Kamphanar í linligari orrustu

Sjálvt um Portalurin hevði lagt upp til ta heilt stóru orrustuna í kantinuni á Vinnháskúlanum seinnapartin í gjár, so var har lítið, ið kundi fáa sinnini í kók. Einasta, ið minti um eitt lívligt orðaskifti, var kjakið millum valevnini um manningina á Arctic Viking

Tað var lagt upp til tað heilt stóra brakið, tá bæði valevnini til formanspostin í Fiskimannafelagnum brustu saman í verbalari orrustu á kantinuni á Vinnuháskúlanum í Hornabø.
Tað skortaði heldur ikki við áhoyrarum til hendan fundin, ið vardi meiri enn hálvan tíma út yvir tann avsetta hálvan annan tíman. Men at fundurin gjørdist drúgvur er ikki einstýðandi við, at hann var serstakliga spennandi ella fyri tann skuld áhugaverdur.
Tað vísti seg nevniliga, at báðir kombattørarnir í tí stóra og heila vóru samdir um tað mesta.
Báðir tosaðu passionerað um betringar í pensjónunum, og báðir gingu við lív og sál inn fyri, at sjómenn fáa løn fast einaferð um mánaðin. Báðir løgdu tó dent á, at talan ikki er um fastløn í vanligari merking.
Sitandi formaður legði fyri og greiddi eitt sindur frá tí, sum hann ætlar sær at arbeiða við í einum komandi tríára skeiði. Ovarliga er raðfest ein nútímansgerð av lógunum hjá felagnum, sum Jan Højgaard heldur vera ótíðarhóskandi og stívar at umsita.
Pensjónin er eitt annað mál, sum sambært Jan Højgaard sjálvum stendur honum nær.
- Eg fari at arbeiða fram í móti, at vit fáa skift verandi eftirlønarskipan við krónutali pr. dag út við ávíst prosenttal av inntøkuni, segði Jan Højgaard í innleggi sínum.
Talan verður sum skilst um eina heilt nýggja pensjónsskipan.

Stramma um hýruna
Sitandi formaðurin segði, at sáttmálin ongantíð rættiliga er komin upp á tað støði, sum hann var á undan stóru kreppuni fyrst í 90-árunum. Nakrir snøklar eru eftir enn, og tað ligur ógvuliga frammarliga hjá Jan Højgaard.
- Eg havi brúkt so nógva tíð, sum arbeiðið loyvir mær, at tosa við fiskimenn runt umkring. Allir trupulleikar eru uppi og venda í messuni, men tað er av týdningi, at hetta prát eisini kemur mær fyri oyruni, tí tað er jú eg, sum skal taka mær av trupulleikunum, sigur Jan Højgaard.
Hann segði eisini, at felagið fer at stramma munandi upp um hýrurnar, sum ikki verða goldnar til tíðina.
- Vit hava í sáttmálanum møguleikan at leggja rentur á hýru, sum ikki verður goldin til tíðina, og hendan møguleikan fara vit at hyggja nærri uppá, sigur Jan Højgaard.
Eitt annað av málunum, sum Jan Højgaard nýtti tíð upp á at umrøða, var frí um jólini.
- Eg haldi, tað er upp á sítt pláss, at jólini verða hildin heilag. Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til, at fiskimenn ikki skulu kunna hava frí um jólini, sigur Jan Højgaard.

Samstarv er leiðin
Hitt valevni til formanssessin í Fiskimannafelagnum, Henrik Old, hevur drúgvar royndir í politikki, og hevur eisini orðið í sínari makt.
Hann segði í sínum innleggi, at tað ikki var so nógv tann veruleiki, at hann hevur verið sjómaður meginpartin av sínum lívi, sum hevur fingið hann at stilla upp til valið, men meiri hansara royndir í politiska lívinum.
- Gjøgnum mítt politiska arbeiði havi eg verið við til at viðgera fiskivinnuna á hægsta stigi, og havi harígjøgnum eisini útvega mær góð og týðandi sambond, ið fara at verða mær holl í einum starvi sum formaður í Fiskimannafelagnum, sigur Henrik Old.
Eitt annað mál, sum hann ætlar sær at leggja stóran dent á, er eitt samstarv við hini manningarfeløgini.
- Tá skipið hevur loyst frá landi, hava allir mans umborð sama ynski, og tað er at veiða nógv, selja væl og fáa sum mest burtur úr túrinum. Tí er tað so innlýsandi, at manningarfeløgini standa saman og samstarva á økjum við felags áhugamálum, sigur Henrik Old.
Eisini hann hevur pensjónina til fiskimenn sum eitt av hjartamálum sínum, og hann ákærdi standi formann fyri lítið og einki at hana fingið av skafti á tí økinum tey trý árini, hann hevur sitið.

Forskotsgrunnurin
Ein ógvuliga sentralur lutur í allari ætlanini hjá Henrik Old í einum møguligum formanssessi í Fiskimannafelagnum er Forskotsgrunnuin.
- Hetta er ein grunnur, sum eigur nógvar pengar – einar 30 milliónir krónur – og hesir pengar verða mest sum ikki brúktir. Grunnurin virkar kortini væl, men veitir bert forskot til langfara fiskimenn. Grunnurin kundi verið gagnnýttur nógv betri, og kundi verði ein týðandi liður í einari komandi fastlønarskipan í øllum veiðibólkum, sigur Henrik Old.
Eisini ALS skal skipast soleiðis, at skipanin smidligari skal kunna veita sjómonnum trygging, srliga tá skipið fer á beding til umvælingar, sum ofta dregur nógv longri út enn upprunaliga væntað.
Eitt annað, sum skil skal fáast á, eru hýruútgjaldingarnar til tíðina.
- At menn ikki fáa sína hýru til tíðina í 2010 hoyrir ongastaðni heima. Tað er nakað, sum bara skal virka, sigur Henrik Old.
Bæði Jan Højgaard og Henrik Old vóru samdir um, at trygdarskeiðini ikki skuldu strúka til Himmals í prísi, og báðir søgdu seg vilja arbeiða hart fyri, at hetta ikki hendir.
Báðir vóru somuleiðis samdir um, at elstu og vánaligastu skipini áttu at clearast út úr flotanum, men meðan Jan Højgaard helt, at tað almenna mátti traðka til við upphøggingarstuðli, helt Henrik Old, at hetta var nakað, sum vinnan saman við bankunum mátti sjálv finna loysn á.

Tamt kjak
Eftir ein stuttan kaffisteðg var so høvi hjá áhoyrarunum at seta teimum báðum valevnunum spurningar. Men synd er at siga, at hetta fekk sinnini í kók hjá nøkrum. Spurningarnir vóru tamir, og snúðu seg í mestan mun um uppafturtøkur av tí, ið valevnini høvdu sagt í sínum innleggum.
Mesta tíðin fór við at útgreina, hvat meint var við tá orðið fastlønarsáttmáli var havt á munni, spurningurin um sjómannafrádráttin í skattinum, og kostnaðurin av trygdarskeiðunum sum kravt verður, at sjómenn skulu taka.
Alt í alt var talan um ein fund, sum á ongan hátt menti seg til ta orrustu, sum kanska var lagt upp til. Tað er heldur ikki til at siga, um teir ivasomu, sum enn ikki hava sett sín kross, vórðu avkláraðir við komandi vali eftir fundin.
Einasta, ið kundi minna um eitt lívligt kjak, var tá Arctic Viking varð umrøtt, og serliga útlendska manningin, sum fylgdi við skipinum, tá tað flaggaði inn undir føroyskt flagg aftur.
Valevnini vóru siðilig, og tað, sum meiri er: Báðir mans hildu seg standa væl í kjakinum og báðir vænta at sita í formansstólinum hjá Føroya Fiskimannafelag 1. februar 2010.