in hjá Eivør Pálsdóttir er sett at byrja, er nógv sum skal fáast frá hondum. Ov nógv til at tíð er til at renna heim eftir slipsinum og ov nógv til at tað loysir seg at binda hendan sveittaframkallandi [...] tí endamáli at útgeva tónleik, men kortini er hetta tann fyrsta fløgan, vit útgeva. Orsøkin til at fyrsta fløguútgávan hevur bíðað so leingi er, at Lárus og Jóannes vildu hava góða tíð at seta seg inn [...] Eivør Pálsdóttir. Nógv tilboð At kalla øll plátufeløg í Íslandi, harímillum tað størsta, ?Skivan?, lógu framvið at sleppa at útgeva eina fløgu við Eivør Pálsdóttir. At føroyska songkvinnan valdi júst
helt, at hesin skúlin ljóðaði frálíkur. Hon visti tó, at júst hesin skúlin var kendur fyri at hava nógvar føroyingar á skúlanum, og hettar fekk Báru at ivast eitt sindur. Hvat um hon so bara fór at vera [...] hugsaði hon, at tað hevði verið gott at koma burtur frá øllum, og síðani hugsa um, hvat hon vildi. Hon helt, at eitt hálvt ár heimanifrá ella so hevði verið gott. Tá ið hon so setti seg niður at hugsa um, [...] og av tí sama ikki fór at læra tað danska málið eins væl og hon vildi, tí hettar var ein av orsøkunum til, at hon valdi Danmark. Men tað skuldi vísa seg, at hon als einki hevði at stúra fyri. Valdu rættan
tó »gloymdi« at lata løgtinginum undir viðgerðini av málinum, og sum tí ikki kom undan kavi fyrr enn einaferð í vár. Í hesum skrivi verður staðfest: »Hildið verður ikki at tað ber til at umskipa Føroya [...] til omanfyri standandi verður mett, at Føroya Lívstrygging er sjálveigandi stovnur, at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging, at umsitingin av Føroya Lívs-trygging kann [...] í langa tíð til fánýtis royndu at samráðast um eina semju við landsstýri og Lív, um at yvirtaka og keypa Fø. Lívstrygging. Í veruleikanum var man komin so langt í vár, at semja var millum allar partar.
borgaranna at avgera hvussu nógv av teirra inntjentu upphædd tey ynskja at seta í forbrúk og hvussu nógv borgarin ynskir at spara upp til sín egna aldurdóm. Samstundis eiga vit at tryggja at allir lønmóttakarar [...] eitt eftirlønarútgjald uppá uml.1000,00kr. um mánaðan. Tað er ikki trupult at rokna út, at fyri at henda skipanin skal koma at virka sum ein skipan við einum útgjaldi sum tryggjar eftirlønarmóttakarum virðilig [...] øðrum støði. Tað at hesar skipanir eru so ymiskar, bæði viðvíkjandi inngjaldi og útgjaldi ger, at trupult er at gera eina skipan sum tekur hædd fyri sereyðkennum á øllum økjum. Vit eiga at respektera frælsi
Øssur fór til Týsklands at spæla landsdyst, gjørdi hann av at gevast í skúrinum og søkja sær kjans við skipi. - Mær dámar væl at arbeiða í skúrinum, men kundi nú hugsað mær at sloppið til skips, sigur [...] sóu, at tað bar til at spæla ? eisini frameftir vøllinum. At málmaðurin stóð so serstakliga væl, gav okkum eisini gott mót. Við endan av fyrra hálvleiki fingu vit so javnandi málið sum gjørdi, at vit av [...] var okkara. Øssur sigur, at hóast týskarar fingu næsta málið, vísti tað seg, at føroysku leikararnir trúðu uppá eitt gott úrslit. - Vit valdu at halda fram og ansa eftir ikki at detta ov langt aftur á vøllin
vónar og væntar tó, at tað fer at verða loyvi at koppseta fiskin seinni í ár. Tað er ikki loyvt at selja laks, sum er koppsettur móti ILA í ES sum er, men Sylvin væntar, at ES fer at góðtaka tað í ár. - [...] eru í øllum førum farin í gongd við at framleiða evni móti ILA, so tað má fara at seta eitt uppaftur størri trýst á ES um at góðkenna tað, heldur Sylvin. - Tey siga, at ILA livir ikki í feskum vatni, so [...] sleppur ikki at liggja, sigur Sylvin og sigur sum eitt dømi, at um tað eru 100.000 í einum kari, so verða okkurt um tíggju deyð tikin upp. Eisini er arbeiðið hjá teimum á støðini at kanna eftir, at føðingin
til. Eg haldi, at hetta var ein góður spurningur at taka upp. Tær nýtist nevniliga ikki altíð at vera samdur við tað, tú sært ella hoyrir. Bara tað at hyggjarin, í hesum førinum, hvøkkur eitt sindur við [...] ikki gjørt at tað fór at ringla í kassanum. Sigast kann um Axel Tórgarð, at hann hevur ikki bara havt áhuga og borið alsk til tað føroyska málið, men hann hevur sanniliga eisini dugað at flutt heimsb [...] upp á dagar, tá ið tú ætlar tær at geva gávur. Hyggur tú t.d. undir dagin 31. mars, sært tú, at hann eitur Balbina, men rithøvundanum líkt fært tú einki at vita um, at hetta er dagurin, tá ið rithøvundurin
til hjá okkum at vinna. Men vit vistu, at tað fór at verða torført. Havnarbáturin var ikki við á Skála, og vit roknaðu við, at teir fóru at standa seg væl. Eisini roknaðu vit við stórari mótstøðu frá [...] sum bendir á, at kappingin millum 10-mannaførini fer at vera meiri spennandi í 2002, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Í fjør vann Havnarbáturin allar FM róðrarnar. Tað er longu greitt, at tað fara h [...] Hetta er fyrsta ferðin, at vit hava roynt at vunnið við 10?mannafarinum. Vit mannaðu bátin í fjør. Í ár hava vit fingið tríggjar nýggjar umborð. Eingin av teimum, sum vóru við til at vinna so nógv í 1998
greiðir frá, at hon síðan fór at vita, um hon kundi finna onkran, ið kundi siga teimum, hvussu hetta hekk saman. - Uppi í kjallaranum møtti eg eini sjúkrasystir. Sigi við hana, at vit høvdu fingið at vitað, [...] tað lættliga hent, at skeivur maður varð jarðaður, áðrenn nakar fann út av, at Landssjúkrahúsið hevði framt hetta pínliga mistak. Sonurin vísir á, at hevði hvørgin av familjunum valt at síggja líkini fyri [...] at vit kundu koma í kapellið kl. 15 at síggja pápan og vera saman við líkinum eina løtu, áðrenn lokið varð lagt á. Sjúkrasystirin fekk so fatur á einum portøri. Hann fer yvir í kapellið, hyggur at einum
Gaard greiðir frá, at endamálið við at gera ein myndil er at síggja, hvussu tingini hanga saman. Tá myndilin er fingin at hanga saman, ber til at broyta t.d. feskvatnsílátið fyri at síggja, hvussu hetta [...] kanningarsamskipara, fyri at fáa at vita eitt sindur nærri um, hvat tað er, sum skal kannast, og hví. Eilif Gaard greiðir frá, at í fyrsta umfari verður høvuðsdenturin lagdur á at kanna streymviðurskiftini [...] rði. At finna svar uppá tann spurningin sær Eilif Gaard, sum eina høvuðsuppgávu hjá bólkinum. Truplt at kanna í skiftandi veðri Ymsir møguleikar eru til tess at finna hetta svarið. Ein máti er at gera