Millum idealismu og veruleika

Føroyski bókamarknaðurin er ein endurspegling av muninum millum idealismu og veruleika. Skal hann kunna sameina kravið um eina mentanarliga og eina fíggjarliga ábyrgd er alneyðugt at raka hárfínu javnvágina millum tað fyrimyndarliga og tað, sum í praksis letur seg gera, segði Martin Næs, landsbókavørður, millum annað á ráðstevnuni

Ráðstevnan um marknaðarføring av bókmentum á smáum málum hevði eisini við sær eitt livandi kjak um verandi støðu á føroyska bókamarknaðinum. Í setanarøðuni legði Jógvan á Lakjuni áherðslu á, at meðan marknaðarføring er týdningarmikil, er tað ikki minni átroðkandi, at vit framhaldandi dyrka okkara heimliga bókamarknað. Hann ásannaði samstundis, at korini, hesin marknaður virkar undir, í stóran mun eru treytað av stuðlinum frá politisku mynduleikunum.
Frítíðarítriv
Í fyrilestri vísti Martini Næs á, at veruleikin er, at man frá almennari føroyskari síðu als ikki hevur satsað uppá at fáa føroyskar bókmentir út á altjóða marknaðin, og at man í heila tikið ikki hevur sýnt føroyskum bókmentum serliga stóran áhuga.
- Hóast føroyski bókamarknaðurin virkar eftir somu prinsippum sum aðrastaðni, er hann fyrst og fremst ein endurspegling av muninum millum idealismu og veruleika. Sjálvandi eigur tað ikki at góðtakast, privatfólk framvegis taka lán fyri at geva verk hjá øðrum út til gagn fyri bæði tað føroyska máli og føroyskan stoltleika. Hinvegin, havandi í huga, at forlagsvirksemi innan eitt nú fagrar bókmentir framvegis er úrslit av frítíðarítrivi hjá nøkrum væl meintum idealistum, hevur støðan higartil stórt sæð verið forsvarlig, segði Martin Næs.
Hetta merkir tó ikki, at hon ikki kundi verið betri, og uttan iva er framvegis nógv at finnast at. Eitt nú vilja atfinningarsamar røddir vera við, at dygdin ofta má gjalda prísin fyri mongd. Men spurningurin er, um mongdin ikki er ein treyt fyri dygd, helt Martin.
Fjaldu tølini
Í fyrilestrinum vísti Martin Næs millum annað til eina áhugaverda kanning, hann hevur gjørt av føroyska bókamarknaðinum. Sambært kanningini høvdu tveir av stóru føroysku bókahandlunum umframt átta føroysk bókaforløg samanlagt ein ársumsetning uppá knapt 30 milliónir kr í fjør. Hartil eru tølini greið tekin um, at bókaútgáva skapar alsamt fleiri størv innan prent, sølu, frálæru, toll og skatt og bókasavnsarbeiðið fyri bert at nevna nøkur fá øki.
- Við tølum av slíkum slag skuldu vit trúð, at rithøvundar og forlagsfólk kundu farið beinleiðis til almennu mynduleikarnar og víst teimum, at hvussu støðan sær út. Sannført teir um, at um menningin skal halda áfram, er neyðugt at raðfesta arbeiðsumstøðurnar hjá bókaútgávu hægri. Tí tølini vísa nevniliga eisini, at útgávur av føgrum bókmentum ikki vaksa í mun til aðrar bókagreinar. At fleiri útgevarar seta seg í stóra persónliga skuld. At føroysk bókaútgáva er eitt týdningarmikið íkast til føroyskt vinnulív og til landsins skattainntøkur. Og at almennir mynduleikar als ikki satsa uppá at fáa føroyskar bókmentir út á altjóða marknaðin.
At tølini ikki kunnu brúkast til slíkar grundgevingar kemst av at tey ikki eru til  í øllum førum ikki samlað og alment. Tí kennir ongin tey helt neyvu tølini, og tí er tað so trupult at sannføra nakran um nakað við teimum. Tað broytir tó ikki ta sannroynd, at bókaútgava í veruleikanum er við til at halda føroysku samfelagshjólunum í gongd, segði Martin Næs, landsbókavørður.