Alduorka
Burtur úr tí arbeiði, sum higartil er gjørt fram ímóti einum alduorkuverki í Føroyum, er ein samandráttur skrivaður, sum vit fara at tríva í.
Tekniskt er einki til hindurs fyri at byggja eitt tunnils alduorkuverk í Føroyum, og í frágreiðingini verður víst á, hvussu eitt royndarverk kann byggjast við Nípuna í Vágoynni.
Eitt tunnils alduorkuverk gevur fleiri fyrimunir í mun til aðrar landfastar alduorkuskipanir. Hesir fyrimunir fevna um, 1) at bygt verður á landi og ikki úti í briminum og 2) at skipanin hvørki sæst ella hoyrist.
Víst verður á, at nógva alduorkan, kenda jarðfrøðin og fleiri ára royndir við tunnilsarbeiði í Føroyum gera oyggjarnar væl egnaðar til útbygging av hesi nýggju tøknini, sum eisini kann nýtast í altjóða høpi við røttu staðbundnu eyðkennunum, sum tikið verður til.
Kostnaðurin av tunnilsgerð er væl kendur, og Wavegen hevur royndir í samband við turbinur. Tí eru metingarnar av teknisku møguleikunum og kostnaðinum samanumtikið rættiliga álítandi.
Spurningurin um, hvussu nógva orku til ber at vinna burtur úr alduni, er kannaður við fysiskum modellroyndum.
Alduumhvørvið
Lagt verður aftrat, at alduumhvørvið í Føroyum er eitt av teimum orkuríkastu í heiminum. Metta alduorkan við Nípuna er 27 kilo Watt fyri hvønn metur aldukamb.
Við Nípuna er atdjúpt, umleið 20 metrar. Bergið hevur eina henta jarðfrøði til tunnilsendamálið. Staðið verður soleiðis mett at vera hóskandi til endamálið við eini royndarætlan, og verkið kann eisini útbyggjast til at hýsa átta turbinum.
Mett verður, at samlaði kostnaðurin fyri eina útbygging við 1 MW turbinu við Nípuna er umleið 31 miljónir krónur við eini framleiðslu á 1 miljón kilo Watt tímar (kWh) um árið. Átta eindir, ið kunnu framleiða tilsamans 8 miljónir kWh um árið, verða mettar at kosta umleið 93 miljónir krónur. Roknað verður við, at mátingar, rakstur, umsiting og aðrar útreiðslur tað fyrsta árið kosta umleið 9 miljónir krónur.
Í samandráttinum verður mett, at tað tekur umleið eitt ár at projektera og fáa øll loyvi til vega, og somuleiðis verður mett, at sjálv byggitíðin tekur umleið eitt ár.
Eitt ofta nýtt mát fyri kostnaðin av einum slíkum verki er íløgukostnaðurin í krónum fyri hvørt kWh/ ár. Fyri eina eind við Nípuna er hetta tal 31 kr./kWh/ ár, men við átta eindum minkar talið niður í 12 kr./kWh/ ár. Marginalkostnaðurin fyri eina eind við Nípuna er 8 kr./kWh/ ár.
Møguleikarnir fyri ábótum, sum síggjast fyri framman, verður sagt í samandráttinum, eru:
* Lægri turbinukostnaður
* Effektivari turbina
* Færri avmarkingar til staðbundnu eyðkennini
Sagt verður, at næsta stig í verkætlanini er at detail-projektera tunnil og turbinu og at gera neyvari metingar av alduorkuni á staðnum.
Truplasti parturin
Truplasti parturin av byggingini verður tað síðsta skotið út móti sjónum, eins og sonevnda OWC-kamarið skal spreingjast vandaliga. Haraftrat verður mett, at trýstið frá turbinuni, tá ið verkið koyrir, helst verður so stórt, at ikki verður inniverandi hjá fólki í tunlinum, eins og hetta trýstið kann ávirka úrtøkuna.
Víst verður á, at uppskot til loysnir hava verið viðgjørd.
Dygdin á elveitingini frá verkinum skal viðgerast nærri, men verandi elkervið megnar at taka ímóti elframleiðslu frá einari eind.
Umhvørvisárin hava eisini verið viðgjørd við atliti at lendinum, ljóðárinum, fuglalívi og bygging.
Í endanum av samandráttinum verður mælt til at fara undir næsta stig í verkætlanini, sum er projektering og bygging av tunnils alduorkuverki við Nípuna á Vágoynni við tilhoyrandi kanningum.









