Løkirnir
Tíðin, sum er ein strangur harri, tykist í tí týska býnum Freiburg at fáa eitt dyggari mótspæl enn manga aðra staðni í Europa. Hóast tey, sum ætla sær ørindir ella út at ferðast, altíð kunnu fara við bili, tykist súkklan vera eitt líka so væl dámt flutningsfar her. Harumframt er býurin vælsignaður við einum óvanliga væl útbygdum neti av sporvognum.
Tann, sum búði í Keypmannahavn fyri einum mansaldri síðani, nikkar, tá hann fer inn í sporvognin, sum heilsar hann upp á ein gamlan vinmann. Lunnavognurin virðir ikki tann stranga tíðarhúsbóndan, koyrir seint, pjakar sær, steðgar í heilum. Her kanst tú so sita og eygleiða heimin ella lesa ella dvølja uppi yvir tínum egnu tonkum. Onkursvegna hevur tú her eina kenslu av at vera stigin út úr tíðini.
Men tímin fær í Freiburg eisini mótspæl frá einum øðrum fyribrigdi, sum eg ikki havi sæð í nøkrum býi í Norðurlondum. Tí gjøgnum býarins gøtur streymar reint vatn, gjøgnum veitir við botni av ymisktlittum tigulgróti, eina alin til breiddar og hálvaaðru sponn djúpar. Hvar tú gongur, sært tú hesar streymandi løkirnar, sum rína sissandi og lekjandi við sinnið. Hundar svala sær á í teimum, og børn lata seg skóleys og vassa, meðan mammurnar sita á vegnum og rinda møðina. Hesir løkir hava altíð verið og rópast die Bächle.
Silva nigra
Áðrenn Freiburg og Colmar og aðrir býir í hesum umráði vórðu bygdir, var øll tann stóra víddin her suðuri takt av tí frumskógi, sum rómverjar róptu silva nigra, og sum týskarar rópa Schwarzwald. Seinni settu fólk búgv inni í skóginum, bygdu gøtur og vegir og ruddaðu trø burtur, so tey eisini fingu bygt býir.
Men skógurin, sum – eins og teir svalu løkirnir og tey meditativt seinføru flutningsførini – roynir at fáa fólk at steðga á og vera, er ikki burtur fyri tað. Eg búgvi í tí lítlu, vøkru bygdini Günterstal beint sunnan fyri Freiburg. Tá eg um fyrrapartin fari mín fasta renningartúr, tekur tað mær kanska fimm minuttir at koma inn í skógin. Tað er sum at koma inn í eitt risastórt tempul, har tú gongur millum eina ørgrynni av høgum, steyrrøttum og ofta mjávaksnum grønum súlum, sum bera veldug, kúput leyvtjøld. Her vaksa bók, lind, eik, ahorn, rossakastanja og alskyns sløg av grann og furu.
Skógarvegurin er breiður sum ein koyrivegur, men her er sum heild bara loyvt at ganga ella súkkla. Vegurin greinar seg seinni sundur í aðrar, smalari vegir, og ymsastaðni ganga trongir stíggjar niðan ella inn í skógardýpið. Ofta eru við vegamótini gjørdar lækjur, har ferðamaðurin kann leska seg.
Martin Heidegger
Tað er merkiligt og hugtakandi at hvørva úr býnum inn í hetta velduga, grøna ríkið. Sólin stavar inn ímillum greinaverkið og spælir sær við tey grønu litbrigdini. Viðbendil klintrar, við klóføstum leggjum og kynstruga æðraðum bløðum, upp eftir arrutum risabulum. Einastaðni prangar ein blóðbók, sum ein veldugur tarakrúllur komin beint av havsins botni. Tú steðgar við eina lækju, fær tær vatn upp í lógvan, og meðan tú drekkur, er tað sum tøgnin talar. Hvør ert tú? Hvaðani kemur tú? Hvar fert tú?
Líkasum havið norðuri hjá okkum, tykist her suðuri skógurin at hava loyst list og skapan úr lagdi. Og einaferð fekk døkkskógurin eitt so talandi mál, at fruktin var ein av heimsins gitnastu heimspekingum. Eg hugsi um tann týska filosoffin Martin Heidegger. Nakað sunnan fyri, har eg eri staddur, slakan hálvan tíma at koyra, er tann lítla bygdin Todtnau. Stutt haðani, við bygdina Todtnauberg, stendur tann gitna smáttan, har Heidegger skrivaði nøkur av sínum kendastu verkum.
Martin Heidegger var føddur í 1889 í bygdini Messkirch, har pápi hansara var bøkjari og virkaði sum deknur. Heidegger vaks upp í einum trúgvandi katólskum heimi, gekk á studentaskúla fyrst í Konstanz og seinni í Freiburg, har hann eisini las gudfrøði. Men drongurin fekk tíðliga ein altslúkandi áhuga fyri grikskari heimspeki, og ein tvídráttur tykist hava gjørt vart við seg, millum øðrumegin rótfesta katólska trúgv og djúpt, modernitetsvont afturhald og hinumegin tann frælsa tankan. Heidegger valdi tann seinna vegin og gjørdist heimspekingur.
At vera sær
Tvey høvuðshugtøk í heimspekini hjá Heidegger hava, beinleiðis ella óbeinleiðis, samband við skógin. Um tað fyrra brúkar heimspekingurin tað vakra týska orðið Lichtung, sum vit á føroyskum kunnu rópa “beri” ella “skóggrøni”. Hann hugsar her um hesi víðilsini, tú kanst ganga teg fram á í einum skógi, har jørðin er vallað, við kanska einari tjørn, har tú brádliga sær ljós. Hetta er eitt bílæti av tí kenslu av opinbering, eitt mennniskja fær, tá ið tað sær ella tekkir, hvat tað er at vera – tað, sum Heidegger rópar Sein t.e. Veran.
Um hitt hugtakið brúkar meistarin tað týska orðið Eigentlichkeit. Ein kemur í hesum sambandi at hugsa um søguna “Einsamallur á Lítlu Dímun” eftir Heðin Brú, har Vørðumaðurin, nú hann er í einingi, lærir at “vera sær”. At vera “eigentlich” er at vera sannur ella ektaður, vera tað heila og tilveruríka menniskjað, ein av røttum átti at verið. Tað stendur sum mótsetningur til tað at vera sum hini, sum fjøldin, tí tá er ein, sambært Heidegger, í roynd og veru Niemand, t.e. eingin.
Afrodite
Í bókhandlinum Zum Wetzstein í Salzstrasse 31 í Freiburg er tað, sum ein kemur hesum merkiliga skógbúgva og hansara hugsan nærri. Bókhandilin er ikki stórur, men hevur eitt persónligt og úrlíka fínt úrval av bókmentum, ið fata um skaldskap, heimspeki og gudfrøði.
Handilsins miðdepil er Martin Heidegger, hvørs ritverk eigur heiðursplássið inni. Uttanum síggjast, kagandi fram, verk eftir m.a. Paul Celan, Friedrich Nietzsche, Robert Musil, Hannu Arendt, Edgar Allan Poe, Robert Bultmann, Karl Jaspers og Edmund Husserl, sum var undanmaður og lærumeistari hjá Heidegger. Inni í handlinum hoyrist alla tíðina undurvakur klassiskur tónleikur, og sum ein hyggur varliga at úrvalinum, kemur yvir ein eitt huglag av andakt.
Heystið hevur ikki enn sagt farvæl her suðuri og mitt um dagin er enn lýtt. Genturnar í Freiburg ganga berar, og slíkt samljóð og yndi er yvir teirra dimensjónum og formum, at tað kenst sum at ganga inni í eini høll, sum er halgað Afrodite. Men um ein nú kveitir at hinum kyninum, teimum monnum, sum fyrr ella seinni gerast sambúgvar ella menn hjá hesum lýsandi, mjáu ungmoyggjum, kann ein fyllast við sorgblídni. Hóast støðan ikki enn er sum vesturi í USA, so sær ein týðiliga tíðarinnar tekin – ta grefligu ovurfitina – gera vart við seg.
Ein fær hug at geva gamla Karli Marx rætt, kapitalurin fer avstað við øllum, eisini menniskjans heilsu og vakurleika. Ráðini burtur úr hesum óskili eru at ganga sína egnu leið, at vera sær ella velja die Eigentlichkeit. Hvussu mong okkara megna tað?
Konstanz
Martin Heidegger royndi, sum teinkjari og menniskja, at stíga úr tíðini og inn í ævinleikan. So langt vági eg mær ikki, men miðøldin kann eisini brúkast. So ein dagin koyra vit suðureftir til ein bý, sum í dag er ókendur at kalla, men hvørs navn einaferð var á øllum kvøldlandsins varrum. Býurin eitur Konstanz og liggur við Bodenvatnið. At koyra úr Freiburg til Konstanz tekur hálvanannan tíma.
Okkurt merkiliga dragandi er við stórum innlandsvøtnum. So framkomin til henda lítla býin, hvørs lærdi háskúli er javngamal við okkara, spákar ein sær beinan vegin oman til Bodenvatnið. Sjógvurin er grønur, og hiðani sigla bátar í fastari rutu til m.a Friedrichshafen, Lindau og oynna Reichenau. Ikki langt frá havnini er tann áhugaverdi bókhandilin Osiander, innast í handlinum er ein lítil kaffistova, og haðani kann eina spáka sær út í ein lítlan urtagarð og sita har í sólini og lesa. Hvat um okkara Gamli Bókhandil, sum ræður yvir einum urtagarði, tók hetta hugskot upp?
Konstanz er søguliga áhugaverdur av tveimum grundum. Tann sonevnda bábyloniska útlegdin, tá ið pávin hevði sítt setur í franska býnum Avignon, vardi sum kunnugt frá 1305 til 1378. Eftir hana kom eitt tíðarskeið við klandri og ruðuleika, og eina tíð vóru í teirri katólsku kirkjuni tríggir pávar í senn.
Jan Hus
Fyri at koma hesum óskili, sum var út um alt mark mannminkandi fyri kirkjuna, til lívs, varð kallað saman til ein kirkjufund í Konstanz, sum varð hildin frá á heysti 1414 til apríl 1418. Tá búðu 6000 fólk í Konstanz, men sendimenninir á fundinum vóru 50.000. Teir valdu Martin Fimta til páva, og hann tók so við eftir tríggjar mótpávar.
Um hetta mundið fóru eisini aðrar rembingar gjøgnum tað kristna Europa. Tann kekkiski presturin Jan Hus, føddur í 1371, sum eisini virkaði á tí lærda háskúlanum í Prag, fanst at kirkjuni og førdi m.a. fram, at kirkjuligur myndugleiki bara var lýdni verdur, um kirkjunnar menn livdu eitt lív í rættlæti, og at frelsa ikki var nakað, ein kundi keypa.
Hus varð lýstur í bann av kirkjuni. Frá Sigismundi keisara hevði hann fingið loyvi til frítt at fara, og hann fór í treysti til hetta lyfti á kirkjufundin í Konstanz at verja sína trúgv. Hann varð handtikin, dømdur sum falslærari og biðin um at taka sína læru aftur. Hann sýtti fyri hesum og bleiv tann 6. juli 1415 brendur á báli á einum stað vestarlaga í býnum. Í Konstanz eru varðveitt bæði tað húsið, har Jan Hus búði ta tíðina, hann dvaldi í býnum, og, beint við bryggjuna, tey stóru keypmanshúsini, har kirkjufundurin varð hildin.
Hóast kirkjumenninir helst høvdu ta veruligu ábyrgdina av hesum sviki, skal Sigismundi ikki hava dámt at verður mintur á tað. Ógloymandi eru orðini hjá Karli Fimta keisara, tá ráðgevarar vildu hava hann at geva Luther, á fundinum í Worms í 1521, somu viðferð, sum Jan Hus fekk:
- Eg vil ikki rodna sum Sigismund!
Inn aftur í tíðina
Jan Hus var ikki bara prestur og gudfrøðingur, hann var eisini rektari á lærda háskúlanum í Prag, var við til at skapa tað kekkiska skriftmálið og læt eftir seg verk á kekkiskum máli. Hann er tí í dag tann kekkiska tjóðarhetjan.
Á heimvegnum skipar okkara lítli GPS-stýrimaður soleiðis fyri, at vit koyra eftir hálvoynni norðan úr Konstanz og víðari gjøgnum býirnar Geisingen, Neustadt og Titisee móti Freiburg.
Og her, á tí seinasta strekkinum er Ravennagjógvin, eitt umráði við dølum, kluftum og gjáum, undurvakurt, stórbært og ørandi øðuligt at koyra ígjøgnum. Vit koyra eftir eini brúgv høgt uppi, rundan um okkum er berg við einum reiki av grannskógi ovast, longur niðri eru grasvaksnar brekkur, so er aftur berg, undir okkum koyra tok eftir smølum fjallavegnum, og niðri á botni streymar áin. Eitt panorama sum hetta tykist koma beint úr Ringanna Harra ella úr søguni “The Final Problem”, har greitt verður frá, tá ið Sherlock Holmes og professarin Moriarty detta oman við fossin Reichenbach.
Men her, sum ein situr og droymir seg aftur til Gandálv, álvar og hobbar, kemur nútíðin og tekur í herðatoppin á einum. Á skeltum, sum eru fest í trø ella pelar, hyggja tíðarinnar hetjur móti einum, Angela Merkel, Frank-Walter Steinmeier, Westerwelle umframt eina ørgrynni av smærri og meira staðbundnum andum. Týskland ger seg til at fara á val. Kanska verður høvi til seinni at siga eitt sindur um tað.










