Góðu politikarar, vinnulívsfólk og ikki minst fólkið í Føroyum

Eg loyvi mær at skriva eitt opið bræv nú eg eri vorðin sera vónsvikin og tikin á bóli orsakað av nýligani avkutaða ferðasambandinum millum Føroyar og Skotland

Eg havi verið og vitja í Føroyum tríggjar ferðir síðani 2004, tí eg havi ein føroyskan vin, ið eg hitti á universiteti í Skotlandi í 1990 árunum. Hvørja ferð hava kona mín og eg kent okkum sera vælkomin hjá vinum okkara og teirra familjum og yvirhøvur av fólki, vit hava hitt ymsastaðni á oyggjunum. Føroyar eru veruliga ein av ókendu skattunum í Europu og í heiminum yvirhøvur, og vit hava verið óalmennir seljarar av ferðum til Føroyar síðani.

 

Eg veit ikki hvat flestu føroyingar halda er besti mátin at menna føroyska ferðavinnu, men eg eri vísur í, at í løtuni eru oyggjarnar av best goymdu loynidómum í Europu. Eingin ivi er um stórar møguleikar og potentiali, men tørvur er veruliga á framhaldandi og miðvísari marknaðarføring fyri at fáa fatur á stóra potentialinum í Stórabretlandi. Veruligt knýti og menning av sambandinum kann einans henda um eitt fast ferðasamband, sjóvegis og loftvegis, er veruleiki.

 

Kona mín og eg fluttu til Hetlands í mai í fjør í sambandi við at eg skuldi reka nýggja Tesco supermarknaðin, ið just var verksettur/stovnsettur har. Tesco, ið er triðstørsta handilsketa í heiminum, keypti handlar í Hetlandi, Orkney og Hebridunum í mai 2008. Hetland hevur dagligt ferju samband við Aberdeen, sum liggur 215 fjórðingar sunnanfyri á skotsku strondini. Hetta sambandið verður brúkt nógv, og er ein avgerðandi æðr til Stórabretland, búskaparliga og sosialt. Hetland hevur eina framsókna og eldhugaða politiska leiðslu, ið á virknan hátt roynir at menna búskapin og yvirhøvur støðuna hjá íbúgvunum á oyggjunum. Hetlendingar, ið yvirhøvur mugu roknast fyri at vera millum tey mest tilvitaðu í Bretlandi á umhvørvis- og heilsuøkinum, eru glað fyri at hava fingið ein modernaðan handil við dagligum veitingum av frískum matvørum frá meginlandinum.

 

Hetland hevur avgerandi tørv á sambandinum við meginlandið, soleiðis at fólk kunnu vitja, knýta bond og koma aftur til oyggjarnar. Hetta hevur víst seg at vera støðan, mong, ið vitja vísa seg at gerast javnir gestir í Hetlandi. Tað er serliga við hesum í huga at eg eri vónsvikin av manglandi regluligum sambandi millum Føroyuar, Hetland og Skotland.

 

Føroyska sambandið við Danmark er bæði politisk og søguligt, men hóast hetta eru nógvar góðar orsøkir til at styrkja sambandið við Skotland og harvið restina av Stórabretlandi. Tað kann ikki vera skilagott ikki at vera regluliga knýtt at einum búskapi við 60 mió íbúgvum, ið liggur so tætt við? Eg vildi hildið at opnar hurðar til umheimin sum heild yvirhøvur mátti verið ein sera strategiskt týdningamikil málsetningur fyri Føroyar. Opið samband er fortreyt fyri menning av landin og tjóð yvirhøvur. Soleiðis sum eg síggi tað, er høvuðsavbjóðingin at síggja fast samband sum ein møguleika, heldur enn eina óynskta útreiðslu.

 

 

 

 

Orsøkirnar og møguleikarnir eru fleiri, t.d.:

Atgongd til Mið- og Suðurevropa gjøgnum Stórabretland.

Atgongd til hægri útbúgving.

Atgongd til størri marknaðir við vørum og tænastum, bæði í Stórabretlandi og restina av Eiropu, bæði við keypi og sølu í huga.

Atgongd til undirhald bæði innan ítrótt, mentan og ferðavinnu osfr.

 

Tað er av týdningi at gera sær greitt, at tað tekur tíð at menna hetta sambandið. Í løtuni er tilvitanin um Føroyar lítil í Bretlandi og eg vildi hildið, at tilvitanin í Føroyum um vinnumøguleikar í Bretlandi er avmarkað. Yvirhøvur er neyðugt við munandi og framhaldandi marknaðarføring, politiskum samstarvi, knýti av sosialum bondum og mentanum, men ein fortreyt má vera, at eitt fast ferðasamband verður stovnsett og hildið.

 

Eitt týdningamikið mál hjá politikarum og teimum, ið leggja ætlanir, er at umhugsa er grundkrøvini til ferðasambandið. Nú tá Føroyar eru so smáar, er tað tá rætt fyrst og fremst at hugsa um rakstraravkast og vinningsbýti ella eiga sosio- búskaparligir fyrimunir upp á longri sikt ikki at vera fremsta raðfesting? Í størri londum eru altíð fleiri aktørar, ið kappast um at reka ferðasamband, soleiðis er ikki í Føroyum. Tað er neyðugt at hugsa um møguleikarnar at stimbra aðrar partar av búskapinum og at síggja ferðasamband sum ein stimbrandi møguleika, heldur enn ein kostnað, ið landið ikki hevur ráð til.

 

Spurningurin er um møguleikar ikki eru fyri samstarvsskipanum millum Hetland, Ísland og Føroyar og møguliga eisini vesturstrondina í Noregi? Hesi øki hava eisini tørv á ferðasambandi.

 

Eg skilji á lagnum at flogførini ferðast fullsett til Keypmannahavnar dagliga, meðan tað sjáldan er fullsett tá flogið verður til London. Hetta er ein góð ábending um sosiala og søguliga sambandið við Danmark. Man tað vera skeivt at siga at Føroyar síggja umheimin umvegis Danmark í breiðari merking? Tað eigur heilt víst at gagna Føroyum upp á longri sigt, at víðka sjónarringin.

 

Seinast eg var í Føroyum, segði ein føroyskur fótbóltsáskoðari við meg, at vit eru brøður, so tit kunnu ímynda tykkum, at eg eri vónsvikin, nú eg eri nærri enn nakrantíð við mínar føroysku vinir fyri norðan, men samstundis longri burtur enn nakrantíð.

 

Eg eri vísur í at ein nógv størri eftirspurningur mennist við tíðini um lagt verður til brots við munadyggari marknaðarføring og realistiskum ferðakostnaðum hjá teimum ferðandi. Við tíðini eigur marknaðurin at mennast soleiðis at rakstrarverdugar ferðalinjur kunnu vera riknar bæði á ferðafólka- og farmaøkinum til gagns fyri framtíðar flutningsveitarar.