Økið fram við eysturstrondin í USA er í løtuni rakt av kavastormi. Koppingarmiðstøðir og skúlar eru stongd, og fleiri staðni eru flog-og tokferðir útsettar.
Tað byrjaði at kava í New York City sunnukvøldið, og fleiri staðni liggur kavin meira enn hálvan metur tjúkkur - og fleiri býir eru raktir av kavastormi.
Veðurfrøðingar í USA siga, at tað kann gerast verri enn við enn meira vindi og kava fram til týsdagin.
- Vit síggja fram ímóti tveimum strævnum døgum, sigur guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, sum vísir á, at tað longu nú er rættiliga trupult at koyra í býnum.
Í Pensylvania varð ein eldri og sjúk kvinna funnin deyð uttandura, eftir at hon var farin út. Myndugleikarnir siga, at kvinnan doyði í kulda.
NTB skrivar, at fleiri fólk í Boston skuldu fáa seinnu koppsetingina móti covid-19 nú, men hetta er fyribils útsett orsakað av herviliga kavastorminum.
Fleiri staðni á eysturstrondini í USA eru skúlar stongdir, og fleiri hundrað fráferðir við flogførum og tokum eru fyribils útsettar.