javnan at vitja Annu, fyri í brævi at greiða Rasmusi og Annu Suffíu frá, hvussu gekst. “Min mand kommer og besøger mig” segði Anna, at hon plagdi at siga við sjúkrasystrarnar, tá ið hon gleddist um, at hann [...] gjørdist støðan hjá henni soleiðis, at ikki bar til at vera heima longur, og flutti hon tí á Tjarnargarð at verða. Ikki var lætt hjá Annu at sannkenna tann veruleika, at hon nú ikki longur var tann, sum skuldi [...] Saknur var í henni hjá Rasmusi, og hann óttaðist, at bardagi fór at bresta á millum stórveldini, og strongdi tí á at fáa Annu aftur til Føroya. Glaður mundi hann tí verða, tá dóttirin kom aftur til lands
monnum, at teir hava møguleikan at taka nakrar stampar. Og egning er fittligt arbeiði, er tú komin upp í árini, sigur Magnus Peturson. - Eg haldi eisini, at tað er harmiligt, at teir ikki skulu tora at egna [...] er, at her ganga menn sum kunnu egna, men sum ikki fáa, tí teir so verða knokkroyttir av skatti. - Eg fari at heita á politikkararnar um at gera nakað við hetta málið, sigur Magnus og uttan at siga tað [...] skriðu eftir botninum í firðunum norðanfyri, uttan at gruna, at tær skuldu enda sínar dagar soleiðis. Viscount og frítt kaffi Bert ein maður er fast knýttur at bátinum í landi, hinir sum egna, egna fyri akkord
ella um at vraka ta demokratisku mentan, tey fyrr høvdu. Hyggja vit nú fyrst at Russlandi, so er hetta stóra og fólkaríka landið, um vit hyggja at tess søgu, ongantíð komið nær í námind av at vera eitt [...] brotsmaðurin slapp at ganga leysur og slapp seinni at stilla upp til tað næsta valið. Hesin øri drápsmaðurin er nú forseti í sínum landi og sigur nú bart út, at hann hevur í hyggju at herja á nøkur av sínum [...] leiðin til, at vit eisini duga norskt og svenskt . Okkara egna mál er umframt tað – sum vit vita – eisini brúgvin til at tala, lesa og skriva íslendskt. Men um henda spurning er meira at siga, og enn eru
ikki vist, at tað bara fer at vera lætt at røkka bestu úrslitunum. Men at vinna fram á krevjandi mál gevur samstundis ofta eina størri gleði, stoltleika og nøgdsemi yvir útint verk enn eitt nú at finna gullsand [...] atfinningar, ið komu fram. Eitt nú, at okkurt talgrundarlag var ivasamt, eins og ivi var um, hvørt tað fór at bera til at fáa til høldar neyðugu rávøruna. Millum annað.varð sagt, at ómakurin varð ov stórur ella [...] ella stríðið ov nógv av at taka eitt nú livur, og at lønin fyri tann partin av arbeiðinum var ov lág, og tí var ringt at skapa fyritreytirnar fyri at framleiða hávirðisúrdrátt úr hesum. Merkiliga lítið av
húsini, og sá, at takið skuldi vera svart – hann vildi so gjarna hava flagtak. Hann fór oman til Gunnar at biðja um frávik at gera flagtak, men Gunnar vísti á, at í byggisamtyktini var ásett at tekjan skuldi [...] á hondum, men gekk inn á Gunnar at fáa flagtak, og at enda var Gunnar so troyttur av hesum, at hann segði við mannin: Ok, um tú skal hava flagtak, so verður treytin, at flagið verður svart. – Hesa søgu [...] eldsál sum hann er. At enda ein stuttlig søga, sum eg havi hoyrt ein vinmann siga frá: Ein maður, sum vit her av diskretum grundum kalla “Tann Royali”, hevði eitthvørt óforloyst byggimál at fáa uppá pláss
"Tað løgna er, at tað mangan eru somu fólkini sum bæði hava Ísland sum fyrimynd og ræðumynd. Tey halda at íslendingar klára seg gott, at tað er flott at teir kunnu gera so nógvar íløgur, men at teir annars [...] Peter, at persónliga merkti hann ikki nógv til kreppuna. Hann bleiv konfronteraður við henni, tá hann var heima í jólafrí- og summarfrí. “Eg skal viðganga – hóast tað kann tykjast løgið at siga so – at tað [...] barna- og ungdómsárini. Fyri ein smádrong var tað ein langur spákitúrur at ganga úr Syðrugøtu, og til Norðragøtu fyri at kunna sleppa at spæla bólt í Sarpugerði. Men hetta var ein sjálvsagdur lutur hjá Peter
nú, sum hann ætlaði at gera, hann ætlaði bara at heingja tað føroyska merkið, krossmerkið í húnarhátt á landsins Tingstaðið. Í veruleikanum skuldi eitt heilt heimskríggj til, fyri at okkara flagg skuldi [...] hugsaði tankan, um at kvetta línuna yvir, fyri síðan at heingja tað danska merkið aftur á stong, tá høvdu fólk úr øllum politiskum flokkum stigið á válin inn, tí føroyska merkininum at frama. ...... Nú ferðin [...] varð viðurkent og ikki mundi tað koma av ongum at krossurin var málaður á dúkin, samfelagið bygdi á kristna læru, og litirnir, teir hava sína søgu at siga frá, tí tiltikið er litspælið í tí føroysku náttúrini
embætisvaldið til tess at sleppa at prædika á føroyskum. Jákup Dahl og onnur stríðsfólk vunnu hetta slagið, tí frá 13. mars í 1939 var prestum loyvt at prædika á føroyskum uttan fyrst at spyrja danir um loyvi [...] tey tíma rætt og slætt ikki at brúka orku í kjaki, sum ikki tænir nøkrum endamáli. Eg havi ta fatan, at fólk, sum geva út bøkur, fløgur og aðrar tekstir, leggja stóran dent á at málbera seg væl. Tekstir verða [...] hvussu eg skal málbera meg. Havi roynt at málborið meg, sum nú einaferð evnini røkka. Støddfrøði Tá ið eg byrjaði at undirvísa í støddfrøði í 1979, var bara danskt tilfar at fáa. “Hej matamatik”, sum børnunum
gu framtíð hennara. - Eg hevði ongatíð hugsað um, at eg nakrantíð slapp at syngja í einum bólki. Eg hevði bara ímyndað mær, at eg í framtíðini fór at syngja sjálv og við góðum tónleikarum afturat mær. [...] altíð til staðar, at tær gerast so upptiknar av bólkinum, at tær gloyma umhvørvið og baklandið rundan um seg. Men tað heldur Vígdis ikki at hon hevur gjørt. - Nei, tvørturímóti haldi eg, at sambandið við vinir [...] Og hetta hevur givið mær hug at halda fram við sanginum, sigur hon. - Hetta hevur somuleiðis verið við til at byggja meg upp persónliga. Tað var ikki serliga nógv tíð at gleðast um tey góðu tíðindini
rættuliga, at peningur kundi fáast at vaksa. Tá eg gjørdist eitt sindur størri, skilti eg sjálvandi, at peningurin ikki varð settur niður í mold at vaksa, men at ein kundi fáa ávísa rentuinntøku fyri at hava [...] null. Menn vóru framvegis í bestu árum. Teir fóru at gjalda bruttoskatt, soleiðis at skilja, at ongar rentur vóru at trekkja frá. Skatturin kom tí at vera eitt sindur meira, men hóast hetta, so var altíð [...] Tey søgdu fyri mær, at fínir menn við stórum brillum sótu í hesum húsinum ávís kvøld um vikuna og tóku ímóti tíggju- og fimmogtjúgu oyrum, sum kundu setast inn har at vaksa. Eg visti, at eplir og røtur og