síðuna av og harvið fáa eyka inntøku. Í nógvum førum brúka tey sín serliga kunnleika og royndir til frama fyri eitthvørt privat virksemi. Og sjálvandi er tað í lagi at hava fastar mannagongdir og fyriskipanir [...] eg havi haft atgongd til, og tað hevur ikki verið serliga nógv, hevur í hvussu er eisini verið tøkt hjá einum og hvørjum øðrum. Hinvegin havi eg savnað nógv tilfar sjálvur og eisini latið tilfar til starvsfólk [...] á summarið 1997 hevði eg fund við fiskasølustjóran og segði hann tá, at teir komu ikki at gera meira við tunfisk fyribils. Við mikið strev og stríð, og eftir at hava lagt sakina fyri fleiri fólk, har ímillum
Hans Andrias Sølvará: Tey fyrstu jólini Bókina havi eg lisið á tamb, og aftur og fram, strikað undir og samanborið. Samstundis hevur Nýggja Testamenti ligið undir koddanum, so eg kundi kontrollera, um [...] frásøgnunum um føðing Jesu. Hvat siga evangelistarnir Lukas og Matteus um hesa hending? Markus og Johannes tiga. Hvat siga aðrar søguligar keldur, og hvat vita vit annars um hasa tíðina? Kanska skuldi tað verið [...] samandrátt av Matteus og Johannes. Summi siga, at Bíblian er inspirerað av sjálvum Várharra, tí mátti hon vera eftirfarandi. Men verður lisið kritiskt og samanborið, so hópa andsagnir og problemir seg upp
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen og leggur afturat. - Eg hevði tað gott. Eg var 35 ára gomul, hevði ferðast, hevði eina útbúgving, hevði búð uttanlands og hevði fingið mann og trý børn. Eg fór kanska at doyggja [...] fekk at vita, at hetta var tann einasti møguleikin, og at fleiri læknar høgdu hugd eftir hennara støðu og vóru samdir. Hon slapp tó at fara heim og hugsa um støðuna. - Eg kom til ta niðurstøðu, at beinið [...] at vinna á sjúkuni og koma so væl fyri seg aftur. - Drívmegin var fyrst og fremst, at eg vildi sleppa at vera mamma longri enn eg hevði verið. Eg vildi ikki fara frá mínum synum og teimum, ið eru rundanum
fór, og tað var tað eisini. Pabba hevði verið á útróðri dagin fyri, sum eg fór fyrstu ferð. Teir vóru fimm menn, og teir fingu 36 sentnarar, 3.600 pund, av stórum toski. Nú var eg sætti maður, og fongurin [...] dagin. Vit royndu við snøri og agnið var kúðingur. Vanliga vóru tveir á hvørja ferð, og hetta vóru rættiligir toskar, so tað rúgvaði skjótt upp. Toskarnir vigaðu ikki minni enn 10-15 pund hvør. Pápabeiggi [...] øll bygdin syrgdi og øll oyggin luttók í sorgini. Hóast tað var langur vegur millum Sumba og Porkeri tá í tíðini, so vóru fólk í stórum tali komin haðani til Porkeris henda dagin, eins og fólk úr øðrum bygdum
vinkonurnar valdu júst meg, er nokk, at eg tori rættiliga væl og mær dámar væl avbjóðingar. Tær tosaðu so aftur og fram, hvat sending, tað skuldi vera, og blivu tær við at koyra upp á Paradise Hotel. Men tað segði [...] yvirhøvur ikki vera nervøsa, og hevði eg fyrireikað nógvar spurningar áðrenn. Men so skjótt sum eg trein inn um dyrnar, og tey byrjaðu at spyrja meg ymiskt, fór eg fulkomiliga í baklás og fekk næstan ikki sagt [...] sagt eitt orð. Útafturkomin var eg ørg og skuffað av mær sjálvari. Men aftaná royndina tosaðu vit víðari, og tá var eg sum hamskift, og var eg næstan ikki til at steðga aftur. Eg trúgvi, at tað var hetta
daráðnum fór eg frá, og nú varð settur ein stýrisbólkur við Jan Stjernstedt sum formanni. Hesi dámligi og vitandi svenskarin var framúr dugnaligur og ágrýtin sum formaður, og hann skal hava tøkk fyri [...] at syngja, altíð var hann glaður og fróður og beit ongan frá sær. Hann elskaði sína fiól, leikaði í »gomlum døgum« ofta saman við Bakar Hansen, Long og Poul Restorff og var tað eisini hugnaligt at hoyra [...] fyrr millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. »Tá kemur Hákun Djurhuus til mín og sigur, at so lætt sleppur tú ikki. Eg skuldi fara í landsstýrið og umsita fíggjarmál«, greiðir Demmus frá
Lastautomobil kørte de baade Tørv fra Heden og Varer m.m. inde i Byen, og tillige havde de den Søndage og Sommeraftener til Lystfart med Byens Folk udad Sanatorie- og Sundsvejen. Senere fik de en mindre Personbil [...] til jarðarbrúk og seyðahald. Tað komst av, at hann hevði sera góðan hug at fáast við jørð og legði alla sína orku í hetta arbeiði. Hospitalið varð bygt at hýsa 52 sjúklingum, og starvsfólkatalið [...] undir Kletti og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin, sum var ein Ford TT lastvognur, árgang 1922. Hann hevði pláss til tvey fólk í húsinum, og lastin var til eitt tons. Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen
veruligt og hvat er íspunnið, og hvussu teirra líðing skal skiljast, greinast og tulkast. Tað er djúp meining fjald í ørskapinum, og tá vit skilja meiningina, so er ørskapurin ikki so óhugnaligur og lemjandi [...] ig og óneyðug. Hon hevur verið innløgd fyri psykosueyðkenni bæði í Føroyum og í Danmark, og hennara minnir frá seingjardeildunum her eru alt annað enn góð. - Har vóru eingi mørk. Mann kemur inn, og so [...] so hvørva tankarnir. - Eg og politiið eru í roynd og veru blivin rættiliga góðir vinir, og eg eri so takksom, hvørja ferð teir koma til mín. Teir siga, at eg skal ansa mær og siga frá, tá okkurt fer yvir
eins og hjá øðrum barnafamiljum, men okkara avbjóðingar eru ofta nakrar aðrar, siga Laila og Óla Jákup, sum eru foreldur at 7 ára gomlu Theresu Fei Rólantsson. Máttu taka skjóta avgerð Tá Laila og Óla Jákup [...] pleygu hjá eini familju, og ikki bert hevði búð á barnaheiminum. - Tá dugdi eg betri at skilja, hví hetta neyðars barnið græt og hevði tað so ringt, minnist Laila. Seinni hava Laila og Óla Jákup fingið at vitað [...] um pleygufamiljuna hjá Theresu til Lailu og Óla Jákup, men onkursvegna komu tey boðini ongantíð fram. Sjálv veit Theresa, at hon er fødd í Kina, og at Laila og Óla Jákup ikki eru hennara biologisku foreldur
Hulen forfandtes Kabys, Kedler og Brænde – og hvad der var det bedste af alt – en halv æske Tændstikker, og en Flaske halvfyldt med Tran. Dette var en glædelig Overraskelse og nu syntes vi, det gik helt godt [...] efterhaanden meget svag Vind og temmelig diset Luft. Den 2. November tidlig om Morgenen begyndte det at blæse op, og det blev et frygteligt Vejr. Vi førte de mindst mulige Sejl og holdt det gaaende saa godt [...] Bougsprydet og styrtede sig ud i Brændingen, efter at have afført sig sine Overklæder og Støvler samt taget et Redningsbælte paa. Det lykkedes ham efter megen Anstrengelse at svømme i Land og faa Fodfæste