Sløkkiliðið hevur viðgjørt skoytubreytina

Atkoman hjá sløkkiliðsbilum skal royndarkoyrast, áðrenn nakað kann lata upp

Eftir at tað er vorðið greitt, at Tórshavnar kommuna hevur broytt ferðsluviðurskiftini í Vágsbotni í sambandi við, at skoytubreytin í ár skal flyta oman í Vágsbotn, eru fleiri - teirra millum vinnufólk í økinum - sum finnast at, tí broyttu ferðsluviðurskiftini fara at gera seg inn á handilsvirksemi teirra.

Nú verður eisini talað at, tí at onkur ivast um brunaviðurskiftini og atkomuna hjá sløkkiliðsbilum, tí ferðslan verður so nógv avmarkað.

Men sløkkiliðið hevur verið partur av tilgongdini at seta upp skoytubreytina í Vágsbotni, og Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri, sigur, at sløkkiliðið hevur viðgjørt ferðsluætlanina hjá kommununi.

– Har er tikið atlit til, at bilarnir hjá okkum altíð kunnu sleppa framvið - bæði út undir Bryggjubakka, niðan á Bryggjubakka, so at vit ikki skulu finna alternativar farleiðir.

Heini Østerø vísir á, at bummar verða settir upp, ið kunnu stýrast frá vaktsentralinum, soleiðis at sløkkiliðið kann lata bummarnar upp og aftur, alt eftir tørvi.

Eisini skal sløkkiliðið kunna sleppa út á Skálatrøð, og hetta kann gerast eftir Sigmundargøtu, hóast hon er einsrættað hinvegin, umframt at sløkkiliðið skal sleppa fram við skoytubreytini frá Tórsgøtu.

– Tað er gjørt í planunum, at tað er koyrandi tann vegin hjá okkum.

Heini Østerø leggur eisini aftrat, at sløkkiliðið skal royndarkoyra atkomuna í økinum, áðrenn skoytubreytin kann lata upp, og ongar installatiónir eru permanentar, fyrr enn økið er royndarkoyrt.