nýggju rutu. - Hetta er eisini ein søgulig ferð og dagur í aðrar mátar. Tað var hin 15. august í 1924, at fyrsta flogfar yvirhøvur lendi í Føroyum. Hetta var við italiumanninum, Locatelli, sum fleyg úr Italia [...] Atlantic Airways var farin úr Vágum í morgun og hevði verið á flogi eina løtu, segði Magn Arge, stjóri í Atlantic Airways, nøkur orð. Hann vísti á, at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá føroyska flogfelagnum [...] Vágar og Milano í Norðuritalia. - Vit settu skjøtil á beinleiðis rutu millum Vágar og Barcelona í fjør summar, og nú seta vit eisini skjøtil á eina nýggja rutu millum Vágar og Milano í miðjarðarhavslandinum
logikkin í hesum. – Eg skilji ikki argumentini fyri at lata barnagarðar og skúlar upp fyrst. Børn og ung eru drívmegin í epidemiini. Tey eru motorurin í smittuspjaðingini. Tað sóu vit í Danmark í byrjanini [...] n, meinar hann. – Eg rokni við, at vit fara at síggja fleiri lond í Europa, sum fara at hava skúlar og stovnar stongar í øllum førum í tveir til tríggjar mánaðir aftrat, tí tað er ekstremt effektivt. Eg [...] at tey kunnu fara í skúla, so rokni eg við, at tey tulka tað sum, at teirra lív er blívið normaliserað. Eisini tá tey ikki eru í skúla. Tað vil siga, at vit risikera at seta gongd í smittuketuna. Og so
havt áhuga í at verið við har, ið avgerðir verða tiknar, og eg gangi inn fyri at fáa størri kvinnuumboðan í politikki. Í 2004 var eg ein av stigtakarunum til kvinnulista til kommunuvalið í Fuglafirði, [...] kvinnu í býráðið. Í 2008 fekk kvinnulistin tvey umboð, har undirritaða varð eina umboðið, og sat sum býráðs- og nevndarlimur, umframt formaður í Mentamálanevndin frá 2009 – 2012. Eg havi áhuga í, at Føroyar [...] tvær ferð áður til løgtingsval. Í 2008 og í 2011. Tá fyri Sjálvstýrisflokkin. Eg valdi at fara úr Sjálvstýrisflokkinum fyri trimum árum síðan, tí eg helt, at politikkurin í flokkinum bleiv alt ov høgravendur
meg. Stykkið eitur “Ein handil hvørvur” og er skrivað miðskeiðis í 80-árunum. Her lýsir Hanus ein handil í útjaðaranum í Havn, sum má dvína í harðari kapping við teir stóru handlarnar. Høvundurin harmast [...] arbeiðspláss ymsastaðni í oyggjunum? Øll vita, hvussu sera stóran týdning nøkur fá slík arbeiðspláss hava í eini bygd, og hvussu stóran týdning bankin hevur í bygdarmyndini. Vit í Fuglafirði eru sera hørm [...] løgtingsmaður ------ Tá ið eg í hoyrdi tey syrgiligu tíðindi, at Føroya Banki ella Bank Nordik, sum hann nú so óføroyskt eitur, enn einaferð minkar um sítt virksemi í Føroyum, rann eitt prosastykki hjá Hanusi
Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Norðurlandahúsinum í sambandi við innsavning av peningi til Krabbameinsfelagið, sum hevur 30 ár á baki í ár. Tað eru Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og so Kringvarpið [...] Arbeiðsbólkurin sigur seg vóna, at ætlanin kann skapa grundarlag fyri, at vit í størri mun fáa fyribyrgt krabbamein í Føroyum, og tá sjúkan rakar, fáa veitt eina trygdargóða viðgerð á altjóða stigi. Vit [...] ikki bert hesi áhugaverdu og tiltrongdu ætlan, men eisini longu í annaðkvøld fara at geva gallatiltakinum í Norðurlandahúsinum afturljóð. Gott í tykkum øll, sum eru við til at skipa fyri hesum einastandandi
stórt í fyrireikandi arbeiðnum. Tað var hugaligt at hoyra, at hesa ferð hevur støðið verið tikið í Føroyum og føroyska veruleikanum, sum hann er í dag og verður mettur at fara at taka seg upp í framtíðini [...] at læraraútbúgvingin og pedagogútbúgvingin eru tær týdningarmiklastu í landinum. Tað er lætt at geva henni rætt í tí. Allir íbúgvar í samfelagnum eru fevndir av ásetingunum, sum eru um læraraútbúgvingina [...] pedagogiskum tilboðum í barnagarði og skúla, og nú eru pedagogar alt meiri við í arbeiðinum á stovnum og heimum, sum taka sær av teimum við avmarkaðum førningi og teimum elstu í samfelagnum. Higartil hevur
hann sínar tónlistarligu barnaskógvar, og tað var í hesum samanhangi, at argjamaðurin vann sær virðing sum tónleikari í Føroyum. Deja Vu fór í søguna í byrjanini av 2000unum, og síðan hevur Líggjas verið [...] stóð seg millum annað væl í Singer/Songwriter kappingini í 2011, og fór samstundis undir at framdyrka konsepti við Frosfelt. At maðurin hevur gávur sum fáur, ivast ongin í. Tað hevur bara verið sum um [...] Við einum aukustiskum klaverið í miðdeplinum, umgyrgt av ljómborðum, trummum og slagverkum, tóku Frostfelt ræði á teimum fáu, sum høvdu hætta sær ein túr á Spæliplássið í sirminum. Hesin bólkur, sum kanska
landsstýrið, sum hevur sett sær fyri at stýra Føroyum komandi árini. Ein hending í Eysturoynni, har ein maður hvarv og ikki er funnin aftur enn, setti eisini døpur spor í samfelagnum. Aðrar størri og smærri hendingar [...] bakkkøst og sorg. Hjá fjølmiðlunum hava tað aftur í 2010 verið nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við [...] tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað
og Nýggjustovu í Gongini í Havn – í umhvørvinum, har V. U. Hammershaimb vaks upp. Tað eru Sosialurin, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, NÁM og Mentamálaráðið sum í felag skipaðu fyri [...] fyri tiltakinum. Tað var íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Þórður Bjarni Guðjónsson, sum beyð vælkomin í Fútastovu. Íslendska aðalkonsulátið heldur til í Fútastovu, og á íslendskum máli talaði hann um málrøkt [...] Hammershaimbs í gjár fekk Høgni Djurhuus, journalistur, Móðurmálsvirðislønina 2012. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum handaði honum virðislønina á hátíðarhaldi, sum var í Fútastovu og
kongsjørðin; umleið helmingurin av allari jørð í Føroyum skrásett. Ognarjørð, kleysturjørð ella aðalsjørð eru ikki við í jarðarbókini. Bókin sigur eisini nakað um seyð, neyt, svín ella annað, sum leigulendingar [...] Landsskjalasavninum, partvís grundað á arbeiði ið gjørt varð í 1980 árunum. Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, hevur granska í jarðarbókunum í nógv ár og hevur havt fakligu ábyrgdina av hesum arbeiði [...] Eftir at hava roynt í meira enn 80 ár, er eydnast at geva út ta elstu føroysku jarðarbókina. Jarðarbókin verður tó ikki prentað á pappír, men verður givin út í eini netútgávu á heimasíðuni hjá Landssk