Til vinin Hera

Tað var við djúpari sorg, at vit fingu boðini um deyða Hera Niclassen, stjóra í Ferðaráði Føroya.

Heri var høgt mettur og virdur í allari ferðavinnuni, og alskur hansara til føðilandið, gjørdi hann til besta sendiharra Føroya. Fyri okkum var hann av sonnum "Harra Føroyar", og fara vit at sakna hann ómetaliga nógv.

Heri var høvuðssamstarvsfelagið okkara, tá Smyril Line á sinni tók upp handilssamband við Hetland. Vinir og felagar virðismeta dugnaskap og miðvísa arbeiðið hansara at fáa samstarvið at eydnast væl, tá, fyrst í áttatiárunum. Í vertskapi og í arbeiðshøpi var Heri ein serstakliga væl lýddur og umhildin persónur, og av sonnum ein álitismaður, sum vit kundu líta á, óansæð um talan var um kunning ella góð ráð.

Lívlangi trúskapurin móti ferðavinnuni var styrkin hjá Hera, sum gjørdi hann so høgt virdan av øllum, sum kendu hann. Hetlendska ferðavinnan er takksom fyri megnartak hansara at lata upp Skandinaviska marknaðin fyri Hetlandi, og lat hetta seg einans gera, tí vitan og innlit hansara í ferðavinnuna var uttan samanbering.

Tað hevur verið mær ein heiður og æra at vera vinur Hera, og eg fegnist um góð minni um hann. Í hesi sváru tíð, vísi eg djúpa samkenslu við familju, vinum og starvsfólkum á Ferðaráðnum.

Vinaliga
Maurice Mullay
Ex Chief Executive, Shetland Island Tourism
Einarberg
Gulberwick
Shetland