Í 2020 doyði ongin í ferðsluni í Føroyum. Tað vísa tølini, nú støðan í ferðsluni er gjørt upp. Ráðið Fyri Ferðslutrygd staðfestur, at hetta er aðru ferð í hesi øldini at ongin doyði í ferðsluni í Føroyum í einum ári. Fyrru ferð var fyri bara tveimum árum síðani, í 2018, og tá vóru tíðindini so serlig, at vit skulu meiri en 50 ár aftur í tíðina eftir einum ári, har ongin læt lív í ferðsluni í Føroyum.
– Hóast tað framhaldandi henda ferðsluóhapp við fólkaskaða, vísa tey lágu tølini, at tað áhaldandi og miðvísa arbeiðið at betra um ferðslutrygdina, gevur úrslit, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.
Tað er politiið, ið skrásetir ferðsluóhappini, men enn eru øll tølini frá 2020 ikki liðug. Men talið á óhappum við fólkaskaða hesi seinnu árini, vísa, at gongdin er ikki líka positiv á hesum øki. Tað talið er nevniliga ikki broytt hesi seinastu tíggju árini, men hevur ligið á umleið 30 óhappum um árið.
– Um aldarskiftið var hetta talið annars dupult so stórt, men so varð promillumarkið lækkað úr 0,5 promillu, niður í 0,2 promillu, og tá var helst ein orsøk til, at talið lækkaði niður í helvt. Men síðani hevur talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða verið støðugt á einum 30 óhappum um árið.
– Vit hava eina null-hugsjónin og endamálið við tí er, at ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má meira til, fyri at fáa talið á óhappum við fólkaskaða longur niður, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.











