Tá air-bussurin hjá Atlantic Airways var farin úr Vágum í morgun og hevði verið á flogi eina løtu, segði Magn Arge, stjóri í Atlantic Airways, nøkur orð. Hann vísti á, at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá føroyska flogfelagnum, at beinleiðis rutusamband er millum Vágar og Milano í Norðuritalia.
- Vit settu skjøtil á beinleiðis rutu millum Vágar og Barcelona í fjør summar, og nú seta vit eisini skjøtil á eina nýggja rutu millum Vágar og Milano í miðjarðarhavslandinum, Italia.
Magni Arge segði, at Italia er eitt spennandi land, og úr Milano eru møguleikar at røkka nógvum ymiskum ferðamálum í Italia. Hann segði, at orøsøkin til, at Atlantic Airways hevur valt Italia sum ferðamál, er, at tað eisini er umráðandi hjá felagnum at fáa onnur enn føroyingar at brúka hesa rutu.
- At fáa ferðafólk úr Italiu heim til Føroya hevur sjálvandi eisini týdning fyri føroyska ferðavinnu og føroyskan búskap, legði hann aftrat.
Magni Arge segði, at Milano liggur í ríkasta partinum av Italia - ja, kanska ríkasta parti av Evropa, og tí hevur hann eisini góðar vónir um, at ferðafólk úr Italia fara at brúka hesa nýggju rutu.
- Hetta er eisini ein søgulig ferð og dagur í aðrar mátar. Tað var hin 15. august í 1924, at fyrsta flogfar yvirhøvur lendi í Føroyum. Hetta var við italiumanninum, Locatelli, sum fleyg úr Italia til Føroya.
Magni Arge segði, at pápi hansara, Niels Juel Arge, áður hevur skrivað, at havnarfólk, tá flogfarið í 1924 fleyg yvir havnini, hildu, at hetta surraði sum ein stór skinnfluga, men sá út sum ein veldugur grindalokkur.
- Vit kunnu tí siga, at hetta er retur-túrurin heimaftur til Italia, segði stjórin í Atlantic Airways.
Hann legði aftrat, at á veg heim aftur úr Milano skuldu ferðandi fáa heimsins besta laks, soleiðis at ferðafólk á heimferðini koma í føroyska stemningin aftur, sum hann tók til.
- Hetta er laksur, sum Hiddenfjord framleiðir og sum verður tilreiddur og leveraður av Café Vágar. Hetta er nakað av tí besta, sum Føroyar eiga, segði Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Á hesi fyrstu ferðini niður til Milano í dag vóru 139 ferðafólk og trý børn, og á ferðini heimaftur úr Italia liggur samlaða talið av ferðafólki á umleið 70, harav fleiri italiumenn eisini eru við.
Lagið var gott á ferðini niður til Milano, og eitt nú spældi Magni Dalsgaard, sum er royndur í leikum á mandulin, lagið O solo Mio, meðan ferðafólk hugtikin lýddu á.
Á lufthavnini Malpensa, sum er størsti flogvøllur í Milano-økinum, var skipað fyri móttøku, sum Portalurin fer at venda aftur til.