Seks mentafólk heiðrað
Fimm sera ymisk avrik hjá seks ymsum mentafólkum vórðu í gjár heiðraði við virðislønum fyri teirra serligu íkast til føroyska mentan
<InvalidTag content="" name="Titel" />
<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
Í nógvar mátar vórðu virðisløninnar, sum vóru latnar í Mullers Pakkhúsi í gjár tekin um, hvussu sera ymiskttáttað føroyskt mentanarlív er. Tær fimm virðisløninar umfataðu nevniliga bæði barnasjónleik, skaldsøgu, yrkingasavn, tíðarrit og eina býarsøgu.<o:p></o:p>
Tríggjar av virðislønunum vórðu latnar í navni M. A. Jacobsens. Ein fyri mentanaravrik, ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri yrkisbókmentir. Eisini vórðu tvær Barnabókaheiðurslønir latnar í ár.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Vencil størsta mentanaravrik<o:p></o:p>
Tað gjørdust teir báðir ritstjórarnir Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen, sum fingu virðisløn M.A Jacobsens fyri mentanaravrik 2009 fyri skaldskapartíðarritið »Vencil«, sum er komið út síðani 2006<o:p></o:p>
Í grundgevingini segði dómsnevndin millum annað: <o:p>
</o:p>
"Arnbjørn og Oddfríður hava við nærlagni og arbeiðssemi ment tíðarritið til eitt virðiligt mentanaríkast, sum miðlar bókmentaáhugaðum lesarum útlendskan og føroyskan skaldskap. Við virðing fyri mynd- og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi.<o:p></o:p>
Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga jørðildinum, hava fingið góðar gróðrarumstøður. Tíðarritið hevur víðkað bókmentaliga sjónarringin á móðurmálinum og gevur forvitnum lesarum bókmentir, ið erta og stimbra." <o:p>
</o:p>
(Vegna ógegni átti nevndarlimurin Rigmor Dam ikki lut í hesi avgerð)  <o:p></o:p>
Vida besti rithøvundur<o:p></o:p><o:p>
</o:p>
Rithøvundurin Vida A. Højgaard fekk í ár virðisløn M.A. Jacobsens 2009 fyri fagrar bókmentir. <o:p></o:p>
Hon fekk virðislønina fyri skaldsøguna »Mørk«, sum kom út í 2005 og fyri yrkingasavnið »Novemburmorgun«, sum kom út í fjør.<o:p></o:p>
Í sambandi við handanina av virðislønini segði dómsnevndin millum annað soleiðis:<o:p></o:p> <o:p></o:p>
"Vida Akselsdóttir Højgaard hevur í yrkingasavninum “Novemburmorgun” og skaldsøguni “Mørk” víst á skaldsligu dygdir sínar. ??<o:p></o:p>
“Novemburmorgun” er eitt samansett yrkingasavn við poetiskum myndum og beinraknum hugsanum. Yrkingarnar eru formliga fríar. Summar loysa tanlaðar myndir sundur, aðrar skapa nýggjar, lýsa eitt nú stríð í sinninum sum mótsetning millum súgur í sjónum og hunang í glasi. ??<o:p>
</o:p>
“Mørk” lýsir sinnisrørslur og stríð millum krøv í átrúnaði og kyni, arbeiði og samfelagi. ??<o:p></o:p>
Báðar bøkur eru týðandi skaldslig verk um samfelagstreytir og lív einstaklingsins. Reglan um lívið sum “oyðimarkarferð/har eingin er at taka viðførið” samanfatar beinrakið lívsáskoðanina í bókum Vidu Akselsdóttir Højgaard."<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Birgar átti bestu yrkisbókina<o:p></o:p>
Birgar Johannessen fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009. Virðislønin varð latin fyri bøkurnar “Havnin – fólk og yrki”. <o:p></o:p>
Dómsnevndin lat virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir við hesum orðum:<o:p></o:p>
"Fáur man hava verið so hugtikin av søguni um sín heimbý, sum Birgar hevur verið tað frá heilt ungum árum. Hesin áhugin hevur gjørt hann til savnara av øllum, sum kann geva eina mynd av, hvat tað merkti at virka og liva í Havn í undanfarnu øld. ??Burtur úr hesum spratt ein dreymur um eitt bókaverk, har hvør krókur og hvørt andlit í Havn varð skjalfest. ??Við verkinum “Havnin – fólk og yrki” hevur Birgar fullgjørt dreymin og kroyst stóra kærleika sín til býin í tvær bøkur. ??Um somu tíð hevur hann sett havnarfólki ein glæsiligan minnisvarða, sum komandi ættarlið fara at fáa stórt gagn av."<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Búi og Danjál fingu Barnabókaheiðursløn<o:p></o:p>
Barnasjónleikurin "Ævintýraferðin" varð mettur at vera so serstakur, at verkið ognaði teimum báðum Búa Dam og Dánjal á Neystabø hvør sína Barnabókaheiðursløn frá Tórshavnar Býráð<o:p></o:p>
Í grundgevingini segði dómsnevndin soleiðis: <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
"Í "Ævintýraferðini" hjá barnagóðu sjónleikarunum og tónleikarunum Dánjali á Neystabø og Búa Dam er samanspælið hendinga væl funnið uppá.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnarbundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Tað sermerkta við "Ævintýraferðini" er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
"Ævintýraferðin" er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli."??<o:p></o:p>