Flogbóltur: Alt eftir bókini

Flogbóltur: Mjølnir avgreiddi dystin móti ÍF eftir bókini. Nú eru eyguni vend móti steypafinaluni móti Fleyr

Mjølnir-ÍF 2-0

(21-9, 21-6

21-13, 21-16)


Tað gekk skjótt fyri seg, tá Mjølnir og ÍF hittust í Klaksvík sunnudagin.

Mjølnir var alt ov sterkt til at ÍF kundi gera nakað við teir og tí endaði dysturin við greiðum 2-0 sigri til Mjølnir.


Ikki annað væntandi

Í upptaktini í leygardagsblaðnum skrivaðu vit, at tað neyvan fór at enda við øðrum enn einum sigri til Mjølnir og so var. Í veruleikanum kunnu vit siga, at tað var ikki annað væntandi, tí Mjølnir hevur víst seg at vera rættuliga sterkt í løtuni og tí skuldi okkurt heilt óvæntað henda, um ÍF skuldi megna at vinna dystin.

Tað hjálpti neyvan at ÍF mátti spæla uttan teir báðar, Símun Lassaberg og Bartal Eliasen, sum eru nakrir av teimum mest royndu leikarunum á ÍF liðnum. Í teirra stað var yngri leikari settur, og tað er ikki bara sum at siga tað, at verða tveittur út í ein dyst móti Mjølnir.

Úrslitið var eisini hareftir og ÍF liggur framhaldandi á seinasta plássi saman við sørvingum.


Steypafinalan fyri framman

Hjá klaksvíkingum er árið ikki burturspilt, verri enn so. Teir hava ikki fingið tað burturúr, sum teir ætlaðu sær, men enn er ein møguleiki eftir og honum fara teir eftir. Verið vís í tí.

Klaksvíkingar hava sett eyguni eftir steypafinaluni og øll orka verður nú brúkt til at fyrireika seg til tann dystin.

Klaksvíkingar høvdu sett nøsina upp eftir at vinna móti havnarmonnum í landskappingini í ár, men tað er enn ikki eydnast teimum. Tí hevur tað nógv at siga fyri teir, at teir klára at koppa Fleyr í steypafinaluni.

Um tað fer at eydnast, fáa vit at síggja ...