seinnapartin sunnudagin var møtið í Ebenezer og har høvdu fólk sum vanligt hongt sær yvirklæðinini í gongini. Hetta hevur óiva verið ov freistandi fyri veikar sálir, tí tá møtið var liðugt, var onkur sum fann út [...] kort var stolið úr lummanum. Seinni sunnudagin vórðu tveir persónar tiknir inni í eini kiosk í Havn, við kortinum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur. Umleið klokkan tvey seinnapartin sunnudagin var løgreglan [...] Farna vikuskiftið var friðarligt hjá løgregluni. Onkur smá ferðsluóhapp, sum ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn. Tó so, onkur hevur misskilt munin millum tað sum er títt
at bilurin fer á glið. Í gjár var eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, har tveir bilar stoyttu saman, men her var bara materiellur skaði á bilarnar. Eitt soloóhapp var eisini millum Skipanes og Skálafjørð [...] nakkanum og í høvdinum, men tíbetur var talan ikki um álvarsligar skaðar, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Eitt ferðsluóhapp var eisini í Sørvági í gjár, og eitt var á Nesvegnum millum Vág og Porkeri [...] Bilurin á Nesvegnum gleið fleiri metrar eftir vegnum, áðrenn hann rendi á ein stein, men heldur ikki her var nakar fólkaskaði, sigur løgreglan.
øllum førum var ikki talan um tað, sum stúrt kundi verið fyri. - Klokkan 04 í nátt fór ein innbrotsávaring í gongd á Tjaldurs Apoteki í Havn, men tá málið varð kannað, vísti tað seg, at hetta var følsk ávaring [...] ávaring. Her hevði einki innbrot verið, og her var einki óvanligt at síggja, vist vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. - Spurningurin er, um tað kanska var vindur ella okkurt annað, sum hevði sett [...] Vágum. Her vísti tað seg, at ljós var í einum handli, og at ein hurð í handlinum stóð opin. - Vit fingu fatur í tí, sum eigur handilin, men her vísti tað seg, at onkur, sum var farin, tá handilin læt aftur
um kom í dystinum ímóti Angola sunnukvøldið. Portugal var favorittur til at vinna dystin, men tað var eingin sannførandi sigur, hóast Portugal var betra liðið á vøllinum. Hetta ásannaði málskjúttin Pauleta [...] tvey mál. Venjarin hjá Mexico var ikki nøgdur við sínar spælarar eftir fyrra hálvleik, og í hálvleikssteðginum skifti hann tríggjar spælarar út. Stóri spælarin í dystinum var Omar Bravo, sum skoraði tvey [...] veruliga spæla betur enn í kvøld, segði Pauleta eftir dystin. Luis Figo, sum er liðformaður hjá Portugal, var kosin til besta spælaran í dystinum, meðan Cristiano Ronaldo, sum veðrur roknaður sum størsta vónin
Orð: J. K. 1. Jørðin hon var oyðin, tóm myrkrið djúpið goymdi. Gud tá segði Verið ljós, ljósið yvirfloymdi. -Tí í upphavi skapti Gud dagarnir sjey í tali eru Kvøld og morgun var fyrsta dag. 2. Eitt hválv [...] Gud hann vildi -...Kvøld og morgun var annan dag. 3. Jørðin lati spretta upp gras og ymsar urtir. Frukt við lítlum fræi í, tá tað veksur aftur -...Kvøld og morgun var triðja dag. 4. Ljós tey skulu himin [...] vit hóma -...Kvøld og morgun var fjóra dag. 5. Undir hválvi fuglur flúgv ber fram ein vakran song. Sjógvur fyllist fiski av, nørist og gerist mong -...Kvøld og morgun var fimta dag. 6. Skriðdýr, villdýr
Róðin Thomsen, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 42 cm. long og vigaði 1630 gr. 30. mars fingu Rannvá og Rúni Justinussen, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 31. mars fingu [...] E. Jacobsen og Jói Winther, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3210 gr. 31. mars fingu Heidi og Karl Vang, Toftir, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2900 gr. 31. mars fingu Bjørg [...] Bjørg og Terji Nielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3750 gr. 1. apríl fingu Hansy og Ronni Svalbard, Toftir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4235 gr. 1. apríl fingu Sára
Heri var høgt mettur og virdur í allari ferðavinnuni, og alskur hansara til føðilandið, gjørdi hann til besta sendiharra Føroya. Fyri okkum var hann av sonnum "Harra Føroyar", og fara vit at sakna hann [...] áttatiárunum. Í vertskapi og í arbeiðshøpi var Heri ein serstakliga væl lýddur og umhildin persónur, og av sonnum ein álitismaður, sum vit kundu líta á, óansæð um talan var um kunning ella góð ráð. Lívlangi t [...] hann ómetaliga nógv. Heri var høvuðssamstarvsfelagið okkara, tá Smyril Line á sinni tók upp handilssamband við Hetland. Vinir og felagar virðismeta dugnaskap og miðvísa arbeiðið hansara at fáa samstarvið
gjár, og tí manglaðu fimm spælarar mánamorgunin. Todi Jónsson var ikki komin úr Noreg, Claus Bech Jørgensen var ávegis úr Onglandi, Súni Olsen var ávegis úr Danmark eftir sína debut úr superliguni, og so vóru [...] Lagið var gott á monnum, tá ið føroyski landsliðshópurin stutt fyri døgurða mánadagin legði til brots við fyrireikingunum til dystin móti Kypros. Vant var á nýggja graslíkinum á niðara vølli í Gundadali [...] Samuelsen við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Íslandi um døgurðatíð mánadagin. Seinnapartin mánadagin var venjing aftur á skránni, og tá skuldu allir 19 menninir verið tøkir til venjingina. Av teimum 14 monnunum
ágangi. Høvuðsvitnið ímóti prestinum var ein 27 ára gamal maður. Hann greiddi frá, at tá hann var seks ára gamal, var hann regluliga í kirkjuni, har Paul Shanley var prestur. Undir avhoyringini greiddi [...] greiddi maðurin frá, at hann bleiv neyðtikin fleiri ferðir. ? Tað var ræðuligt. Prestur segði, at eingin fór at trúgva mær, um eg segði, hvat var hent. Eg tordi heldur ikki at siga nakað, sjálvt um hetta stóð [...] vóru eisini fyri kynsligum ágangi frá Paul Shanley. Skjøl hjá kirkjuni hava avdúkað, at sum prestur var hann fyri kynsligum sambandi ímillum menn og dreingir, og at leiðslan í kirkjuni visti tað. Í 1967
av spælarunum. Undan fráferðini úr Kristiansand var neyðugt at skifta flogfar. Flogið varð til Føroya við propellflúgvara. Hetta bar við sær, at ferðin var longri enn tríggjar tímar, íroknað steðg í Hetlandi [...] fyltu tangarnar. -Hetta var nakað av tí versta, sum eg havi verið við til, segði ein av Start spælarunum við norska Fedrelandsvennen, tá ið Start ferðalagið hevði lent í Vágum. Tað var ikki orsaka av flogfarinum [...] ristingarnar vóru nógvar og ógvusligar, og tað var ikki frítt, at summir av spælarunum sóu ivasamir út, veit norska blaðið at siga. - Sjálv lendingin var ikki so galin. Heldur kendist tað undarligt tíggju