Vinnuprát
Seinastu árini hevur djúpvatnstrolarin Suðringur veitt stinglaks og langasporl at kalla burtur av. Skipið hevur fingið lønandi vinnu burtur úr hesi veiði, samstundis sum hetta hevur verið við til at avlastað royndina undir Føroyum. Øll veiðan er landað í Skotlandi, haðani hon er flutt niður á franska marknaðin, sum keypir bæði fiskasløgini.
Marner Lisberg, reiðari, sigur, at loyvi hjá Suðringi at veiða hesi djúpvatnsfiskasløgini er royndarloyvi, sum verður útskrivað fyri eitt ár í senn.
- Fiskimálaráðið hevur undanfarin ár givið trý royndarloyvi av hesum slagi, men í summar gjørdi Tórbjørn Jacobsen, táverandi fiskimálaráðharri, av sínum eintingum av at skriva út tvey royndarloyvi eftir stinglaksi og langasporli aftrat.
Reiðarin undrar seg yvir hesa avgerð, sum als ikki samsvarar við fiskifrøðiligu ráðgevingina.
- Tað tóktist okkum undarligt, at júst Tórbjørn Jacobsen tók hetta stigið, tá hann meira enn nakar annar landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur lagt upp til at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini.
Ikki grundarlag
Marner Lisberg sigur seg als einki at hava ímóti teimum feløgum og skipum, sum landsstýrismaðurin læt hesi nýggju royndarloyvi til.
- Eg haldi bara ikki, at grundarlag er fyri fleiri nýggjum royndarloyvum, tí tað vísir seg, at fiskiskapurin eftir slíkum djúpvatnsfiskasløgum roynist ikki, um royndin verður ov stór.
Landsstýrismaðurin segði, at hann hevði útskrivað hesi loyvi, tí tvey av trimum skipum, sum høvdu royndarloyvi, at kalla ikki høvdu veitt stinglaks og langasporl í ár. Tórbjørn vísti eisini á, at hesi loyvi, sum kortini bert eru galdandi í eitt ár í senn, kanska kundu bøtt eitt sindur um støðuna hjá djúpvatnsflotanum.
Hini bæði skipini, sum upprunaliga høvdu hesi royndarloyvi, vóru Rasmus Effersøe, sum nú er seldur og Phoenix, sum er seldur á tvingsilssølu, og sum Føroya Banki nú eigur.
Skipini, sum Tórbjørn Jacobsen gav nýggju royndarloyvini, vóru Roc Amadour og Niels Pauli.
Fleiri tóvtímar
Marner Lisberg sigur, at royndin hjá Suðringi eftir stinglaksi og langasporli mest hevur verið á leiðunum vestur av Føroyabanka.
- Hetta hevur faktiskt rigga rímiliga væl í mun til tað at fiska upsa.
Hann ásannar tó, at fiskiskapurin eftir stinglaksi og langasporli kanska ikki óvæntað er minkaður, sum árini eru liðin. Hetta er nakað, sum eyðkennir djúpvatnsfiskasløg, sum eftir øllum at døma gerast seint kynsbúgvin og soleiðis eisini nørast seint.
- Í ár hevur Suðringur fiskað 1700 tons í 240 dagar, og í fjør fekk skipið eisini 1700 tons, men bert í 208 dagar. Hetta bendir á, at stinglaksur og langasporl ikki tola serliga harðaroynd, leggur reiðarin aftrat.
Einir 10-11 mans eru við Suðringi hvønn túrin, men annars eru einir 15 mans knýttir at skipinum.
Skipari í løtuni er Ólavur Kjærbo, ið er sumbingur, sum býr í Øravík.
Ikki so dapurt
Marner Lisberg sigur, at dýra oljan hevur verið ein tungur burður í hesum árinum, men hann fegnast um, at prísirnir eru lækkaðir.
- Jú, hetta hevur verið tungt, men eg haldi ikki, at vit skulu síggja so dapurt upp á framtíðina.
Reiðarin heldur, at nú oljuprísirnir eru lækkaðir munandi, tó at teir framvegis eru høgir, sær betri út hjá stórum parti av fiskiflotanum.
- Fólk gloyma so skjótt, og eg trúgvi, at tá vit koma út á várið, hava mong longu gloymt, hvussu trupult tað var, meðan oljuprísirnir vóru í hæddini. Men hetta hevur virkuliga verið ein trupul tíð, sigur hann.
Marner sigur, at inntøkan hjá manningini hevur verið rímiliga góð, tó at skiparaksturin hevur verið tungur.
- Nú vóna og vænta vit, at árið 2009 fer at roynast betri hjá djúpvatnstrolarunum og hjá fiskiflotanum sum heild, leggur hann aftrat.
Øll skipini sigla
Marner Lisberg er eisini reiðari á línuskipinum Hoyvíkingi og snelluskipinum Kúrbergi, men hesi bæði skipini hava ligið ein stóran part av árinum, tí trupulleikar hava verið at mannað tey.
- Tað hevur verið trupult at manna línuskipini, nú so nógv virksemi hevur verið í landinum yvir eina longri tíð. Men eftir at vit fingu broyttu útlendingalógina í summar, hevur í heyst eydnast okkum at mannað Hoyvíking aftur.
Reiðarin sigur, at nú er Hoyvíkingur mannaður við fólki úr Suðuroy og fýra litavum. Skipari er Jákup Lisberg, sum er ættaður av Økrum.
- Skipið fór í vinnu aftur í oktober. Fyrsti túrurin var undir Føroyum, og tað víst seg, at skipið riggaði væl, sjálvt um Hoyvíkingur hevur ligið alla hesa tíðina. Næsti túrur var til Íslands, og hetta gekk væl, til skipið var á veg heimaftur og var komið í føroyskan sjógv. Tá fekk Hoyvíkingur maskinskaða og varð sleipaður á Havnina, har skipið nú hevur ligið í einar 14 dagar, meðan motorurin verður umvældur.
Marner heldur, at teir í hesum førinum hava verið óhepnir við motorinum, sum annars er rættiliga nýggjur – frá 2006.
- Vit hava sum nevnt eisini havt trupulleikar við at fingið manning til Kúrberg. Men hetta hevur nú eydnast, og verður skipið rikið úr Sandoynni, haðani tað eisini er mannað við 4-5 monnum. Skipari er Klæmint Nicodemussen, og Kúrberg fer ætlandi at leggja veiðina upp til Sandoy Seafood.









