at felagið er komið hartil, at tað framleiðir olju og gass, og tað varð eisini málið í fyrsta umfari. Tað ber til at staðfesta, at tað gongur væl, og tað er ein góður pallur at byggja víðari uppá, tá man [...] . – Vit vita hvør framleiðslan er og hvussu langt fram hon gongur, og so mugu vit vita, hvat so er at gera. Her má man so royna at leggja til við nýggjum loyvum og kanska hyggja eftir, hvat er á marknaðinum [...] framleiðslu í 2010 og 2011, og so mugu tey hyggja at, hvussu til ber at fáa eina framleiðslu longur fram í tíðina sigur nýggi stjórin. – Verandi framleiðsla gongur nøkur ár fram, men hon minkar, og so vit skulu
gott! Satt at siga, hvat og hvørjum skal ein trúgva, er alt tann bera óvissa, og snaring til fyrimunar fyri fullveldinum? Og spæla tit kosnu menn og kvinnur samgongurnar við lív og lagnu føroyinga? Hevur [...] spælireglurnar, sum demokratiið setir, og hetta vita flokkar og floksleiðslur, og út frá hesum verður so arbeitt. Flestu føroyingar hava havt eina virðing fyri tingfólkum og tingsins arbeiði - meiri fyri teimum [...] lagt út, sum ein hóttan, og tað sum verri var í móti føroyingum! Og so var bara at vera smartur og stempla okkum í javnaðarflokkinum sum eina "fimtu kolonnu", so var sloppið - og fullveldið kanska bjargað
kenna tað óivað særandi og mannminkandi næstan dagliga í fjølmiðlunum at skula lesa um og leggja oyra til eitt ella fleiri av omanfyri nevndu ókvæmisorðum og at verða brennimerkt og bólkað yvir ein kamb sum [...] grovar og fordómsfullar generaliseringar nýttar at lýsa fólk, ið ditta sær at trúgva á Gud og Bíbliuna, t.d. at er ein ikki fyri broyting av revsilógini § 266b, er ein fyri happing, forfylging og buking [...] síðstu árini, tá talan er um trúar-, siðsemi- og moralskar spurningar, og merkir hugtakið nú nakað soleiðis, at øll virðir, allar trúgvir, allir lívsháttir og allir sannleika pástandir eru líka góðir. At
sjógvur og sjóluft. Allar aðrar síður venda inn móti landi, og tí er luftin ofta dálkað av millum annað ídnaði og bilum. Ongastaðni í Evropa hava tey eina støð, sum liggur mitt úti í sjónum, og har næstan [...] kann vera vakstrar- og veðurlagsgassir sum koldioxid, methan, svávuldioxid og ozon, tað kann vera luftbitlar, og tað kann eisini vera skýggj. - Tað, sum eg veit mest um, er luftbitlar, og tað hevði verið tað [...] mitt í ongalandi, er lætt at koma til og frá hjá fólki og farmi. Í Norður-Grønlandi kann tað taka fleiri vikur at fáa ein eykalut. Her kanst tú bíleggja hann fyrrapart og fáa hann heim við flogfari longu sama
føroysku konu síni, og tá gjørdist so neyðugt við nýggjum formanni fyri felagið. Fiskimenn sluppu bíligari Lógir og reglur skulu eisini til, um skil skal vera í einum fótbóltsfelag, og heldur ikki her vóru [...] lógirnar í varveitslu, og í hesm stendur soleiðis um endamál og virksemi felagsins. §1: Foreningens formål er ved øvelser i boldspil, særlig fodbold, at fremme udviklingen af legemlig kraft og behændighed hos [...] árið var ávíkavist eina og hálvaaðru krónu um árið. Eina krónu rindaðu teir, sum part av árinum fiskaðu undir Íslandi, og tí ikki altíð høvdu møguleika at taka lut í venjingum og dystum. Hartil var eisini
breytir: “Børn og Ung”, “Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði”, “Læring og Menning”, “Klinisk Sálarfrøði og Viðgerð” og “Likam og Sál”. Sálarfrøðiligi fakfestivalurin verður aftur 22 og 23 mars 2012, og í tí sambandi [...] vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið. Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin [...] Edinburgh og tók síðani yvirbygnaðin í Keypmannahavn. Hon hevur roynt ymiskt innan sálarfrøðiliga økið – millum annað arbeitt í vaksin psykiatri í Føroyum, granskað og arbeitt við børnum og ungum á un
Leigarin rindar fyri el og fyri oljunýtslu. Uppgerð verður gjørd við inn- og útflyting. § 7 Umsiting og viðlíkahald Leigarin skal fara varisliga við eldi og ljósi og í einum og øllum sita væl um tað leigaða [...] einum mánaði. § 4 Nýtslan Tað leigaða verður nýtt til skrivstovur og goymslu, herundir serstøk høli til bjargingarútgerð og kavaravirksemi, og má ikki nýtast til annað endamál, uttan at eigarin skrivliga samtykkir [...] at leigarin misrøkir tað leigaða og ikki setur tað í stand uttan dvøl, tá eigarin krevur tað. § 14 Reglur um at flyta rættindi og skyldur Leigarin kann flyta rættindi og skyldur sambært sáttmálanum til
her á landi, og skal eg her koma inn á tað skapandi og útinnandi listina. Sum áður sagt, vita øll, at lívsgrundarlag okkara er bygt á tað, ið listin gevur okkum. Um visón 2015 skal ganga út, og við teim krøvum [...] um, at góðar mentunar- og listarligar upplivingar, eru við til at geva okkum eitt betri lív, og at víðka okkara lívsfatan. Góðar upplivingar flyta mørk, tær opna okkara sansir, og gera tað ókenda kent. [...] sett eitt avgjald á kr. 10,- á hvørt selt útlendskt vikublað, og fer hesin peningur óskerdur til tað føroyskt skrivaða orðið. Í ár fingu vit so Tjóðpall Føroya, heimsins yngsta og minsta Tjóðpall. Karmarnir
Henderson. Teitur og Kresten kennast og høvdu júst skriva eitt lag saman. Nýggja lagið æt "Louie Louie". Kresten spældi Rhoads og Teitur gittara og sang. Lagið bar brá av, at tað var nýskrivað, og var ikki eitt [...] Mikael Blak og amerikanski trummleikarin Derek Murphy við at gera klárt. Ljósið í salinum slóknaði og pallurin stóð tómur - Øll bíðaðu spent. Teitur kom gangandi út á pallin tók gittaran og byrjaði at spæla: [...] spæla: "Let?s go dancing" og allur salurin varð bergtikin í somu løtu. Teitur átti allan salin restina av kvøldinum. Ein maður og ein gittari, einki tvætl, bara orð og tónleikur. Í øðrum lagi: "Shade of
hálvleikur leið, fóru vit meiri í verjustøðu og løgdu minni dent á álopspartin. Tað eydnaðist, og teir megnaðu ikki at spæla seg til fleiri upplagdar málmøguleikar, og tá ið vit sendu langt til fremstu menninar [...] til horn, og tá ið innleggið kom, rakti Finnur Justinussen stólpan! Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru aftur í kvøld av teimum fagrastu. Tað er turt og mest sum stilt, sólin sær, og hitastigini [...] Tromsø IL omaná. Gestirnir høvdu bóltin meiri, og teir royndu at fáa týdningarmikla málið á útivølli, men tað eydnaðist ikki. -Eg eri nøgdur við avrikið og úrslitið, men tað kundi havt verið uppaftur betri