Framburðsmenn í Fuglafirði

Ofta hoyra vit upp ígjøgnum søguna um menn, sum fara heimanífrá og seta á stovn fyritøkur aðrastaðni enn í heimbygdini. Kend er søgan um Gamla Sámal Petur, sum á ferð um Skarðið norðanífrá sá oman á tann vakra Fuglafjørð og skuldi siga, at her fór hann at stovna sítt virkið. Og so varð gjørt. Hetta var í 1887.

Í bókini um Handilsvirkið Haraldsen verður greitt frá, at handilsmaðurin í Elduvík  Antinis Haraldsen kom til Fuglafjarðar við áttamannafari, og tá ið fuglfirðingar komu oman í Støð at taka ímóti hesum fremmanda báti, skuldi hin gamli siga við fuglfirðingar, sum á landi stóðu:”Her havi eg ein ungan mann við mær, og hann er so nasadjarvur at fara at handla her í Fuglafirði. Ikki eigur hann eitt oyra í lummanum, men eg biði tykkum taka væl ímóti honum! ”

Og tað gjørdu fuglfirðingar eisini. Hetta var í 1914.

Tað er altíð gott at fá nýtt blóð í ættina, og hesi virkini blómaðu sína tíð, sjálvt um ikki sæst so nógv til tey í dag, men alt hevur sína tíð.

Annfinn Olsen, vinnulívsmaður á Toftum, fann sær konu, Elisabeth Eldevig,  úr Fuglafiirði,  og tey hava sett seg niður í Fuglafirði , og síðani hann kom higar at búgva og virka, hevur hann flutt nógv av sínum virksemi higar, og tað hevur so sanniliga sett sín jaliga dám á bygdina ella býin, og tað skal hann hava takk fyri.

Úr stovuvindeyganum síggi eg norður á bryggjuna, og har havi eg lagt til merkis, at broytingar eru hendar við bygningunum hjá Vónini. Stórar broytingar eru hendar við ovaru hæddini, og – forvitin, sum eg eri  - setti eg mær fyri at fara at kanna hetta eitt sindur.

Sum við Gamla Sámal  Peturi og Haraldsen kunnu vit siga um Annfinn Olsen, at hann er komin við nýggjum blóði til bygdina við sínum virksemi. Framherji – Annfinn og Elisabeth – eigur fleiri bátar og skip umframt uppsjóarskip og trolaran Akraberg, og í juni mánaði komandi ár fáa tey nýtt skip fyri Akraberg.

Nú ein morgunin fór eg mær ein túr norður á bryggjuna og inn á gólvið hjá Framherja, sum eg hevði hoyrt hevði keypt gomlu bygningarnar hjá Vónini. Inngongdin var ikki út á høvuðsvegin omanfyri, men heimanfyri er gjørt eitt stórt torg at kalla, og har er prýðiliga inngongdin við sveiggjhurð.

Ovara hæddin er heilt broytt og sær út sum um hon er snarað. So er tó ikki, men snøgg er hon.

Komin innum tók ein blídlig dama ímóti mær. Eg segði míni ørindi, og hon beyð mær sess og ein kaffimunn. Hon skuldi fara eftir pápa sínum – so hetta var dóttir Elisabeth og Annfinn, sum hevur tikið prógv sum fiskifrøðingur í Noregi.

So kom Annfinn og beyð mær vælkomin og fegin vildi vísa mær húsini. Tá ið tú kemur inn um dyrnar, kemur tú inn í eina stóra sera vakra høll. Í ovara endanum er móttøka , og oman móti sjónum er ógvuliga rúmligt, so har kunnu sessast eini 150 - 200 fólk sum einki. Hurðar eru norðureftir inn í fleiri hugnalig rúm: skrivstovur, køkur, fundarhøli – stór og smá – og goymslurúm – øll sera snøgg og væl innrættað. Gólvvíddin er 800 fermetrar, og okkurt høli er enn ikki innrættað. Alt loftið er prýtt við ljósi í ymsum mynstrum – sera vakurt. Hølini eru eisini prýdd við vøkrum listaverkum.

Niðara hæddin er goymsla hjá skipunum. Royndarbrunnurin , sum í síni tíð var ein tann mest framkomni í Norðurhøvum, er burtur – gólv er lagt í. Ein partur av niðaru hæddini verður útleigaður.

Samanumtikið er bygningurin sera snøggur og væl innrættaður og tekur seg sera væl út í umhvørvinum, og tað er eigarunum og arkitektinum fyri at takka. Vónandi er kommunan so mikið at sær komin, at hon ikki loyvir bygging, sum ber upp fyri henda vakra bygning, tí ikki altíð verður hugsað um arkitektur, tá ið bygt verður á havnaløgum.

Eg ynski tykkum góðan byr!

Kristin Poulsen