úti í heimi er kendu Coldplay, eitt dømi um eftirfylgjarar av sama formi, tó listarliga nógv veikari. Radiohead slóðaði fyri og legið hendan formin fram, serstakliga við teirra næstu fløgu »The Bends«.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í EIN KASSA:

 

Ummæli:

Radiohead – »In Rainbows«. Heinta hana niður av HYPERLINK "http://www.inrainbows.com" www.inrainbows.com fyri so nógv, ella lítið, sum tær lystir!

 

 

»OK download«

 

Formurin er í síni heild í ov stóran mun tann sami, sum mann hevur hoyrt fyrr frá sama bólki – tí er »In rainbows« ikki meiri enn góð. Sangurin hjá Thom Yorke dregur líka nógvar lurtarar til sín, sum hann styggir burtur. Radiohead halda fast við ta dapru og mótleysu ljóðmyndina. Hetta umfatar so sanniliga eisini tað tekstliga – hetta kann ein fáa nokk av, serlig jú oftari ein hoyrir tað, og so kanska eisini jú nærri ein sjálvur nærkast teimum 30 árunum.

Men pettir í útgávuni eru væl eydnaði og sita væl, t.d. filurnar 5., 6. og 7. Øll trý løgini hava ein syrgiligan og mótleysan dám yvir sær. T.d. teksturin í nr. 5, »All I need«: »I'm just an insect/ trying to get out of the night/ I only stick with you/ because there are no others« Serliga 7. lag, »The Reckoner« kemur væl inn. Hetta er ein dramatiskt lag, ið verður skapt av trummum og slagverk, og so sanginum hjá Yorke. Lagið minnir í stóran mun um »OK Computer«, serliga »Paranoid Android«. Her er tað, at yvirritaði kemur í iva um formurin er nóg áhugaverdur at halda, tí ov ofta ljóðar tað sum endurtøkur av onkrum øðrum áður so kendum. Kanska tekstirnir, sum eg ikki havi hugt so nær eftir, bjargar tí heila – um ikki, ja so er vandi fyri, at hon gerst til enn eina útvarping av eymkan og grenji, men hóast alt í einum OK formi.

Yvirhøvur hava løgini ein meiri ítøkiligan form enn t.d. á »Hail to the Thief« frá 2003. Her eru fleiri beinar linjur og meiri vanligt. Útsetingarnar eru vakrar og settar stórt upp í støðum. Ljóðmyndirnar peika ofta aftur á »OK Computer«, t.d. MP3 fíla nr. 7, nr. 9 og lutvíst nr. 4.

Fíla nr. 6, lagið »Faust ARP«, er í grundini næstan líka akkustisk sum »Here comes the Sun« hjá George Harrison sála ella »Blackbird« hjá Lennon/McCartney, við obligatoriskum strúkarum – avgjørt eitt vakurt lag. Sungið verður eisini um »Blackbird pie«, sum sangarin hevur fingið nokk av. Møguliga er tað tónleikaídnaðurin, sum Thom Yorke her sipar til, tí hann hevur nevniliga fingið meiri ella minni nokk av honum. Hetta hevur ofta verið ført fram í miðlunm og sást eisini meiri enn einaferð í konsertfilminum »Meeting people is easy«. Samanumtikið manglar okkurt í løgunum. Og so kann tað sigast, at Radiohead aftur eru komnir nærri miðstimanum av rock/popp, og fleiri lurtarar hava bíðað eftir teimum.