Ein banki hvørvur

Tá ið eg í hoyrdi tey syrgiligu tíðindi, at Føroya Banki ella Bank Nordik, sum hann nú so óføroyskt eitur, enn einaferð minkar um sítt virksemi í Føroyum, rann eitt prosastykki hjá Hanusi Kamban fram fyri meg.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður

Stykkið eitur “Ein handil hvørvur” og er skrivað miðskeiðis í 80-árunum.
Her lýsir Hanus ein handil í útjaðaranum í Havn, sum má dvína í harðari kapping við teir stóru handlarnar. Høvundurin harmast um hetta og dugir so sera væl at lýsa, hvussu samfelagið av hesi gongdini gerst kaldari og fátækari, og hvussu ópersónligt ið alt verður..
Hann sigur m.a.: “Sum vit missa hvønn annan burtur, sum vit hvørva aftur um glas, sum vit sessast bínandi framman fyri heimabiografinum, fækk­ast støðini, har tú hittir tíni medmenniskju”.
Og stykkið endar við hesum orðum: “Um nakrar mánaðir er ein handil burt­ur. Tað verður saknur í hon­um. Tá hann er farin, er útkalt einastaðni aftr­at í høvuðsstaðnum. Bý­urin er blivin eitt sindur berari, kaldari, ómenn­iskj­ansligari.”
Tíðir broytast – tað vita vit – og einki stendur í stað, og vit mugu laga okkum til broytingar alla tíðina.
Men vit eru kortini mong, sum undrast og arg­ast, nú Bank Nordik hevur valt at rýma úr Fuglafirði, Vestmanna, Kollafirði og av Sandi. Kyniskt og kalt verður stongt eftir øll hesi ár í bygdini. Teir hava ikki ráð at hava opið, er undanførslan, men at brúka hundraðtals milliónir niðri á Amager til danir og donsk arbeiðspláss er eingin trupulleiki!
Eg má spyrja: Kennir bankin onga ábyrgd yvir fyri fólki kring landið? Kann bankin bara hugsa sum ein vanlig fyritøka. Hevur hann ikki skyldu til at vera eitt sindur eyðmjúkur og menniskjansligur? Eg hugsi um, hvussu nógv ið føroyingar hava bløtt fyri henda bankan! Og eg hugsi um allar inn­tøk­urnar, bank­in fær av okkara lønar­kontum og skatta­skipanini, sum jú øll øll fer ígjøgnum bankarnar.
Hví kann bankin ikki løna okkum eitt sindur av hesum aftur við at hava nøkur arbeiðspláss ymsastaðni í oyggjunum? Øll vita, hvussu sera stóran týdning nøkur fá slík ar­beiðspláss hava í eini bygd, og hvussu stóran týdn­ing bankin hevur í bygdar­myndini.
Vit í Fuglafirði eru sera hørm og ørg, og eg fari inniliga at heita á leiðsluna í bankanum um at umhugsa støðuna av nýggjum. Væl­signaðir menn, gerið ikki tað ólukku at steingja bank­an í bygdini!
Latið ikki hetta blíva veruleika:
“Um nakrar mánaðir er ein banki burtur. Tað verður saknur í honum. Tá hann er farin, er út­kalt einastaðni aftrat í Fugla­firði. Býurin er blivin eitt sindur berari, kaldari, ómenn­iskjansligari.”