150 ára minningarløta fyri Poul Effersøe

Í dag var minningarløta fyri Poul Effersøe í gamla kirkjugarði í Havn

Í dag eru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim. Poul stovnaði Tvøroyarar Bóltfelag, elsta fótbóltsfelag í landinum, og í sambandi við runda dagin, var ein minningarløta í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn, har Poul Effersøe liggur grivin.

Poul Effersøe varð føddur 24. januar 1871 í Trongisvági og doyði einans 55 ára gamalur 11. mars í 1926. Hann var m.a. beiggi teir báðar Oliver og Rasmus Effersøe. Hann stovnaði Tvøroyra Bóltfelag 13. mai i 1892, tá ið hann var 21 ára gamalur.

Beiggjarnir Rasmus Effersøe og Poul Effersøe búðu saman við Vestaruvág í nógv ár og eru grivnir í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn saman við fleiri øðrum systkjum.

Umboð fyri TB, ÍSF, FSF, Mentamálaráðið, Tvøroyra býráð og Tórshavnar býráð vóru vit til minningarløtuna. Uni Persson hevur í eina tíð snøggað gravsteinin hjá Poul Effersøe, og Uni var eisini við til minningarløtuna í dag.

Poul Effersøe vaks upp í einum embætismannaumhvørvi hjá sýslumanninum Gudmundi Effersøe og Cathrinu Múller á Tvøroyri.

Poul tók studentsprógv á Sorø Akademi í 1889 og løgfrøðiligt embætsprógv á universitinum í Keypmannahavn í 1897.

Meðan hann gekk í skúla á Sorø gjørdist hann kendur cricketspælari, og tá hann fór at lesa í Keypmannahavn spældi hann fyri KB – Kjøbenhavns Boldklub – til hann fekk tuberklar, sum hann plágaðist av restina av lívinum.

Í 1901 flutti hann heim til Føroya og fór at arbeiða sum sakførari og fekk yrkisbræv sum “yvirrættarsakførari”, sum tað kallaðist tá, í 1914. Eisini gjørdist hann almennur verji.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu til minningarløtuna, og segði millum annað:

- Áhugin fyri fótbólti var stórur longu á ungum árum. Longu í 1892 var hann saman við Oliver Effersøe og Johan Mortensen við til at stovna TB, Tveraa Boldklub ella Tvørá Bóltfelag, sum tað kallaðist.

Og hóast hetta var Føroya fyrsta bæði fótbólts- og ítróttarfelag, so er gerðabókin til skjals enn, sum m.a. prógvar, at TB varð stovnað 3 vikur áðrenn heimsgitna fótbóltsfelagið Liverpool FC. Í nevndina komu Poul Effersøe, Oliver Effersøe og Johan Mortensen. D. J. Larsen og Axel Nolsøe vóru tiltakslimir.

 

Kelda: www.torshavn.fo