Dygt persónligt herðaklapp

Valúrslitið vísti, at atkvøðurnar hava fylgt mær yvir í Javnaðarflokkin, men annars vísti valið eisini, at eg havi fingið atkvøður úr øllum flokkum. Borgarin hevur givið mær eitt dygt, persónligt herðaklapp, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

Eitt eru samgongu- og andstøðuleiðarin púra samdir um: Talan var ikki um ein politiskan sigur til Javnaðarflokkin, men um ein persónligan sigur til Heðin Mortensen.

Hetta kanón kommunuvalið hjá Heðini Mortensen hevur eisini sannført hann um, at klokkuklári sigurin á kommunuvalinum er ein greið staðfestan av ynskjum borgarans, nevniliga »skomager, bliv ved din læst«.

- Ja, tað má mann siga. Borgarin sigur klárt og týðiliga, at teir ynskja meg sum borgarstjóra í Havn og onga aðrastaðni. Mær dámar eisini best at arbeiða fyri Havnina í býráðnum, og sum borgarstjóri hevur tú góðar møguleikar at gera teg galdandi, sigur stóri sigursharrin á valinum í Havn, Heðin Mortensen, sum eisini í komandi setu fer at sita í borgarstjórasessinum.

Hann sigur, at tað ræður um hjá einum býráðspolitikara at vísa seg har, sum aktivitetrin er, tí skal tú verða valdur mást tú verða sjónligur í politiska landslagnum.

Sambandsflokkurin var ikki tann flokkurin, sum gekk mest aftur í prosentum, men kortini tann flokkurin, sum misti flest limir, nevniliga tveir. Og tað vóru júst teir báðir, ið mest sum ekskluderaðu Heðin Mortensen úr flokkinum, Beate L. Jensen og Høgni Mikkelsen.

- Tað havi eg sum so ongar viðmerkingar til. Eg kann bara siga, at tey bæði á hvør sín hátt hava gjørt eitt eftir mínari meting gott arbeiði í býráðnum. So – no hard feelings, sigur Heðin Mortensen.

 

Átti at verið broytt

Risavalið hjá Heðini Mortensen merkti, at Javnaðarflokkurin reyk frá tveimum býráðslimum upp í fimm. Hetta merkir, at tá Tjóðveldi varðveitti sínar fýra øktist meirilutin úr sjey upp í níggju limir.

- Hetta hevur eitt sindur av týdningi, tí nú verða tað fleiri manningar, fleiri at geva sítt íkast, og tað er bara gott fyri demokratiið, sigur borgarstjórin.

Hann gjørdi annars ógvuliga skjótt av, tá valið var av, og bert stutta løtu eftir, at valúrslitið var kunngjørt, kallaði hann verandi samstarvsflokk, Tjóðveldi inn til samráðingar um framhaldandi samstarv. Men hetta var ikki gjørt tí hann var bangin fyri, at hann skuldi »sova« sær møguleikan av hondum.

Soleiðis havi eg altíð arbeitt. Eg havi altíð arbeitt skjótt, og tí vildi eg hava málið avgreitt, sigur borgarstjórin.

Hann heldur kortni, at skipanin átti at verið so, at størsti flokkur fekk initiativið eftir eitt val, fyri síðani at leiða samráðingarnar um nýtt samstarv.

- Hetta hevði verið rættiligt demokrati. Tá fekk tann flokkurin, sum veljarin peikaði á, initiativið og kundi fyrst roynt at skipa samgongu. Gekk tað ikki, ja, so tók næststørsti flokkur við, sigur borgarstjórin.

 

Veljast beinleiðis

Annars bar Heðin Mortensen ein áhugaverdan tanka fram, tá Sosialurin tosaði við hann í morgun, ein tanka sum partvís bert hevur verið at hoyrt frá Sjálvstýrisflokkinum.

- Eftir mínari metan átti bæði løgmaður og borgarstjórarnir á størru plássunum at verið valdir beinleiðis, sigur Heðin Mortensen.

Ein háttur at gera hetta upp á kundi verið, at flokkarnir ella listarnir stillaðu nøkur borgarstjóraevni upp, og so skuldu fólk valt millum hesu evnir, samstundis sum tey eisini valdu ein persón á vanligu listunum. Á henda hátt kundu fólk valt tann persón, sum tey mettu sum besta borgarstjóra, samstundis sum tey kundu valt eftir til dømis politiskari sannføring.

Tað nevniliga púra vanligt, at fólk ikki meta fólk á sínum egna politiska lista sum besta løgmans- ella borgarstjóraevni.

Eitt annað evni, sum Heðin Mortensen sigur, at býráðið hevur umrøtt, er, at økja talið av býráðslimum.

- Í kommunustýrislógini stendur kommununi frítt at økja talið av býráðslimum upp í 15 ella 17 limir. Hetta málið hevur eisini verið uppi og vent, men tað hevur tó ikki verið politiskur meiriluti fyri málinum, sigur Heðin Mortensen.

Tað er ein sannroynd, at samlaða talið av kommunustýrislimum er minkað við heilum 30, síðani kommunusamanleggingarnar byrjaðu.

 

Samstarv nýtist

Teir báðir flokkarnir byrjaðu samráðingar um eitt samgonguskjal beint eftir døgurða. Hóast talan er um somu flokkar, so er eisini talan um fleiri nýggjar persónar.

- Eg fari at halda meg til tey mál, sum vit samráðast um. Eg eri framvegis tann sami Heðin Mortensen, sum eg altíð havi verið, men vit hava sum nevnt nýggj fólk, ikki minst ein nýggjan varaborgarstjóra. Og øll skulu hava síni fingramerki á nýggja samgonguskjalið, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at talan verður um eina spennandi tíð við nýhugsan og broytingum.

- Vit hava styrkt um umsitingina í 2008 og 2009, og tá verður hon so sterk sum neyðugt. Men øll starvsfólk skulu kenna seg trygg í sínum starvi, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at kósin er sett, og at hana fara teir at halda, men at justeringar sjálvandi kunnu koma fyri, nú talan er um so nógv nýggj andlit.

Tað hevur ofta verið skotið borgarstjóranum í skógvarnar, at hann leyp frá einari avtalu eftir seinasta val. Men hesum vísir hann aftur.

- Soleiðis síggi eg als ikki upp á tað. Og eg eri enn sannførdur um, at eg gjørdi tað rætta fyri fýra árum síðani. Og tað haldi eg eisini, at valúrslitið týðiliga vísir, sigur Heðin Mortensen, sum altso fer at sita í borgarstjórasessinum fýra ár aftrat.