Prestur neyðtók smádrong

Fyrrverandi amerikanski presturin Paul Shanley er funnin sekur í at hava neyðtikið ein seks ára gamlan drong fleiri ferðir

Rættarmál
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Tann 74 ára gamli fyrrverandi katólski presturin kann vænta sær lívlanga fongsulsrevsing, eftir at rætturin í Cambridge í statinum Massachusetts hevur funnið hann sekan í neyðtøku og øðrum kynsligum ágangi.
Høvuðsvitnið ímóti prestinum var ein 27 ára gamal maður. Hann greiddi frá, at tá hann var seks ára gamal, var hann regluliga í kirkjuni, har Paul Shanley var prestur. Undir avhoyringini greiddi maðurin frá, at hann bleiv neyðtikin fleiri ferðir.
? Tað var ræðuligt. Prestur segði, at eingin fór at trúgva mær, um eg segði, hvat var hent. Eg tordi heldur ikki at siga nakað, sjálvt um hetta stóð við í seks ár, segði maðurin.
Sambært AP hava minst 24 aðrir menn greitt løgregluni frá, at teir vóru eisini fyri kynsligum ágangi frá Paul Shanley. Skjøl hjá kirkjuni hava avdúkað, at sum prestur var hann fyri kynsligum sambandi ímillum menn og dreingir, og at leiðslan í kirkjuni visti tað. Í 1967 fekk katólska kirkjan í USA ta fyrstu klaguna um Paul Shanley, men kirkjuleiðslan valdi kortini at lata hann halda fram í embætinum og at lata hann hava samband við børn har, skrivar AP.