heimið stóð sum eitt prýði. Hann stríddist á sjónum og hon stríddist heima, tí konuranr vóru nógv einsamallar við børnunum. Á tann hátt hekk ein stór ábyrgd á konunum og megnaðu tær tað til fulnar. Seinastu [...] altíð okkurt gott suður við til okkum systkinni. Hon kom altíð á gátt hjá okkum, tí mamma mín og hon kendust væl. Mamman hevði arbeitt á Argjum Sum er nevndi fyrst, varð Kathrina gift við Ásmund Lognberg [...] f. Mortensen. Kathrina var av Argjum og vaks upp har. Fyrst í februar andaðist Kathrina á Sambýlinum Skerinum í Skopun, hon varð 94 ára gomul. Kathrina og Ásmund, sum var úr Skopun, giftust í 1948, tey
morgunin fór eg mær ein túr norður á bryggjuna og inn á gólvið hjá Framherja, sum eg hevði hoyrt hevði keypt gomlu bygningarnar hjá Vónini. Inngongdin var ikki út á høvuðsvegin omanfyri, men heimanfyri [...] virksemi higar, og tað hevur so sanniliga sett sín jaliga dám á bygdina ella býin, og tað skal hann hava takk fyri. Úr stovuvindeyganum síggi eg norður á bryggjuna, og har havi eg lagt til merkis, at broytingar [...] komu oman í Støð at taka ímóti hesum fremmanda báti, skuldi hin gamli siga við fuglfirðingar, sum á landi stóðu:”Her havi eg ein ungan mann við mær, og hann er so nasadjarvur at fara at handla her í
og Dánjal á Neystabø hvør sína Barnabókaheiðursløn frá Tórshavnar Býráð Í grundgevingini segði dómsnevndin soleiðis: "Í "Ævintýraferðini" hjá barnagóðu sjónleikarunum og tónleikarunum Dánjali á Neystabø [...] uppá. Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnarbundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi. Tað [...] og føroyskan skaldskap. Við virðing fyri mynd- og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi. Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga
seg upp á fremstu rók. Nógvur vindur Øyvind, sum kennir karga veðurlagið í Føroyum sigur, at Rógvi Jacobsen kemur at kenna seg heima á Høddvoll, sum er heimavøllurin hjá Hødd. Vøllurin liggur á einari høvd [...] Øyvind Andre Haram er føddur 16. juni 1976, á vøkru oynni Vigra, sum liggur uttanfyri Sunnmøre-strondina í Miðvestur-Noregi. Á ungum árum sigldi hann við fiskiførum, og eisini saman við føroyingum. Hann [...] hevur verið í Føroyum tvær ferðir. Hann var liðugt útbúgvin á Medieháskúlanum í Kristiansand í 1997, innan útvarpsgreinina, og hevur hann starvast á NRK síðani. Hann og Henning Olstad hava eina sera væl umtókta
hóskiligir eru at vitja og sum vilja lata dyrnar upp fyri skúlanæmingum hesa vikuna. Framsýning á Landsmiðstøðini Á landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð er í løtuni framsýning við tilfar, bæði bókum, filmum [...] i í lívfrøði við. Internetið og video Men tilfar finst eisini aðrastaðni. Eitt nú á internetinum og í videobúðunum. Á internetinum fæst samband við altjóða heimasíðuna hjá ST og ætlan teirra, sum rópast [...] havið er evnið. Bæði í skaldskapi og í yrkisbókmentum. Eisini eru fleiri spæli- og dokumentarfilmar, ið á ymsan hátt taka støði í havinum og tí sum har er. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sent øllum
var hósdagin, at Sjóborg var á veg til lands av fiskiskapi. Men hon vann ongantíð upp land. Teir høvdu roynt í einum kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi. Sjóborgin var á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp [...] tíðina hósdagin og tá var veðrið á eini góðari leið, men at hann hevði fríska vindin eitt sindur. Hann tosaði aftur við teir um trý-tíðina seinnapartin og tá vóru teir á veg inn. Teir vóru tá staddir einar [...] einki svar. ? Eg koyrdi so yvir á Morkranes fyri at vita um eg sá teir, tí teir skuldu verið komnir heilt suður, men har var einki at síggja. Tá valdi eg at ringja til skiparan á Tindi og biðja teir fara at
uttan iva sett dám á teirra lív. Í øll 50 árini, tey hava livað saman, er inntøkan komin úr sjónum, og altíð úr virksemi har Oddfríður sjálvur var arbeiðsgevari. Hjørdis arbeiddi í nógv ár á skrivstovuni og [...] og fekst mest við at avrokna manningarnar á skipunum. Samanumtikið kann sigast, at tey hava havt eitt gott og spennandi lív saman, tó at onkuntíð hevur leikað á tá úrtøkan úr virkseminum ikki gav eftir [...] eftir vild. Hesar truplu tíðir vunnu tey tó altíð á saman, og sigast má at væl er virkað, tá ein hugsar um eitt gullbrúðarpar við so stórari lívsgleði og lívsneista. Hjørdis gekk í Preliminerskúla í Havn frá
alduorkuskipanir. Hesir fyrimunir fevna um, 1) at bygt verður á landi og ikki úti í briminum og 2) at skipanin hvørki sæst ella hoyrist. Víst verður á, at nógva alduorkan, kenda jarðfrøðin og fleiri ára royndir [...] turbinu og at gera neyvari metingar av alduorkuni á staðnum. Truplasti parturin Truplasti parturin av byggingini verður tað síðsta skotið út móti sjónum, eins og sonevnda OWC-kamarið skal spreingjast vandaliga [...] fólki í tunlinum, eins og hetta trýstið kann ávirka úrtøkuna. Víst verður á, at uppskot til loysnir hava verið viðgjørd. Dygdin á elveitingini frá verkinum skal viðgerast nærri, men verandi elkervið megnar
arbeiðið tungt í sjónum í løtuni. Arbeiðið at gera eina nýggja atløgubryggju á eystarubryggju í Havn er met at kosta einar 30 milliónir. Harumframt skal eitt arbeiðið gerast fyri 55 mió. á Tvøroyri til nýggja [...] kostnaðin fyri eina nýggja atløgubryggju til komandi suðuroyarskipið. Hetta hevur Bjarni á Djurholm eisini sannað á fundum við Tórshavnar havn og borgarstjóran. ?Sum landsstýrismaður skal eg tryggja optimal [...] havnirnar í Suðuroynni og í Havn eisini riggast til, soleiðis at nýggja skipið skal kunna leggja at á bestan hátt. Jan Christiansen hevur fyri Sosialinum áður gjørt vart við, at Tórshavnar kommuna ikki
bert at vóna, at gongdin ikki verður, soleiðis sum útlitini kunnu benda á, sigur hann. Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni vísir á, at fiskidagarnar kunnu vit áseta sjálvi, men tað eru ikki vit, sum avgera [...] at gróðurin í sjónum var lítil síðsta ár, og hóast meira gróður er í ár, er málið fyri gróður framvegis undir miðal. - Tað hevði verið óheppið, um toskafiskiskapurin aftur minkaði niður á sama støði sum [...] , men fara vit góð 10 ár aftur í tíðina, hevur veiðan eisini verið nógv lakari ? enntá heilt niðri á eini 6.000 tonsum. Toskaveiðan seinasta ár var ógvuliga góð, stívliga 40.000 tons, og í 1996 fiskaðu