trupult at koyra í býnum. Í Pensylvania varð ein eldri og sjúk kvinna funnin deyð uttandura, eftir at hon var farin út. Myndugleikarnir siga, at kvinnan doyði í kulda. NTB skrivar, at fleiri fólk í Boston skuldu [...] Økið fram við eysturstrondin í USA er í løtuni rakt av kavastormi. Koppingarmiðstøðir og skúlar eru stongd, og fleiri staðni eru flog-og tokferðir útsettar. Tað byrjaði at kava í New York City sunnukvøldið [...] kavastormi. Veðurfrøðingar í USA siga, at tað kann gerast verri enn við enn meira vindi og kava fram til týsdagin. - Vit síggja fram ímóti tveimum strævnum døgum, sigur guvernørurin í New York, Andrew Cuomo
verið sóknarprestur í Vestmanna og í Fuglafirði og frá 2010 dómpróstur í Føroyum og sóknarprestur í Tórshavnar eystara prestagjaldið. Barnaárini búði Uni suðuri í Vági, har pápin, ið var ættaður úr Hvalba [...] Í dag hevur Uni Næs verið prestur í 30 ár. Tá ið Uni hevði tikið teologiskt emnbætisprógv og var prestvígdur, var hann í eina stutta tíð avloysari við Vesturkirkjuna og við Havnar kirkju. Hann hevur verið [...] Brynhild, væl. Frá barnaárum hevur Uni verið virkin í kirkjuligum og kristiligum arbeiði. Royndirnar í hesum arbeiði hava verið góður førningur í tænastuni sum prestur. Fremsta uppgávan hjá einum presti
millum 1976 og 1991, og skoraði átta mál spældi í týskum fótbólti millum 1980 og 1989, og eftir tað eitt kappingarár í Turkalandi. Atli Eðvaldsson doyði av krabbameini fyrraárið bert 62 ára gamal. So nú [...] sýn. Pápi teirra, Evald Mikson var málverji á landsliðnum hjá Estlandi í 1930-unum. Evald Mikson var varaleiðari á løgreglustøðini í Tallinn tá týskarar ráddu fyri borgum har undir seinna heimskríggi. Áðrenn [...] Ísland vann sín fyrsta undankappingardyst nakrantíð á Laugardalsvøllinum í Reykjavík til EM-undankappingina til EM-endaspælið í 1976 varð Jóhannes Eðvaldsson annar málskjúttin saman við Ásgeir Sigurvinssyni
Í dag eru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim. Poul stovnaði Tvøroyarar Bóltfelag, elsta fótbóltsfelag í landinum, og í sambandi við runda dagin, var ein minningarløta í gamla kirkjugarðinum [...] á Sorø Akademi í 1889 og løgfrøðiligt embætsprógv á universitinum í Keypmannahavn í 1897. Meðan hann gekk í skúla á Sorø gjørdist hann kendur cricketspælari, og tá hann fór at lesa í Keypmannahavn spældi [...] kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn, har Poul Effersøe liggur grivin. Poul Effersøe varð føddur 24. januar 1871 í Trongisvági og doyði einans 55 ára gamalur 11. mars í 1926. Hann var m.a. beiggi teir báðar Oliver
við koronu í kroppinum. Undir vanligum umstøðum eru 70 búfólk á stovninum. Miðskeiðis í síðstu viku vóru 18 búfólk og 16 starvsfólk staðfest smittað, og eitt búfólk doyði við koronu. Hóast smittaðu búfólkini [...] seg sjálvi í sínum íbúðum og starvsfólk, sum eru fongd við koronu, eru send heim, hevur ikki eydnast at steðga smittuspjaðingini. - Støðan er rættiliga álvarslig, og vit gera alt, sum liggur í okkara makt [...] verið neyðugt at umskipa starvsfólkini í røktini fyri at megna røktina á Områdecenter Strandby. - Vit kanna øll á røktardeplinum, bæði búfólk og røktarstarvsfólk, og frá í morgin - týsdegnum - fara vit eisini
miðlinum eftir ófriðin við Kongerssina í Washington D. C. mikudagin. Tað upplýsir Twitter. Eisini brúkarin @TeamTrump, sum kampanjuliðið hjá Trump rekur, er stongdur. Í boðum í nátt okkara tíð skrivar sosiali [...] avgerðina »fullkomiliga øra«. – Vit liva í 1984 hjá Orwell (við tilsiping til skaldsøguna hjá George Orwell, red.). Talufrælsi er ikki longur til í Amerika. Tað doyði við tech-risunum, og tað, sum er eftir [...] hjá Donald Trump í 12 tímar. Tá var tað eisini av ótta fyri, at hann fór at eggja til harðskap, sum var orsøkin. Tað sama gjørdu Facebook og Instagram. Her var blokeringin hósdagin longd í óásetta tíð – og
Í gjár vórðu tíðindini váttað um, at ein løgreglumaður eisini læt lív av løstum, hann fekk í ófriðinum í Kongressini mikudagin. Løgreglan upplýsti í gjárkvøldið lokala tíð, at talan er um løgreglumannin [...] Kongressina og varð særdur, meðan hann var í hornatøkum við mótmælisfólk, upplýsir løgreglan í eini fráboðan sambært tíðndastovuni Reuters. Løgreglumaðurin doyði í gjárkvøldi lokala tíð. Fyrr um dagin upplýstu [...] Tað varð tó avsannað av løgregluni hjá Kongressini. Við Brian Sicknick eru tilsamans fimm fólk deyð í sambandi við ófriðin, sum byrjaði, at efitr at mótmælisfólk fóru frá einum fundi hjá Donald Trump við
løgreglustjórin í amerikanska høvuðsstaðnum. 52 fólk eru handtikin í sambandi við uppreisturin, leggur Robert J. Contee afturat. Tað var seinnapartin í gjár at mótmælisfólk troakðu seg inn í kongressbygningin [...] umframt eina kvinnu eru deyð undir ófriðinum við Kongressina í USA. Tað upplýsir Robert J. Contee, stjóri fyri løgregluna í Washington D. C., tíðliga í morgun okkara tíð. Ein kvinnuligur fjeppari hjá Donald [...] tá hon saman við øðrum mótmælisfólkum trokaði seg inn í kongressbygningin. Kvinnan, sum sambært manninum var svorðið viðhaldsfólk hjá Turmp, doyði seinni av skaðanum. Harumframt er trý fólk afturat deyð
Í 2020 doyði ongin í ferðsluni í Føroyum. Tað vísa tølini, nú støðan í ferðsluni er gjørt upp. Ráðið Fyri Ferðslutrygd staðfestur, at hetta er aðru ferð í hesi øldini at ongin doyði í ferðsluni í Føroyum [...] Føroyum í einum ári. Fyrru ferð var fyri bara tveimum árum síðani, í 2018, og tá vóru tíðindini so serlig, at vit skulu meiri en 50 ár aftur í tíðina eftir einum ári, har ongin læt lív í ferðsluni í Føroyum [...] stórt, men so varð promillumarkið lækkað úr 0,5 promillu, niður í 0,2 promillu, og tá var helst ein orsøk til, at talið lækkaði niður í helvt. Men síðani hevur talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða verið
samstarvsflokkar, eftir at teir skiltust í 1975. Teir sótu saman í fyrsta landsstýrinum í 1948 til 1950, tá Sambandsflokkurin fór saman við Fólkaflokkinum í staðin. Men í 1958, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur [...] Í dag eru 40 ár liðin, síðani Pauli Ellefsen varð valdur til løgmann í Føroyum. Hetta var seinnapartin hin 5. januar í 1981, eftir at Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur á løgtingsvalinum, sum hevði [...] tað sokallaða sjálvstýrislandsstýrið. ##med2## Men í 1966 funnu teir tríggir heimastýrisflokkarnir saman aftur. Og tá Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði í 1968, tók Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkin yvir