Eg eri øgiliga glaður fyri at vit gjørdu sum vit gjørdu

Tað er hetta, sum hevur bjargað okkum ígjøgnum koronu-farsóttina, sigur løgmaður

 

Bárður á Steig Nielsen tvíheldur um, at kósin, landsstýrið hevur lagt seg á við tilmælum heldur enn forboðum, er tann rætta. Tað er tann rætta kósin at vísa fólki álit og úrslitið er, at fólk fáa tað í tilvitskuna og tey halda tey tilmæli, myndugleikarnir eru komnir við.

Hann sipar til, at støðan í Føroyum er rættiliga góð, og nógv betri enn í okkara grannalondum, har koronapolitikkurin er merktur av forboðum.

– Eg eri øgiliga glaður fyri at vit løgdu okkum á tann bógvin at vísa fólki álit, tí fólk hava tikið tað til sín og hava tikið ábyrgd fyri at verja seg sjálvi, og onnur, segði hann í Løgtinginum í gjár, tá ið korona, enn einaferð, var til umrøðu. Løgmaður vísir eisini á kanningarnar vit settu okkum fyri at gera og tilsamans er tað hetta sum hevur bjargað okkum, sigur hann. Hann er samstundis vísur í, at fóru vit fram við lógarforboðum og valdið, hevði støðan verið nógv verri.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann, hví farsóttalógin ikki verður yvirtikin frá dønum, so at vit sjálvi gera av, hvussu vit fara fram.

Men løgmaður sigur, at hann fer ikki at yvirtaka farsóttalóggávuna frá dønum í óðum verkum, mitt í eini farsótt. Ein yvirtøka skal leggjast væl til rættis, tí tað verður ein útreiðsla fyri landskassan, so tað má lýsast væl, og skipast væl, sigur løgmaður.

Hann leggur afurat, at hóast lóggávan ikki er yvirtikin, hava føroyingar kortini ávísar heimildir. Ein slík heimild er at løgreglan kann taka fólk, sum eru í vanda fyri at smitta onnur. Hendan heimildin er ikki brúkt enn, hóast vit afan á hava frætt um dømi, har hon kundi verið brúkt, sigur løgmaður.

Christian Andreasen heldur, at tað er óforsvarligt, at landsstýrið ikki vil útvega sær lógarheimild til at taka tær neyðugu avgerðirnar, tí tað kann verða so skjótt, at smittan aftur fer at breiða seg í Føroyum. Tað kann eisini vera so skjótt, at vit missa tamarhaldið á støðuni og tá er neyðugt at bera skjótt at.

Hann sigur, at tað er ein royndur lutur, at tilmælini verða ikki hildin og tað er bara at hugsa aftur til ólavsøku, tá ið Vaglið var avtaklað við fólki og tað frættist hvørt vikuskifti, at korona tilmælini verða ikki hildin á skeinkistøðum.

Á ólavsøku sóu vit, hvussu skjótt smittan kann fara at breiða seg og tí skilur hann ikki, at landsstýrið ikki vil útvega sær neyðugu lógarheimildina til tað. Koma vit í eina støðu, har korona aftur fer at ganga,  er tað ikki forsvarligt at vit bara lata standa til og ikki útvega okkum neyðugu lógarheimildirnar, sigur Christian Andreasen.