(TALLINN) Føroyski landsliðsvenjarin er við gott mót undan dystinum móti Estlandi í kvøld. So at siga allir spælararnir eru 100 prosent klárir til uppgávuna, sum stendur fyri framman, og útlitini fyri einum hampuligum úrsliti eru so avgjørt til staðar. Fer Allan Simonsen at vera nøgdur við ein javnleik í kvøld, ella vil hann hava Føroyar at vinna?
- Nei, eg vil ikki siga, at eg fari at vera nøgdur við javnleik í kvøld, men lat okkum nú spæla dystin fyrst og so kunnu vit avgera aftaná, um úrslitið var í lagi fyri okkara viðkomandi, sigur Allan Simonsen.
Hann ivast tó ikki í, at tað verður ein sera torførur dystur hjá føroyingum í kvøld.
- Tað er eingin ivi um, at teir fara at geva alt, teir eiga í sær. Teir taptu móti okkum á heimavølli í fjør, og tann blettin vilja teir ivaleyst fegnir vaska av sær aftur, heldur føroyski landsliðsvenjarin.
Í Føroyum eru nógv av teirri áskoðan, at eftirsum vit vunnu í Estlandi í fjør, so verður tað eingin trupulleiki at gera tað sama aftur. Men tað ávarar Allan Simonsen harðliga ímóti.
- Tí hugburðinum vil eg fegin ávara ímóti, tí eg ivist ikki í, at vit fáa ein sera torføran dyst í kvøld. Teir fara uttan iva at royna at trýsta okkum í botn fyrstu løturnar - men so mugu vit bert vóna, at vit kunnu trýsta eitt sindur afturímóti, leggur hann afturat við einum lítlum brosi.
Av teimum føstu monnunum í hópinum er tað bert Óli Johannesen, sum ikki er við. Men Allan Simonsen vísir á, at hóast Óli sjálvandi er ein missur, so hevur hann gott fólk at seta í hansara stað.
- Sum nú er, havi eg eini 20-22 spælarar, sum allir kunnu brúkast á landsliðnum. Tað er positivt fyri meg sum venjara, men sjálvandi er tað spell, at ein maður sum Óli Johannesen við hansara royndum ikki er við.
Og spurningin um, hvør málmaður byrjar inni í kvøld, vil Allan Simonsen heldur ikki siga tað stóra um:
- Har havi eg tann positiva trupulleikan, at eg havi tveir frálíkar málverjar at velja ímillum, men hvør av teimum byrjar inni, taki eg ikki støði til fyrr enn í morgin, segði landsliðsvenjarin, tá vit prátaðu við hann í gjár.
Veit ikki nógv um estlendska liðið
Allan Simonsen veit annars ikki tað stóra um estlendska liðið. Føroyar spældu ein venjingardyst móti Estlandi í fjør og hava eisini spælt móti estlendingum á eini venjingarlegu á Kypros. Tann dysturin endaði við javnleiki 2-2.
- Eg veit ikki so nógv um Estland, men hinvegin er tað onkuntíð betri ikki at vita so nógv. Vit fara ikki at laga okkum eftir teirra spæli, men fara at spæla okkara egna spæl. Eg haldi eisini, at upp á longri sikt er tað best fyri føroyskan fótbólt, at vit gera júst tað, heldur enn at vit bert spæla, so sum tað hóskar best eftir mótstøðiliðnum, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
Til dystin í morgin kann Allan Simonsen kortini avdúka, at føroyska liðið so avgjørt ikki fer at grava seg niður:
- Vit fara ivaleyst at byrja nokkso verjukent, men vit fara ikki at grava okkum niður - tað verður ein "kontrolleraður defensivur", um tað kann sigast soleiðis, endar landsliðsvenjarin, sum í kvøld fer undir sína triðju altjóða kapping saman við landsliðnum.