Víkinga vónin livir framvegis

Víkinga venjarin rósar sínum monnum fyri framúr hugburð i málleysa javnleikinum á Svangaskarði ímóti norska Tromsø IL

Um tað eydnast at megna málleysan javnleik, so er tað framúr, tí harvið hava vit framvegis møguleika, tá ið vit í næstu viku skulu til Tromsø. Soleiðis segði Sigfríður Clementsen í samrøðu við in.fo fyrr í dag.

 

Nú hevur rumenski dómarin bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Svangaskarði. Máltalvan vísir framvegis 0-0, og harvið livir vónin hjá Víkingi framvegis um, at tað um eina viku skal eydnast at vinna fyrstu føroysku luttøkuna nakrantíð í triðja innleiðandi umfari í Europa liguni.

Víkingur hevði yvirvág í 1. hálvleiki, tá ið møguleikar vóru at skora mál. Eftir steðgin var Tromsø IL omaná. Gestirnir høvdu bóltin meiri, og teir royndu at fáa týdningarmikla málið á útivølli, men tað eydnaðist ikki.

 

-Eg eri nøgdur við avrikið og úrslitið, men tað kundi havt verið uppaftur betri, tí vit høvdu meiri upplagdar málmøguleikar enn teir. Sum 2. hálvleikur leið, fóru vit meiri í verjustøðu og løgdu minni dent á álopspartin. Tað eydnaðist, og teir megnaðu ikki at spæla seg til fleiri upplagdar málmøguleikar, og tá ið vit sendu langt til fremstu menninar, so var onkra ferðina um reppið, at tað eydnaðist, sigur Sigfríður Clementsen, sum rósar sínum spælarum, ið vístu framúr hugburð.

 

-Í Tromsø er tað eins neyðugt sum í kvøld, at vit leggja størst dent á verjupartin. Vónandi fer tað tá eisini at eydnast at halda teimum burtur frá uppløgdum møguleikum. Og vónandi fer tað at eydnast okkum at skapa upplagda møguleikan og at skora málið á útivølli, sum kann bera heilt góða støðu fyri okkum við sær.

Týdningarmiklast í kvøld var tað, at røkka víðari í kappingini var har eftir dystarlok, og tað fegnast vit um, at hon ger, segði Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2 eftir dystarlok.

 

Víkingur-Tromsø IL 0-0

Hósdagin 17. juli 2014 kl. 19.00 á Svangaskarði.

Fyrri dystur í 2. Innleiðandi umfari í Europa liguni

Dómarakvartett úr Rumenia: Radu Petrescu, Aurel Onita, Ovidiu Artene og Marcel Birsan

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar (Heðin Hansen, 76.), Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen (Ingi Sørensen, 90.+3.), Philip Djordjevic (Andreas Lava Olsen, 68.) – Hallur Hansson – Finnur Justinussen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Sámal Jákup Joensen, Magnus Jarnskor og Martin Olsen

Venjari: Sigfríður Clementsen

Tromsø IL: Benny Lekström - Hans Norbye, Simen Wangberg, William Frantzen, Kent Are Antonsen - Magnus Andersen, Remi Johansen, Thomas Kind Bendiksen, Morten Moldskred, Thomas Drage (Lars Gunnar Johnsen, 83.) - Jonas Johansen (Runar Espejord, 71.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Lars Herlofsen, Mikael Ingebrigtsen, Elias Skogvoll, Lars Henrik Andreassen

Gult kort: Jonas Johansen

Venjari: Steinar Nilsen

 

LIÐUGT

0-0 

Ingi Sørensen er komin á vøllin í staðin fyri Súna Olsen.

Andreas Lava Olsen sneiddi seg leysan, og royndi at spæla Finn Justinussen leysan. Tað miseydnaðist.

3 minutti lagdir aftrat.

90) 0-0

Hallur Hansson er darvaður av skaða, men hann vísir stóran vilja – sum allir hinir víkingarnir. 

 

88) 0-0

Tromsø roynir at leggja trýst á fyri at vinna týdningarmikla málið á útivølli, men tað gongur striltið hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

85) 0-0

Víkingarnir leggja nú meiri dent á verjupartin, men í løtum er vandamikið, tá ið langar sendingar verða lagdar til Andreas Lava Olsen. Nú var um reppið, at hann varð heilt leysur, men tað varð bjargað til horna.

 

82) 0-0

Hans Jørgen Djurhuus hevur sæð gula kortið fyri fríspark. Eftir innleggið var vandi á ferð í Víkinga brotsteiginum, men tað spældi væl av.

 

79) 0-0

Finnur Justinussen er fluttur aftur á miðvøllin, og nú er Andreas Lava Olsen fremsti víkingurin. Víkingarnir lúra eftir at leggja rennibólt til Lava, men higartil hevur tað ikki eydnast.

Tromsø er eitt vet omaná. Teir hava havt tvær skotroyndir síðstu løtuna, men neyvleikin hevur ikki verið nakað at reypa av.

Heðin Hansen hevur avloyst Sølva Vatnhamar.

 

73) 0-0

Hallur Hansson hevur sæð gula kortið fyri fríspark. Einki var at ivast í um frísparkið og gula kortið. Hallur skumpaði mótstøðumannin, tá ið hann hevði reist seg uppaftur.

 

69) 0-0

Finnur Justinussen hevur havt risa møguleika, men málverjin bjargaði til horna. Størsti møguleikin higartil í kvøld.

Andreas Lava Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Philip Djordjevic, sum sær út til at vera misnøgdur og beinanvegin setur kós í umklæðingarrúmið.

  

65) 0-0

Nú er longri millum Víkinga álopini. Tromsø hevur enn eina ferð havt góða roynd, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan.

Kanska kennist tað nú, at tað nú merkist, at víkingarnir arbeiddu nógv í 1. hálvleiki.

 

61) 0-0

Ein tími farin og framvegis málleyst. Hjá Víkingi ræður tað um ikki at loyva mótstøðumonnunum at skora týdningarmikla málið á útivølli, og síðani ræður um at spæla seg til upplagdan málmøguleika.

Støðan sigur, at fyrri partur av setninginum er greiddur – fyribils í hvussu so er. Fyrsta korterið eftir steðgin hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at spæla seg til heilt upplagdan málmøguleika.

Kanska kennist tað sum um, at Tromsø IL nú hevur hug at seta seg meiri á spælið, enn teir megnaðu í 1. hálvleiki.

 

58) 0-0

So hevur Tromsø havt størsta málmøguleikan, sum hevur verið fyrsta lítla tíman. Eftir fleiri sendingar í brotsteiginum endaði tað við, at bólturin varð sendur á stólpan!

Andreas Lava Olsen og Heðin Hansen eru farnir at hita upp.

 

55) 0-0

Tromsø hevur havt góða frísparksroynd, men bólturin fór dygst framvið málinum.

 

50) 0-0

Fyrstu minuttirnir eftir steðgin hava verið friðarligir. Tað hevur gingið javnt á, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

46) 0-0

Spælararnir eru komnir á vøllin aftur. Nú skal Víkingur verja málið nærri Toftavatni. Harvið hevur heimaliðið sterku sólina í eyguni.

Ongar útskiftingar hava verið.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Teir eru farnir undir tak í góðveðrinum á Svangaskarði. Fyrsta korterið vóru gestirnir sera eyðsýndir, men síðsta hálva tíman hevur Víkingur fyri tað mesta verið omaná. Heimaliðið hevur tiltuskað sær fleiri hornaspørk, og í onkrum førum eftir innleggini hevur tað verið tætt við.

 

40) 0-0

Sølvi Vatnhamar var eftir langa sending frá Halli Hansson spældur leysur í høgru. Skotinum hjá Sølva bilti einki, men málverjin vardi til enn eitt horna, sum tó einki spurdist burturúr.

 

38) 0-0

Eftir enn eitt horna frá Súna Olsen varð bólturin lagdur út frá. Erling Jacobsen smekkaði til, og tað eydnaðist akkurát málverjanum at verja til enn eitt horna!

 

35) 0-0

Setningurin hjá Tromsø IL er fyrst og fremst at halda tætt. Tað sæst eitt nú í, at í flestu førum taka teir sær góða tíð, tá ið aftastu menninir samanspæla. Støðugt lúra teir eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop, men higartil hava teir ikki verið heilt vandamiklir.

Eftir fríspark úr stórari fjarstøðu var um reppið, at Finnur Justinussen stýrdi bóltin í málið, men tað endaði við horna.

 

 

30) 0-0

Hálvur tími er farin, og tað hevur fyri tað mesta gingið javnt á. Víkingur er í ivaleyst stinnastu uppstilling higartil í ár, og ljósabláu heimamenninir hava verið stak væl við.

 

26) 0-0

Víkingur hevur havt fjórða hornasparkið, og heimaliðið er framvegis ágangandi og væl upplagt. Men tað skal ansast væl eftir í verjupartinum, tí mótstøðumenninir vísa í løtum, at teir kunnu gera skjótt av.

 

24) 0-0

Tromsø IL hevur havt fyrsta hornasparkið. Stútað varð ímóti málinum, men bólturin fór væl omanfyri tvørtræið.

Víkingarnir eru sera ágangandi í pressspælinum.

 

21) 0-0

Higartil hevur Víkingur havt fimm royndir ímóti mótstøðumálinum, og gestirnir hava havt tvær royndir ímóti himamálinum.

 

19) 0-0

Víkingur heldur fram at spæla væl og at tiltuska sær møguleikar. Nú hevur Súni Olsen roynt seg, men bólturin fór framvið.

 

17) 0-0

Heimaliðið er rættiliga komið fyri seg. Nú hevur Hallur Hansson eftir langt innkast roynt seg við skoti, sum streyk omanfyri tvørtræið.

 

15) 0-0

Víkingarnir hava fyrstu vandamiklu royndirnar. Í fyrra førinum var tað eftir langa sending frá Erling Jacobsen, at Finnur Justinussen royndi seg, men bólturin fór uppum málið. Í seinna førinum var tað Hallur Hansson, sum hevði góða roynd, men tað var blokerað til horn, og tá ið innleggið kom, rakti Finnur Justinussen stólpan!

 

Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru aftur í kvøld av teimum fagrastu. Tað er turt og mest sum stilt, sólin sær, og hitastigini eru omanfyri tey tíggju.

 

10) 0-0

Tromsø IL er eitt gott mótstøðulið. Higartil hava teir havt eina vandamikla roynd, sum Geza Turi bjargaði. At mótstøðumenninir eru skjótari, enn mótstøðuliðini ofta plaga at vera hjá Víkkingi er orsøk til, at víkingarnir longu hava gjørt fimm fríspørk.

  

5) 0-0

 

Víkingur-Tromsø IL kl. 19.00

Víkingur 4-4-1-1: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen, Filip Djordjevic – Hallur Hansson – Finnur Justinussen.

Á beinkinum: Elias Rasmussen, Andreas Lava Olsen, Sámal Jákup Joensen, Magnus Jarnskor, Martin Olsen, Ingi Sørensen, Heðin Hansen