verða sera herviligar til løgtingsvalið, sum nú stendur fyri framman. Eiga vit ikki at sláa kalt vatn í blóðið, og síggja nakrar veruleikar í eyguni, áðrenn vit fara at tosa um risastórar almennar íløgur [...] so skjótt sum gjørligt. Umframt hetta hava vit allar tær vanligu almennu íløgurnar t.d. á almannaøkinum, heiluøkinum, skúlaøkinum o.s.fr. Við hetta lag koma vit lættliga uppá ein 1 milliard í almennum íløgum [...] verða goldin við skattakrónum, meirvirðisgjaldskrónum, bummpengum ella øðrum nýtslugjaldi. Tað eru tey somu, ið eru garantar, og sum skulu gjalda tá á stendur. Millum øll hesi mongu »góðu« tilboðini til veljaran
formaðurin segði, at sáttmálin ongantíð rættiliga er komin upp á tað støði, sum hann var á undan stóru kreppuni fyrst í 90-árunum. Nakrir snøklar eru eftir enn, og tað ligur ógvuliga frammarliga hjá Jan [...] sum ikki verða goldnar til tíðina. - Vit hava í sáttmálanum møguleikan at leggja rentur á hýru, sum ikki verður goldin til tíðina, og hendan møguleikan fara vit at hyggja nærri uppá, sigur Jan Højgaard [...] annað mál, sum sambært Jan Højgaard sjálvum stendur honum nær. - Eg fari at arbeiða fram í móti, at vit fáa skift verandi eftirlønarskipan við krónutali pr. dag út við ávíst prosenttal av inntøkuni, segði
stórbært og ørandi øðuligt at koyra ígjøgnum. Vit koyra eftir eini brúgv høgt uppi, rundan um okkum er berg við einum reiki av grannskógi ovast, longur niðri eru grasvaksnar brekkur, so er aftur berg, undir [...] sundur í aðrar, smalari vegir, og ymsastaðni ganga trongir stíggjar niðan ella inn í skógardýpið. Ofta eru við vegamótini gjørdar lækjur, har ferðamaðurin kann leska seg. Martin Heidegger Tað er merkiligt og [...] bløðum, upp eftir arrutum risabulum. Einastaðni prangar ein blóðbók, sum ein veldugur tarakrúllur komin beint av havsins botni. Tú steðgar við eina lækju, fær tær vatn upp í lógvan, og meðan tú drekkur
okkum onnur, ið høvdu mist, hóast hon sjálvt hevði mist líka nógv sum vit. Tí følist tað eisini so serliga tungt nú at hava mist ommu. Nú havi eg ikki hana longur at lena meg afturat, tá lívið er tungt og [...] Men at eg skuldi missa hana nú, kom heilt óvart á meg. Seinast eg sá ommu var nýggjársmorgun, áðrenn eg fór við flúgvaranum aftur til Danmarkar eftir jólafrítíðina, og hóast vit fáar dagar frammanundan høvdu [...] ryggin. Alt hettar er sjálvandi ein farin tíð, og eg eri blivin vaksin nú, men minnini vil eg altíð hava við mær, og tey hava verið og eru ein góð barlast at hava við á víðari ferð í lívinum. Og eitt er so
nema nýtt land. Og nýggju bøkurnar, sum nú koma út um hesar ferðir eru munandi meira áhugaverdar enn tær fyrstu, sum mangan var hetjuskriving úr einum enda í annan. Nú fær tú eina kristiska søguliga lýsing [...] heili 16 ár áðrenn hann stóð á sjálvum Suðurpólinum, og hesa fyrstu ferðina fara vit at greiða eitt sindur nærri frá. Vit eru stødd í árinum 1897 umborð á belgiska skipinum Belgica. Annar stýrimaðurin er [...] avgerðina hjá Gerlache. Hann skrivar í dag-bókini: ?Vísundamenninir eru óttafullir. Teir vilja helst ikki longur suður. Men hví eru vit komnir her. Er tað ikki júst fyri at kanna ókendar leiðir. Tað letir
- Vit hildu, at tað manglaði ein veruligur fløguhandil í Klaksvík, men tað endaði við, at handilin eisini kom at umfata bøkur, handverk og list, sigur Bjarni. - Størsta sølan er í fløgum, men vit selja [...] eitt spæl millum eina farna tíð, við einahandli og avmarkaðum vøruútboð, og eina tíð, tá hillirnar eru á tremur við modernaðum popptónleiki og ein telda hevur funnið sítt pláss úti við vindeygað. Inn at [...] innbúgv - gamalt og slitið. Men tað er samstundis tað, sum ger handilin til nakað heilt serligt. - Tað eru ofta fólk koma inn og siga, at tey bara ætla at hyggja eitt sindur, tí tey halda at handilin er so
vetrartíð, mugu vit velja, um vit skulu aftur til vanliga tíð, sum er vetrartíð, ella um vit skulu gera summartíð alt árið. – Eg skjóti upp, at vit fáa summartíð alt árið, sigur løgmaður. Tá ið vit skifta frá [...] summartíð, sigur hann. Gera vit tað, sleppa vit undan at skifta tíðina tvær ferðir um árið, men so fáa vit fáa ein tíma av dagsljósi afturat seinnapartar um veturin, og vit fáa somu klokkutíð sum alt Evropa [...] tími lagdur afturat, har vit kundu hava telefonsamband við útheimin. Men í dag er samskiftið nógv broytt og tí eiga vit at spyrja, um vit ikki skulu avtaka skipanina. Skulu vit gevast við at skifta millum
Við ynski um at vit við støði í hesum minni varða av okkara dýrabara náttúrutilfeingi, at vit menna okkara útbúgving, at vit víðka okkara verðsliga banka við nýggjum hugskotsfæi, og at vit í framhaldandi [...] Føroya søgu. Brúka vit nútíðar málburð, kunnu vit siga, at Tróndur er okkara fyrsti mentamálaráðharri. Hvørjir søguligir persónar krógva seg aftan fyri hugmyndirnar í Føroyingasøgu, vita vit í dag lítið ella [...] aftan á 1989, tá ið Múrurin fall, eru okkara objektivu kringumstøður kanska vorðnar uppaftur ótryggari og torførari at kenna seg aftur í og lofta sær í. Eyðkendar, sum tær eru av bardøgum burturi í heimi,
Tað eru mong skip, sum hava skift eigara hesi árini, og eg fylgi kanska ikki so væl við, sum eg havi gjørt, men tað gongur upp hjá mær at vita, hvussu skipini nú eita, og hvør eigur tey, so tað eru nøkur [...] vilja leggja ein annan týdning í tað, er so nakað annað. Eg síggi ikki, at loyvini eru givin í allar ævir, og at tey eru givin til ávísar persónar, alt eftir hvørjar politikkarar, teir kenna, er heldur ikki [...] mundu søkja aftur. Onkrir vóru deyðir, sum høvdu søkt. Nú verður alivinnan aftur roknað sum eitt gullnám, og so er spurningurin, hvussu mangir nú vilja sleppa aftur at nýta teir føroysku firðirnar, sum
stavandi frá framtíðar eftirskatti av pensiónsútgjøldum – nú vórðu “offrað” til frama fyri “her-og-nú-nýtslu” av skattainntøkunum frá forskattingini. Vit kunnu siga at givið skattalættan til hægru inntøkubólkarnar [...] hevur forskattingin av pensjónum givið landskassanum 3,8 milliardir krónum í inntøkum. Hetta eru pengur, sum eru tiknir úr framtíðar haldførinum hjá landskassanum, tí at pengarnir annars vórðu rindaðir l [...] Samljóðandi empiriskir búskaparlitteraturar um “niðurseyringsástøðið” eru ringir at finna.” Inntøkurnar av at forskatta pensjónir síðstu árini eru vístar í talvuni niðanfyri í mió. kr.: ##med3## Fíggingarmyndilin