svimjifelagnum Sparta, og vóru eisini við til at svimja um meistaraheitini í Jútlandi. Vit kláraðu okkum so óluksáliga væl, og tað bleiv rættiliga fitt skrivað um tað í donskum bløðum – róð varð framundir, at tað [...] tíðini, vit skulu øll um gravarmúlan einaferð, men sum frálíður fara minnini um ein, ið gjørdi ovurstóran mun í samfelagnum, í samtíðini, at standa eftir sum trivaligir varðar um fyrst og fremst familjumannin [...] hørðum læknavíggi, og onkur hevur róð framundir, at hetta var størsti sosiali kampurin um tjóðina nakrantíð. Stríð um materiu og tjóðskap. Hinvegin er hetta kanska eisini byrjanin til tær modernaðu Føroyar
at fóru vit fram við lógarforboðum og valdið, hevði støðan verið nógv verri. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann, hví farsóttalógin ikki verður yvirtikin frá dønum, so at vit sjálvi [...] lógarheimild til at taka tær neyðugu avgerðirnar, tí tað kann verða so skjótt, at smittan aftur fer at breiða seg í Føroyum. Tað kann eisini vera so skjótt, at vit missa tamarhaldið á støðuni og tá er neyðugt [...] Bárður á Steig Nielsen tvíheldur um, at kósin, landsstýrið hevur lagt seg á við tilmælum heldur enn forboðum, er tann rætta. Tað er tann rætta kósin at vísa fólki álit og úrslitið er, at fólk fáa tað í
okkara mæta songdiva. Tað kundu verið so mong, sum skrivaðu Anniku hesar reglur, men um eingin annar hevur skjøttað eftir tí, at hon hevur stóran føðingardag í dag, so taki eg lutin á meg. Eg eri bara ein [...] nú fer um tey sjeytifimm, kenni eg meg sannførdan um, at hon er ikki liðug enn. Okkurt liggur eftir. Løgini bylgjast mestur framvegis innan í henni. Kanska fer hon at kalla okkurt av teimum fram, tá andin [...] skrivaði sjónleikin um Anniku í Dímun, sum Eyðun Johannessen setti upp fyri Havnar Sjónleikarfelag í 1976, var Annika Hoydal boðsend úr Danmark til Føroyar at spæla høvuðsleiklutin. Hetta var um somu tíð, at
reisast upp, so teir kunnu halda einum tjaldi, sum hongur yvir torgið. Ætlanin er so, at torgið kann brúkast til ymisk endamál. Men ferðsla skal ganga ígjøgnum økið so ella so. Hon kann ganga fram við Miðlahúsinum [...] ella sum nú, fram við húsunum undir Bryggjubakka og bryggjukantinum. Ætlanin er, at koyribreytin tvørtur um torgið skal kunna flytast eftir tørvi. Og so skal ein skoytibreyt kunna vera har um veturin. Tað [...] vegarbeiði, so sæst tað alt fyri eitt á umsetninginum. Og fleiri søgdu seg nú vóna at fáa nakað burtur úr jólasøluni, nú korona hevði kostað teimum so nógv. Tá tey so fingu hesa ætlanina at vita, so vóru tey
summum felagsskapum er arbeiðsbyrðan so stór, at fólk orka tað ikki. Tí hevði verið gott, um tey kundu fingið eina lítla samsýning, so at tey kundu havt nakrar tímar um vikuna upp frítíðararbeiði. Í Løgtinginum [...] spurdi han. Og hvat so við sunnudagsskúlalærarum, og teimum sum standa fyri í dansifeløgum, gongufeløgum og politiskum ungmannafeløgum. Tað er eisini frítíðarítriv, og skulu tey so eisini hava løn og [...] hetta er ein spurningur, landsstýrismaðurin fer at taka upp, ella um tað verður neyðugt hjá andstøðuni at leggjaeitt uppskot fyri Løgtingið um tað. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at fáa
vinnuni í miðbýnum á fund. Orsøkin er rokið um skoytibreytina – ella heldur um avleiðingarnar av, at kommunan hevur lagt skoytibreytina á vegin í Vágsbotni, so ferðslan ikki kann koyra millum stóra park [...] fyri, at »at politikkur hevði komið í málið«. Avgerðin um at leggja skoytibreytina var annars tikin í juni mánaði, men tá var ætlanin at ferðsla, um enn avmarkað, á onkran hátt skuldi kunna ganga framvið [...] er nú nógv strangari, tá slík loyvi skulu gevast. Hon vildi eitt nú ikki loyva ferðslu fram við skoytubreytini, um hon aftur var í gamla Kommunuskúlagarði, har hon hevur verið seinastu árini. ##med2## –
koronavirus, men tað er bara ta eina frábrigdi, sum kann fáa avleiðingar fyri koppingarevni, so at tey ikki virkar so væl, sum tey eigur. Men tað er ikki hetta eina, vandamikla frábrigdi, sum er staðfest í [...] hann ikki sørt skakkan og hann skundaði sær at kanna málið – og hví hann ikki hevði fingið at vita um hetta frá myndugleikunum. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, reisti spurningin í Løgtinginum [...] minki í Danmark, og seinni eisini í Føroyum, hevur fingið navnið cluster 5 og tað hevur verið ført fram, at tann stóri vandin við tí, er, at tað koppingrevnið, sum er ment ímóti korona, ikki virkar, sum
hevur lagt til merkis, at í Havnar Kirkju er ein gátt, sum er so høg, at tað er umleið triðihvør prestur, sum smekkar tærnar í og er um at fara fram eftir rommum. – Tað kann taka fleiri ár at fáa loyvi at flyta [...] at helst verður lógin broytt, men mannagongdir verða eisini broyttar, so at tað verður smidligari. Trupulleikarnir kunnu vera so mangir, tað eru bæði gáttir, sum eru for høgar, umframt at hvørki park [...] fylgt við tíðini. Hann minnir á, at vit hava eisini ST-sáttmálan um atkomu at halda okkum til. Henrik Old sigur, at trupulleikarnir kunnu vera so mangir. Sjálvur hevur hann óteljandi ferðir gingið í skrúðgongu
handilsvirksemi teirra. Nú verður eisini talað at, tí at onkur ivast um brunaviðurskiftini og atkomuna hjá sløkkiliðsbilum, tí ferðslan verður so nógv avmarkað. Men sløkkiliðið hevur verið partur av tilgongdini [...] at bilarnir hjá okkum altíð kunnu sleppa framvið - bæði út undir Bryggjubakka, niðan á Bryggjubakka, so at vit ikki skulu finna alternativar farleiðir. Heini Østerø vísir á, at bummar verða settir upp, ið [...] kann gerast eftir Sigmundargøtu, hóast hon er einsrættað hinvegin, umframt at sløkkiliðið skal sleppa fram við skoytubreytini frá Tórsgøtu. – Tað er gjørt í planunum, at tað er koyrandi tann vegin hjá okkum
Uppspælið var fínt. Frá sentrala miðvøllinum í høgru til Gilla Rólantsson, sum spældi fram til Sølva Vatnhamar. Hann hevur so mangan á landsliðnum átt upplegg til mál við innleggi úr høgru, og soleiðis var tað [...] League Deild D, og saman við Gibraltar frá bólki 2 flyta vit upp í Nations League Deild C. Talan er um fyrstu kapping A-landsliðið vinnur síðani 1991. Tá vunnu vit oyggjaleikirnar á Álandi. Ein kapping [...] odda 1-0 í 54. minutti. Men vit fingu eitt ótrúligt útjavnandi mál. Soleiðis orðaði Jóannes Hansen seg um málið á in.fo fyrr í kvøld: - Níggju minuttir, eftir at hann varð skiftur inn, skoraði Ári Mohr Jónsson