Seinastu dagarnar hevur verið hált um alt landið, og seinastu tvey samdøgrini hava eisini verið nøkur ferðsluóhapp, tó einki við álvarsligum fólkaskaða.
Næst seinasta samdøgur skrásetti løgreglan sjey ferðsluóhapp, og seinasta samdøgrið eru eisini nøkur ferðsluóhapp skrásett ymsastaðni kring landið.
Sambært vaktleiðaranum í morgun eru eingi mál skrivað um, at bilførarar koyra við ov vánaligum dekkum.
Løgreglan sigur, at neyðugt er at vísa størsta varsemi og taka neyðug atlit í ferðsluni, nú vegirnir eru hálir, og tað kann vera skjótt, at bilurin fer á glið.
Í gjár var eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, har tveir bilar stoyttu saman, men her var bara materiellur skaði á bilarnar.
Eitt soloóhapp var eisini millum Skipanes og Skálafjørð, har ein bilur gleið niðan av vegnum.
- Her vísti tað seg, at onkur í bilinum hevði ilt í nakkanum og í høvdinum, men tíbetur var talan ikki um álvarsligar skaðar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Eitt ferðsluóhapp var eisini í Sørvági í gjár, og eitt var á Nesvegnum millum Vág og Porkeri seint í gjárkvøldið.
- Bilurin á Nesvegnum gleið fleiri metrar eftir vegnum, áðrenn hann rendi á ein stein, men heldur ikki her var nakar fólkaskaði, sigur løgreglan.