Angist kann bara basast við angist

- Tað er ikki vandamikið at kenna angist, og tað ber ikki til at flýggja undan henni. Angist er nakað, øll mugu læra seg at handfara. Tað ber væl til. Men tá tað snýr seg um børn, mugu tey vaksnu eisini vera við til viðgerðina, sigur Anna Elisabeth Iversen, sálarfrøðingur

Anna Elisabeth Iversen tók lut á Sálarfrøðiliga fakfestivalinum í 2011 við einari verkstovu, sum bar heitið ”børn og angist”. Uppmøtingin var stór til verkstovuna um hetta evni, sum Anna Elisabeth í tvey ár hevur arbeitt við og granskað á Universitetsklinikkini við lærda háskúlan í Keypmannahavn.


Anna Elisabeth bleiv útbúgvin cand.psych. í 2006. Hon læs fyrstu fýra árini í Edinburgh og tók síðani yvirbygnaðin í Keypmannahavn. Hon hevur roynt ymiskt innan sálarfrøðiliga økið – millum annað arbeitt í vaksin psykiatri í Føroyum, granskað og arbeitt við børnum og ungum á universitetsklinikkini í Keypmannahavn. Seinastu tvey árini hevur hon arbeitt innan barna- og ungdómspsykiatri á Bisbebjerg sjúkrahúsinum í Keypmannahavn.


- Sálarfrøðiligi evnini, ið hava upptikið meg síðani lestrartíðina, hava verið ymisk. Á universitetinum granskaði eg í og skrivaði høvuðsritgerð um kynsligan ágang. Undir lestrartíðini hevði eg ein sera hugkveikjandi vegleiðara, ið hevði vígt sítt lív til at arbeiða fyri rættindum hjá børnum. Hetta hugtók meg nógv, og so ella so hava tað eisini altíð verið børn og ung, ið eg serliga hava brent fyri.


Tá Anna Elisabeth fekk høvi til at luttaka í granskingarprojekti um angist hjá børnum, var hon tí eisini skjót at taka av. Hon helt Sálarfrøðiliga Fakfestivalin vera eitt upplagt høvi til at leggja fram sína vitan um hetta evni.


– Tað er mín fatan, at hetta evnið – børn og angist – ikki hevur verið so nógv viðgjørt í Føroyum, og tí var tað sjálvsagt, at eg legði mína vitan um júst hetta evnið fram á fakfestivalinum.


Tey óttafullu børnini

Anna Elisabeth greiðir frá, at hóast angist er mest vanligi sálarligi trupulleikin millum børn og ung, so er hetta eitt evni, ið samfelagið mangan ikki gevur sær far um.


– Eyðkennini hjá hesum børnum eru ikki sjónlig. Hetta eru ikki tey villu børnini, ið órógva ella fylla nógv á stovnum ella skúlum, men tey friðarligu, skikkiligu børnini, sum ikki siga frá hvussu tey hava tað, uttan at onkur spyr. Av tí sama vera tey eisini sjáldan ávíst í viðgerð vegna ótta, men sum oftast tí tey kanska taka seg aftur frá øðrum, ella tí onkur heldur tey vantrívast. Eisini kunnu tey vera ávíst, tí onkur leggur til merkis, at tey læra ikki eins væl og onnur børn.


Anna Elisabeth lýsir hesi børn sum tey tarnaðu, smædnu børnini, sum ikki tora at sova hjá vinfólki ella fara túrar við flokkinum. Hesi børn hava eisini mangan stóran tørv á at vera har, sum foreldrini eru, og vilja kanska ikki sova í egnari song, men millum foreldrini. Tey kunnu eisini klaga um kropsligar trupulleikar sum búkilsku ella høvuðpínu.


Tað finnast fleiri sløg av angist. Men hetta eru tey yvirskipaðu eyðkennini, ið eyðkenna flestu angisttrupulleikar.


Tyrlumammur

Eins og við øðrum sálarsjúkum eru bæði umhvørvið og arvur ella genetikkur orsøk til, at summi børn fáa angist. Haraftrat er tað eisini ein kognitivur faktorur, ið ger seg galdandi. Nógv gransking hevur víst, at børn við angist hava ein serligan tendens til at vera meira upptikin av- og fokusera meira uppá signal um vanda enn onnur børn. Um tey t.d. hoyra um kríggj ella sunami í fjølmiðlunum, so fyllir hetta sera nógv hjá hesum børnum. Tí ber til at siga, at tey hava ein ávísan hátt til at viðgera/processera vandar, ið brýtur frá vanliga háttinum.


Umframt hetta hava hesi børn eisini ein tendens til at kopiera reaktiónsmynstrini hjá sínum foreldrum og systkjum. Hetta er tað, ið nevnist modelinnlæring.


- Tað, sum kanska serliga er áhugavert við gransking innan hetta økið er, at tað vísti seg, at bert upp til 30% av orsøkini til angist hjá børnum kemst av arvi. Hetta er ikki serliga nógv, tá hugsað verður um aðrar sálarsjúkur, so sum bipolera sjúku, ella tunglyndi. Hetta merkir, at umhvørvið spælir ein sera stóran leiklut, tá tað snýr seg um angist hjá børnum. Millum annað vísa nógvar kanningar, at uppalingarstílur hjá foreldrum er rættiliga avgerandi: Børn, ið hava yvir-verjandi, stýrandi ella atfinningarsom foreldur, hava størri sannlíkindi fyri at fáa trupulleikan.


Anna Elisbeth lýsir tær ”yvir-verjandi” mammurnar sum ”tyrlumammur”. Hetta eru mammurnar, sum allatíðina eru yvir barninum, soleiðis at tað ikki fær møguleika at kanna umhvørvið sjálvt.


- Tað var atstøðingurin Alfred Bandura, ið vísti á týdningin av, at barnið sleppur at menna eitt sokallað ”self efficacy”, ið merkir, at børn mugu læra at trúgva uppá, at tey sjálv hava neyðugu førleikarnar til at megna ymiskar støður.


- Um børn hava foreldur, ið støðugt tjekka, kontrollera og kanska ringja fyri at kanna hvat barnið ger, so signalera foreldrini eisini til barnið, at tað ikki klárar seg sjálvt. Tí kann barnið gera ta niðurstøðu, at ”verðin er vandamikil og eg klári meg ikki”.


Sambært Onnu Elisbeth er ikki vist, at hetta konsekvent gevur angist hjá barninum, men mangan verður angistin hildin við líka í einum slíkum umhvørvi. Tí er eisini neyðugt, at tað verður sett inn við viðgerð av sjálvum umhvørvinum og ikki bert barninum sjálvum.



At hjálpa foreldrunum til at hjálpa barninum


Anna Elisabeth leggur dent á, at tað ikki er fyri at geva foreldrunum skyldina, tá sagt verður, at umhvørvið eigur stóran part í bæði menning og viðgerð av angist.


Endamálið er bert at vísa á, at eitt barn altíð má og skal skiljast sum partur av eini størri heild. Tað ber ikki til at skilja eitt barn ella viðgera tað individuelt - ein má taka foreldrini við, tí tey eru sum oftast partur av trupulleikanum og koma mangan til at halda trupulleikan við líka - hóast hetta ikki er teirra ætlan. Tí eru tað eisini foreldrini, ið mugu hjálpa barninum við at koma úr angistini.


Anna Elisabeth greiðir frá, at kognitivi viðgerðarhátturin, ið tey arbeiddu út frá á universitetsklinikkini byrjar við, at børnini læra um angist og týdningin av, at tey útseta seg fyri júst tí, tey óttast – hetta fyri at síggja, at tað ikki er vandamikið.


Hesa somu undirvísing mugu foreldrini eisini fáa. Eitt dømi er, at foreldur, ið búgva á 10. hædd í einum háhúsum, ganga allan vegin upp og niður við barninum, tí tað ræðist elevatorar. Tá er neyðugt at læra foreldrini, at tað er ikki vandamikið at kenna angist, hóast tað er sera óbehagiligt. Og tískil nýtist teimum ikki at verja barnið frá at kenna hesa kenslu.


Summi foreldur halda, at tað kennist sum at gera seg inn á barnið at útseta tað fyri tí, sum tað óttast. Men her er neyðugt at skilja, at einasti háttur at sleppa av við irrationella angist, er at halda áfram við at útseta seg fyri henni til hon avtekur.


- Tað er fá ting, sum eru so hjartanemandi gleðilig, sum tá hesi børn eru sloppin av við angistina. Tað skal oftani ikki so øgiliga nógv av arbeiði til, áðrenn børnini fáa tað betri. Og at vera vitni til, hvussu tey strála um alt andlitið, tá tey hava styrkt sína sjálvskenslu, er heilt fantastiskt, sigur Anna Elisebeth.

Á Sálarfrøðiliga fakfestivalinum, sum verður 22 og 23 mars 2012, fer Anna Elisabeth aftur at hava eina verkstovu um sama evnið, men har dentur í høvuðsheitum verður lagdur á viðgerð av angist hjá børnum. Ver vælkomin á Sálarfrøðiliga fakfestival 2012!



***


Fakta


Anna Elisabeth Iversen


Útbúgving:

2002: MA Psychology (Honours), The University of Edinburgh

2006: Cand.psych, Københavns Universitet

(2009: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn)

2009: 2 ára eftirútbúgving í kognitivari terapi vid børnum og ungum

2009- : Í gongd vid specialistútbúgving innan kliniska barna- og ungdóms sálarfrøði.


Starvsøki:

• 2009 Børne- og Ungdomspsykiatrisk Center Bispebjerg

• 2007 Universitetets Psykologiske Klinik, København Universitet

• 2006 Psykiatriski Depilin, Landssjúkrahúsid

• 2006 Samskipari á TÚ & EG ráðgevingini

• 2005 Granskingaratsødingur, Københavns Universitet

• 2005 Ráðgevi á Kvinderådgivningen Brunhilde

***


Fokus á sálarfrøðina

Á várið 2011 skipaði ein bólkur av sálarfrøðingum saman við felagnum “Føroyskir Sálarfrøðingar” fyri tí fyrsta føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Endamálið við fakfestivalinum var at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið.

Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er. Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum eisini býttur í fimm breytir: “Børn og Ung”, “Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði”, “Læring og Menning”, “Klinisk Sálarfrøði og Viðgerð” og “Likam og Sál”.

Sálarfrøðiligi fakfestivalurin verður aftur 22 og 23 mars 2012, og í tí sambandi hevur Súsanna O. Skaale, forkvinna fyri Sálarfrøðiliga fakfestivalin 2012, gjørt eina greinarøð við samrøðum við ein sálarfrøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá sálarfrøðinginum. Hendan samrøðan er við Onnu Elisabeth Iversen, ið hevði verkstovu á breytini “Børn og Ung”. Á komandi fakfestivali í mars í ár fer Anna Elisabeth at hava verkstovu um evnið “ viðgerð av børnum við angist”.