Tað er kappingaravlagandi, at tað nara eru fólk, sum arbeiða í ítróttarfeløgum kring landi, sum kunnu fáa stuðul úr landskassanum. Tað heldur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Løgtingið hevur akkurát samtykt, at tey, sum arbeiða í ítróttarfeløgum, kunnu tjena 50.000 krónur skattafrítt um árið
Men tað er einki annað barna- og ungdómsarbeiðið, sum fær hesar sømdirnar, vísir tingmaðurin hjá Miðflokkinum á. Og tað heldur hann er skeivt, tí hann sigur, at í summum felagsskapum er arbeiðsbyrðan so stór, at fólk orka tað ikki. Tí hevði verið gott, um tey kundu fingið eina lítla samsýning, so at tey kundu havt nakrar tímar um vikuna upp frítíðararbeiði.
Í Løgtinginum hendan dagin spurdi hann landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, um ætlanin er at gera nakað við tað. Men tað er tað ikki, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at nú er ítrótturin rættiliga professionellur har venjarar hava útbúgving á økinum – men tað sæst eisini aftur í avrikinum.
Men hvar skal so markið verða, verða tað aðrir felagsskapir, sum fáa sama skattafyrimun sum ítrótturin, spyr hann.
– Mær vitandi eru skótaleiðarar ikki løntir, men vilja vit yvirhøvur, at skótaleiðarar skulu verða løntir, spurdi han. Og hvat so við sunnudagsskúlalærarum, og teimum sum standa fyri í dansifeløgum, gongufeløgum og politiskum ungmannafeløgum. Tað er eisini frítíðarítriv, og skulu tey so eisini hava løn og skattafrádrátt, spurdi landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at skulu tey fáa frádrátt í skattinum, er fortreytin at tey fyrst fáa løn, og hansara meting er, at verður tað veruleikin, fer tað at verða eitt tógvið stríð hjá felagsskapum at útvega fígging til at løna fólki við.
– Eg haldi, at tað er sum er sjálvboðið, skal halda fram at vera sjálvboðið, sigur Jørgen Niclasen.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at fleiri hava víst á, at tað er ein trupulleiki, at tað bara er tey, sum arbeiða í ítrótti, sum fáa ein skattafyrimun, men tey, sum arbeiða í skótarørsluni, í sjónleiki, og øðrum frítíðarítrivum, ikki fáa tað.
Tí spyr hon, sum hetta er ein spurningur, landsstýrismaðurin fer at taka upp, ella um tað verður neyðugt hjá andstøðuni at leggjaeitt uppskot fyri Løgtingið um tað.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at fáa vit eina skipan fyri onnur ítróttarítriv, sum ítrótturin hevur, kann tað birta upp undir at fólk vilja átaka sær sjálvboðið arbeiði, tí so fáa tey eina lítla samýning. Soleiðis, sum samfelagið er vorðið, er tað ringt at fáa fólk at binda seg til fastar uppgávur, tá ið tey ikki fáa nakað afturfyri, heldur Bill Justinussen.











