ómetaliga nógv, at tað er heilt ógjørligt at siga við fáum orðum á blað her. Mamma gjørdist bert 37 ára gomul, hon var sjúk stutta tíð, so stutt at ongin okkara fekk reiðiliga stundir at venja seg við sjúku [...] . Mamma gav sær altíð tíð til at tosa við fólk, og ikki minst at lurta, fyri síðani at koma við onkrum positivum viðmerkingum, og tað er millum annað á henda hátt, vit minnast mammu frá dagligdegnum. Mamma [...] Hon var altíð smílandi og vinarlig frá morgni at kvøldið. Mamma samlaði als ikki uppá trupulleikar, men var altíð fús at seta sítt egna til viks, fyri síðani at hjálpa øðrum við átrokandi uppgávum av ymsum
møguligt hjá áskoðarunum at lurta eftir viðmerkingum til talvini, ið føroyameistarin í fjør, Rani Nolsøe, fer at standa fyri. Eisini verður høvi hjá einum og hvørjum at royna seg, tí leygardagin klokkan [...] kappingin var og hevði einans akkurát megnað at fylgt við í oddastríðnum, men í tí avgerandi síðsta talvinum savnaði hann allar kreftirnar saman og megnaði óvæntað at vinna, hóast hann hevði svarta fólkið móti [...] Fríggjadagin klokkan 15.00 sessast Heini Olsen og John Rødgaard aftur við talvborðið at avgera, hvør teirra kann kalla seg føroyameistara 1998. Í FM-kappingini á páskum endaðu Heini og John javnir á 1
føroyskar fyritøkur fyri at fáa tær at seta pengar í felagið. -Vit hava ikki sett okkum nakað mál, men vit arbeiða miðvíst. Fyrst í komandi mánað fara vit út og royna at fáa føroyingar at tekna partapening. [...] prioriteraðar. Niels Sørensen sigur, at ein týðandi partur av samstarvsavtaluni við Dana er nettup hetta at finna tað rætta og besta oljusamtakið at arbeiða saman við. -Nettup tí at her er talan um risikokapital [...] jomfrúiligu økjunum, ið vónir eru til at finna olju. -Okkara mál er nettup hetta at verða væl fyrireikaður, áðrenn nøkur olja verður funnin. Vit halda, at tað er týdningarmikið, at eisini føroyingar eru við í hesum
sum hevði verið í Føroyum í eitt ár, og hon helt, at tað ljóðaði so spennandi og hjartanemandi, at hon saman við manninum Jóhan vildu royna at átaka sær at hava ein umskiftisnæming í eitt ár. Fyrst vildu [...] tað er ov dýrt at ringja, so vit skriva saman, sigur Rosa, sum hevur lært seg at tosa føroyskt. Sjálv heldur hon, at tað hevur gingið seint at læra málið, ? í fyrstuni tordi hon illa at tosa, tí hon var [...] bangin fyri, hvat fólk fóru at siga. Hon skilir alt sum verður sagt og hevur ikki havt trupulleikar av at fylgja við í skúlanum. Hvat ætlar tú at brúka tað føroyska til? ? At tosa í telefon við Sonny, svarar
eggja fólki at nema sær útbúgving uttan fyri Norðurlond, verður sagt í samgonguskjalinum. Verður hugsað um serligar stuðulsskipanir ella útbúgvingar? ? Vit eiga at royna at fáa lesandi at hyggja at útbúgvingum [...] Hinvegin eiga vit at hava í huga, tá ið farið verður undir nakað nýtt ? at byggja bíligt og at samstarva, soleiðis at raksturin verður so bíligur sum til ber. Tí verður tað eisini lættari at taka ímóti øllum [...] sagt, at ov nógvar byrðar verða lagdar yvir á kommunurnar. Kanst tú útgreina tað nærri? ? Tá ið fólkaskúlalógin var fyri í tinginum fanst eg at, at vit ikki fingu at vita, hvussu nógv hon fór at kosta
boðaði frá, at tað man fara at koma. Men tað er torført hjá teimum at fara til Sumbiar. Um teir skulu hugsa um annað, enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so er alneyðugt hjá teimum at vinna í [...] leiðsluna, og tað vil siga, at munurin millum fremsta og næstfremsta liðið framvegis er fýra stig. Í fjør vístu vit fleiri ferðir á, at tá tað ríður um snarið, so vísir tað seg ofta, at tann, sum er best fyri [...] ferð eydnaðist tað tvørámonnum at vinna á heimavølli. Við allari virðing fyri ÍF, so mugu vit staðfesta, at tað eru júst slíkir dystir, sum TB skal vinna, um teir ætla sær at sleppa burtur frá niðurflyti
ilt við at hvørva. Spælararnir leggja ikki so nógv í tað ? teir royna at konsentrera seg um at spæla fótbólt ? men millum summi av viðhaldsfólkunum er einki at fara skeivur í, tá sagt verður, at viðurskiftini [...] karantenu eftir at hann var farin inn á vøllin, har hann einki hevði at gera. B36 dreymabyrjan Tá alt hetta hendi, var støðan 2-1 til B36, sum hevði brúk fyri einum trý-málssigri fyri at koma í finaluna [...] mótstøðuliðið ? stórt trýst langt uppi á vøllinum ? elvdi tað til, at spælið gekk aftur og fram á vøllinum. Tað lá líkasum í luftini, at HB fór at javna út, tá Andrew á Fløtum í 23. minutti sendi á stongina,
B68-verjuleikara í rygginum, megnaði hann at venda sær og skora til 1-0. Og sjey minuttir seinni var B36-áleyparin, sum mánadagin slapp at royna seg sum liðskipari, eftir at Jens Kristian Hansen noyddist út tíðliga [...] hesaferð var, at B36 hevði eitt effektivari álop, hóast tað ikki var serliga effektivt í fleiri førum. Toftamenn kunnu iðra seg um, at teir ikki tóku av tilboðunum, tá tey komu, og vóna, at tað fer at liggja [...] møguleikar. Men størsti munurin á liðunum í fyrra hálvleiki var, at B36 hevði ein John Petersen, meðan B68 ikki hevði nakran áleypara, sum dugdi at fáa harðan valuta burtur úr opnu kjansunum, sum stungu seg
ávara ímóti, tí eg ivist ikki í, at vit fáa ein sera torføran dyst í kvøld. Teir fara uttan iva at royna at trýsta okkum í botn fyrstu løturnar - men so mugu vit bert vóna, at vit kunnu trýsta eitt sindur [...] betri ikki at vita so nógv. Vit fara ikki at laga okkum eftir teirra spæli, men fara at spæla okkara egna spæl. Eg haldi eisini, at upp á longri sikt er tað best fyri føroyskan fótbólt, at vit gera júst [...] nøgdur við ein javnleik í kvøld, ella vil hann hava Føroyar at vinna? - Nei, eg vil ikki siga, at eg fari at vera nøgdur við javnleik í kvøld, men lat okkum nú spæla dystin fyrst og so kunnu vit avgera aftaná
við restini av hópinum. Í floghavnini í Talinn tóku óvæntaðir trupulleikar seg upp, tá tað vísti seg, at sjálvur venjarin Allan Simonsen ikki kundi finna passið hjá sær! Myndugleikarnir komu uppí, og eftir [...] Jónsson, Jens Kristian Hansen og Magni Jarnskor vandu ikki saman við hinum, tí teir allir hava smáskaðar at dragast við. Todi Jónsson fekk ein snudd í seinasta superligadystinum móti AaB, sum FC Keypmannahavn [...] dystarvenjingina sum klaksvíkingurin, verður millum mongu føroysku fjølmiðlafólkini í Talinn roknað við, at Jens Martin skal verja føroyska málið í kvøld. Jens Martin hevur royndirnar, og landsliðsvenjarin hevur