Landsstýriskvinnan, formaðurin í nevndini, sum hevur fyrireikað nýggju kunngerðina um útbúgvingarnar til lærara og pedagog, og rektarin á Læraraskúlanum søgdu seg á tíðindafundinum fyrrapartin í gjár at fegnast um, at málið nú er rokkið soleiðis, at tað nú er ein nýggjur og eftir øllum at døma modernaður formligur karmur um lærara og pedagog útbúgvingarnar.
Landsstýriskvinnan segði, at læraraútbúgvingin og pedagogútbúgvingin eru tær týdningarmiklastu í landinum. Tað er lætt at geva henni rætt í tí. Allir íbúgvar í samfelagnum eru fevndir av ásetingunum, sum eru um læraraútbúgvingina og pedagogútbúgvingina. Flestu børn eru undir pedagogiskum tilboðum í barnagarði og skúla, og nú eru pedagogar alt meiri við í arbeiðinum á stovnum og heimum, sum taka sær av teimum við avmarkaðum førningi og teimum elstu í samfelagnum.
Higartil hevur læraraútbúgvingin verið skipað í serligari lóg, sum kunngerðirnar fyri báðar útbúgvingarnar hava verið grundaðar á. Nú er tað lógin fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum er lóggávan undir kunngerðunum fyri nevndu útbúgvingum. Landsstýriskvinnan hevur eftir øllum at døma fingið politiska undirtøku fyri hesi broytingini, og Lærarafelagið hevur ikki ultimativt mótmælt hesum.
At útbúgvingin er lækkað í formligari tign – frá lóg og til kunngerð – nýtist ikki at merkja tað sama, sum um at talan verður um verri støðu fyri lærarastættina og pedagogstættina. Sum tað varð sagt á tíðindafundinum, so kunnu tað vera fyrimunir í møguleikanum fyri at fremja skjótari broytingar, enn tað var møguleiki fyri, tá ið talan var um lóg. Galdandi læraralóg er frá 1980. Tá ið ein so vital lóg er so mikið gomul, verður spennið stórt millum lógartekstin og veruleikan.
Nýggja kunngerðin er spennandi og nýskapandi: Møguleiki er at samlesa partar av útbúgvingunum, tað er møguleiki fyri at partar av útbúgvingunum kunnu vera eftirútbúgving samstundis, sum talan er um útbúgving, og so er tað sambært tíðarrákinum, at tað skal verða møguleiki fyri at lesa partar av útbúgvingunum á Læraraskúlanum og síðani at fara undir framhaldslestur á øðrum deildum á Setrinum ella á útlendskum lestrarstovnum.
Hugflogið tykist hava verið stórt í fyrireikandi arbeiðnum. Tað var hugaligt at hoyra, at hesa ferð hevur støðið verið tikið í Føroyum og føroyska veruleikanum, sum hann er í dag og verður mettur at fara at taka seg upp í framtíðini. Tað er nakað nýtt, at útgangsstøðið ikki verður tikið í donsku útbúgvingunum, og vit ynskja tillukku við hesum fína átakinum.
Næsta takið er at menna granskingina í føroysku skúla- og stovnsverðini. Vit ivast ikki í, at tað verður møguleiki at lyfta hesa avbjóðingina, tí áræðið og dynamikkurin tykjast vera stór, og tað eigur aftur rætta vegin at fara at ávirka samfelagið!