í nýtslu, vóru mong í Fuglafirði sum byrjaðu at tosa um ein tunnil. Mett varð, at skilabest var at halda fram at fullføra farleiðina millum eystara og vestara part av oyggjunum við einum tunli frá Kambsdali [...] um, at neyðugt er at gera henda tunnilin skjótast gjørligt. Fuglafjarðar kommuna hevur sent umsókn um hetta áður. Hetta hendi í januar mánaði í fjør, men nú nýggj samgonga er skipað verður mett at vera [...] vera rættast at senda enn eina umsókn til ráðið. At málið nú er borað fram aftur er ikki minst orsakað av rundkoyringini sum í løtuni verður gjørd í Gøtudali. Henda fer at gera tað verri fyri ta tungu ferðsluna
sjálvandi ein glotti, at so nógv var at fáa í tí eina hálinum, tí hetta vísir, at tað í øllum førum var nógvur toskur har tá. Toskurin kann hava staðið tættari enn vanligt, ella at Magnus Heinason bert [...] sum bendir á, at Fiskirannsóknarstovan fær nakrar serligar trupulleikar við sínum stovnsmetingum, sum stovnurin skal lata myndugleikunum í summar. Lítið er at ivast í, at hesar fara at vera varisligar [...] rin sigur, at nú verða nitrur og annað lisið fyri eitt nú at finna fram til árgangir. Spurdur, hvørji útlitini eru við hýsu, sum hevur víst seg at verið illa fyri í nøkur ár, sigur hann, at onkur ábending
ferðavinnu osfr. Tað er av týdningi at gera sær greitt, at tað tekur tíð at menna hetta sambandið. Í løtuni er tilvitanin um Føroyar lítil í Bretlandi og eg vildi hildið, at tilvitanin í Føroyum um vinnumøguleikar [...] sambandið við Danmark. Man tað vera skeivt at siga at Føroyar síggja umheimin umvegis Danmark í breiðari merking? Tað eigur heilt víst at gagna Føroyum upp á longri sigt, at víðka sjónarringin. Seinast eg var [...] koma aftur til oyggjarnar. Hetta hevur víst seg at vera støðan, mong, ið vitja vísa seg at gerast javnir gestir í Hetlandi. Tað er serliga við hesum í huga at eg eri vónsvikin av manglandi regluligum sambandi
slag, ið eingin vil hava nakað við at gera. At lata ovurhonds vandamikið burturkast til eftirkomarar at taka sær av má sigast at vera rættuliga frekt og heldur ómoralskt. At føroyingar eru ov býttir til kjarnorku [...] kann hetta hava við sær, at vit lata standa til og ikki leggja okkum eftir at gagnnýta egið tilfeingið. Hetta man verða ein politiskur spurningur, tó at stórur saknur er í at vita, hvør leiðin verður, [...] kjarnorku, sum yvirskriftin í Sosialinum vísir til, er nokk at taka munnin ov fullan. At vit ikki hava útbúgvið fólk og serkunnleika at reka eitt kjarnorkuverk er nokk meira rætt, men slíkan serkunnleika
eisini fegnast um, at opið stríð er í samgonguni um øll hesi viðurskifti, og at løgmaður ikki hevur myndugleika til at fáa tropparnar at ganga í takt. At myndugleikin enntá er so lítil, at løgmaður kennir [...] til ES er, at vit skulu "vita og ikki gita", sum hann so fikst plagar at orða tað. Vit kundu fegnast um at hann, ið staðin fyri at taka politisk stig, hevur sett enn eina nevnd av serfrøðingum at skriva álit [...] i. Vit kundu fegnast um, at landsstýrisins lyftisbrot og klossuta framferð máar støðið undan okkara flogfelag. Vit kundu fegnast um, at ein almennur grunnur óátalað sleppur at misnýta sítt vald í Føroya
tíð, sigur hann. Marner sigur, at inntøkan hjá manningini hevur verið rímiliga góð, tó at skiparaksturin hevur verið tungur. - Nú vóna og vænta vit, at árið 2009 fer at roynast betri hjá djúpvatnstrolarunum [...] einki at hava ímóti teimum feløgum og skipum, sum landsstýrismaðurin læt hesi nýggju royndarloyvi til. - Eg haldi bara ikki, at grundarlag er fyri fleiri nýggjum royndarloyvum, tí tað vísir seg, at fiskiskapurin [...] maðurin segði, at hann hevði útskrivað hesi loyvi, tí tvey av trimum skipum, sum høvdu royndarloyvi, at kalla ikki høvdu veitt stinglaks og langasporl í ár. Tórbjørn vísti eisini á, at hesi loyvi, sum
sigur, at kósin er sett, og at hana fara teir at halda, men at justeringar sjálvandi kunnu koma fyri, nú talan er um so nógv nýggj andlit. Tað hevur ofta verið skotið borgarstjóranum í skógvarnar, at hann [...] Havn, Heðin Mortensen, sum eisini í komandi setu fer at sita í borgarstjórasessinum. Hann sigur, at tað ræður um hjá einum býráðspolitikara at vísa seg har, sum aktivitetrin er, tí skal tú verða valdur [...] skipanin átti at verið so, at størsti flokkur fekk initiativið eftir eitt val, fyri síðani at leiða samráðingarnar um nýtt samstarv. - Hetta hevði verið rættiligt demokrati. Tá fekk tann flokkurin, sum veljarin
kommunu um nakað, men væntandi er, at hann fer at lata hoyra frá sær, tá ið konseptið á Borðoyavík er kárt at seta í verk. Kommunan fer neyvan at forða Nielsi í at byggja sína handilsmiðstøð, tí tað er [...] hvat Niels Mortensen fer at brúka hesar bygningarnar til. Einki forðar SMS-manninum í at fara undir handilsvirksemi í bygningunum, og rættiligta álítandi keldur vilja vera við, at tað er júst hetta, sum [...] er, at hann eingi parkeringspláss eigur rundan um bygningarnar á Borðoyavík, men tað er heldur eingin trupulleiki hjá einum royndum forrætningsmanni, sum honum. Í Klaksvík vænta tey, at Niels fer at taka
annars á, at mongu átøkini til frama fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk vóru miseydnað. Hetta var eftir at veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin sunnudagin, vísti, at kvinnurnar fóru at fáa [...] er tað hugaligt at síggja, at kvinnurnar liggja millum tey trý fremstu á listunum hjá øllum flokkum, burtursæð frá Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Eisini er tað vert at býta merki í, at næstvalda á T [...] møguleika fyri at verða valdar. Og her áttu flokkarnir eisini at hugsað um at fingið sterkar kvinnur, sum bæði umboða Suðurstreym og restina av landinum, tí hesir veljarar kunnu hugsast at vera ymiskir.
hetta er nóg mikið til at vinna seg enn longur upp á stigatalvuni er sjálvandi óvist, men við at hyggja at dystarskránni sæst, at VB í øllum førum skuldi havt góðar fortreytir fyri at enda heilt ovarlga, [...] boðaðu vágbingar frá, at teir ætlaðu sær at gera sítt, soleiðis at stevnuhýrurin skuldi vera varåveittur út á kvøldið, og eftir trygga sigurin á Sumba kann helst eisini staðfestast, at so varð. Gjørdu skjótt [...] samd um, at VB hevði fult uppiborið at vunnið tann dystin. Higartil er hetta einasta ferðin, at vágbingar eru farnir stigaleysir av vøllinum, og tá fjarstøðan upp til HB júst er 3 stig, er einki at siga til