væntandi Í upptaktini í leygardagsblaðnum skrivaðu vit, at tað neyvan fór at enda við øðrum enn einum sigri til Mjølnir og so var. Í veruleikanum kunnu vit siga, at tað var ikki annað væntandi, tí Mjølnir [...] neyvan at ÍF mátti spæla uttan teir báðar, Símun Lassaberg og Bartal Eliasen, sum eru nakrir av teimum mest royndu leikarunum á ÍF liðnum. Í teirra stað var yngri leikari settur, og tað er ikki bara sum at [...] at verða tveittur út í ein dyst móti Mjølnir. Úrslitið var eisini hareftir og ÍF liggur framhaldandi á seinasta plássi saman við sørvingum. Steypafinalan fyri framman Hjá klaksvíkingum er árið ikki burturspilt
soleiðis um bókina: Í føroyskum kunnu vit siga bæði ofta og oftani, soleiðis og soleiðisna, bara og barasta. Men nær brúka vit hvat? Og er nakar merkingarligur munur á slíkum orðapørum? Í hesi bókini verða [...] kannað. Spurt verður, um orðini við -ni, -na og -sta- endingum eru dømi um virðismetandi orðmyndan, har talarin styrkir um sína útsøgn; eitt nú um oftani er oftari enn ofta og hjartaligani hjartaligari enn [...] til evnið fekk eg frá Hjalmari P. Petersen, professara í málvísindum. Hann gjørdi meg varuga við, at vit í føroyskum hava nøkur eftirfesti, ið møguliga kunnu flokkast sum evaluativ. Frammanundan kendi eg
arformaðurin undrast eisini á úttalilsið hjá Bjørn á Heygum, advokati, sum í Degi og Viku fríggjakvøldið legði andstøðuumboðini í fíggjarnevndini undir at spæla hund við á henda hátt at forða løgmanni [...] kanningarstjóra at kanna arbeiðsháttin hjá Signari á Brúnni. Endamálið var, at um hann varð reinsaður, so skuldi hann setast aftur sum landsstýrismaður. ? Nú fáa vit at vita, at kanningin verður liðug um ólasøkumundið [...] fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu. Hvørji feløg enn
marknaðarføring av bókmentum á smáum málum hevði eisini við sær eitt livandi kjak um verandi støðu á føroyska bókamarknaðinum. Í setanarøðuni legði Jógvan á Lakjuni áherðslu á, at meðan marknaðarføring er [...] er tað ikki minni átroðkandi, at vit framhaldandi dyrka okkara heimliga bókamarknað. Hann ásannaði samstundis, at korini, hesin marknaður virkar undir, í stóran mun eru treytað av stuðlinum frá politisku [...] Frítíðarítriv Í fyrilestri vísti Martini Næs á, at veruleikin er, at man frá almennari føroyskari síðu als ikki hevur satsað uppá at fáa føroyskar bókmentir út á altjóða marknaðin, og at man í heila tikið
Har eru vit ósamdir Nei, vit eru langt frá samdir í tí, tú skrivar, og mín sannføring er, at verður tað almenna stýrt við skili ber sjálvandi til nógv betur at røkja hesar tænastur. Haraftrat eru tað hóast [...] fyri, at bert vit privatisera, so eru næstan allir okkara trupulleikar loystir. Hann byrjar greinina við at siga, at man í útlondum hevur sæð eyðsýndar fyrimunir av, at almennar uppgávur eru latnar privatum [...] siga, at vit við heimahjálpini hava best virkandi skipan í Norðurlondum, og okkara røktarheim og okkara primera heilsutænasta hava gjørt eitt megnararbeiði, hóast tey nú í fleiri ár hava koyrt upp á pumpurnar
Har eru vit ósamdir Nei, vit eru langt frá samdir í tí, tú skrivar, og mín sannføring er, at verður tað almenna stýrt við skili ber sjálvandi til nógv betur at røkja hesar tænastur. Haraftrat eru tað hóast [...] fyri, at bert vit privatisera, so eru næstan allir okkara trupulleikar loystir. Hann byrjar greinina við at siga, at man í útlondum hevur sæð eyðsýndar fyrimunir av, at almennar uppgávur eru latnar privatum [...] siga, at vit við heimahjálpini hava best virkandi skipan í Norðurlondum, og okkara røktarheim og okkara primera heilsutænasta hava gjørt eitt megnararbeiði, hóast tey nú í fleiri ár hava koyrt upp á pumpurnar
UMMÆLI Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini [...] beint til Martin Joensen. Hetta tó uttan, at løgini mistu sítt Knútleika. Enn vóru ikki so nógv komin á konsert, men tey sum vóru har livdu væl við í framførsluni. Knút og bólkurin hjá honum spældu løg [...] verandi inni, og nøkur av teimum dansaðu. Blaðungar gentur Makrel vóru næstir á pallin, og salurin fyltist skjótt aftur. Makrel eru vorðnir eitt stórt navn í Føroyum. Flokkurin av blaðungum gentum framman fyri
plagar hon eisini at spæla á klaver og gittara. Vit sita og práta í flokkinum, men knappliga fer Døgg á føtur, tí hon skal til fiólspæl, og tað er í einum øðrum húsi. Í skúlastovuni eru fleiri næmingar. Teir [...] var bara Døgg úr fyrsta flokki. - Vit spæla eftir nótum, onkuntíð venja vit bara, men onkuntíð spæla vit sangir, sigur Døgg, sum heldur tað vera stuttligt at spæla á fiól. Ein avbjóðing Lærari í fiólspæli [...] lærari hennara Búi Brattaberg, sum er saman við henni í skúla í Havn. - Hinir næmingarnir eru við uppá, at vit skulu bíða við tiltøkum, til tá ið Døgg er her, sigur flokslærarin Brynhild Kamban. Best í
Tað er hesa einastandandi myndina, sum vit nú í síni heild kunnu vísa okkara lesarum. Her síggja vit ein eygagóðan drong, sum beint er farin heimani frá, og nú skal byrja eitt nýtt skeið í lívinum. Tað [...] Holsteinsborg og suður aftur. Nú skal skipið aftur um hav til Danmarkar. Her er nógv at gera. Byrjað varð at lossa tann 28. kl. 9 á morgni, og arbeitt verður til kl. 19 á kvøldi. Morgunin eftir, tann 29 [...] loysti. Men her hendi eisini nakað løgið. Manningin á Hans Hedtoft fekk ikki akkerið upp. Meðan manningin baksaði við hetta, snaraði skipið sær á, so tað kom at liggja við reyvini móti fjarðarmunnanum
Kathrina vísir á, at hon altíð er merkt av at vera kristin. Tað ávirkar hana enntá eisini á fótbóltsvøllinum. - Ja, tað hevur eina ávirkan á meg sum fótbóltsspælari. Eg vil ikki vera ein persónur á vøllinum [...] Ebenezer á ymsum møtum. Hon er eisini ofta á summarlegum í Zarepta. - Eg havi ikki havt so góða tíð í seinastuni at fara á legu - millum annað orsakað av fótbóltinum -, men eg eri ofta á legu. So [...] at tær kunnu gera seg galdandi í toppinum. - Vit hava allar avtalað, at vit skulu halda fram, tí at tað gekk so væl í ár. Vit hava eitt gott lið, og vit kunnu gera okkum galdandi, sigur Elin Kathrina