Mikudagin komu spælarar og leiðarar hjá Start til Føroya, her UEFA Cup dystur skal spælast ímóti Skála í kvøld. Flogferðin til Føroya gjørdist minnisrík fyri fleiri av spælarunum.
Undan fráferðini úr Kristiansand var neyðugt at skifta flogfar. Flogið varð til Føroya við propellflúgvara. Hetta bar við sær, at ferðin var longri enn tríggjar tímar, íroknað steðg í Hetlandi, har teir fyltu tangarnar.
-Hetta var nakað av tí versta, sum eg havi verið við til, segði ein av Start spælarunum við norska Fedrelandsvennen, tá ið Start ferðalagið hevði lent í Vágum. Tað var ikki orsaka av flogfarinum, men orsaka av turbolenta veðrinum, at ristingarnar vóru nógvar og ógvusligar, og tað var ikki frítt, at summir av spælarunum sóu ivasamir út, veit norska blaðið at siga.
- Sjálv lendingin var ikki so galin. Heldur kendist tað undarligt tíggju minuttir undan lendingini, tá ið flogfarið tóktist detta fleiri hundrað metrar niður í luftini, helt Start venjarin Tom Nordlie.
Umborð var fagnurin so mikið stórur, tá ið hjólini vóru komin niðurat, at Start fyri tað longu kundi havt spælt seg víðari í kappingini.
- Nú gleða vit okkum til at spæla dystin í annaðkvøld, segði Tom Nordlie eftir lendingina.










