Ei gullsand áin við sær ber…

Tíðargrein:

Eg haldi, at tað var í sanghølinum í ”Færøernes mellem- og realskole” í Havn, at eg á fyrsta sinni reiðiliga hefti meg við innihaldið í alternativa tjóðsangi okkara ”Eg oyggjar veit”. Ein góð yrking um føroysku náttúruna, góðveður og storm – men so eisini um, hvussu lítið og fátækt land okkara er. Mær dámdi einki tað orðaljóðið. So heldur orð Hans Andriasar: ”Mítt føðiland, tú ríkt ert fyri mær”.

Og hvør teirra hevur so rætt? Í dag kunnu vit staðfesta, at Føroyar – taka vit sjóøkið við – eru munandi størri enn til dømis Danmark. Og tað er einki annað enn rímiligt, at vit taka havið uppí, tí at tað, sum fyri danir er dyrkilendi til landbúnað teirra, tað er havið við ríkidømi tess fyri fiskivinnu okkara.

Ein stórur partur av virksemi okkara á landi er tengdur at fiskivinnuni á ymiskan hátt. Og av útflutningsvirðinum stendur fiskivinnan saman við alivinnuni fyri yvir 95 prosentum.

Vit hava serliga hetta seinasta árið sæð í bløðunum, at veruligir møguleikar eru hjá okkum at økja heilt munandi um virðið á tí fiski, ið vit veiða í Føroyum. Serliga hevur leiðarin á granskingarkjarna Fróðskaparseturs Føroya, Hóraldur Joensen, havt fleiri áhugaverdar greinir um hetta evnið.

Eitt sindur av kjaki stóðst eitt skifti av hesum greinum. Tíverri vóru tað í heldur stóran mun atfinningar, ið komu fram. Eitt nú, at okkurt talgrundarlag var ivasamt, eins og ivi var um, hvørt tað fór at bera til at fáa til høldar neyðugu rávøruna. Millum annað.varð sagt, at ómakurin varð ov stórur ella stríðið ov nógv av at taka eitt nú livur, og at lønin fyri tann partin av arbeiðinum var ov lág, og tí var ringt at skapa fyritreytirnar fyri at framleiða hávirðisúrdrátt úr hesum. Merkiliga lítið av umrøðu hevur hetta sera týdningarmikla evnið fingið.

Lat okkum hyggja at teimum møguleikum, sum sambært Hóraldi eru fyri at skapa virðisøking í fiskivinnuni umframt verandi rávøruframleiðslu. Í seinastu grein hansara, sum stóð í Dimmalætting hin 9. januar og í Sosialinum hin 12. januar, verða tríggir hávirðisúrdráttir umrøddir: livralýsi, kollagen/gelatin og fiskaprotein.

 

Livur

Av teimum gott og væl 7.000 tonsunum av livur, sum kundi verið fingin til høldar úr botnfiski, ið var landaður í 2005, komu færri enn 400 tons upp á land, meðan restin fór aftur í havið. Við øðrum orðum tveittu vit meira enn 90 prosent av hesi virðismiklu vøru burtur. Virðið á hesari livur var knappar 40 millónir.

Tóku vit alla livrina, so kundu vit við verandi tøkni – evnaúrdraging - fingið eini 4.000 tons av lýsi úr livrini um árið – við tølum fyri 2005 sum grundarlagi. Lágt mett er samlaða árliga søluvirðið av hesum lýsi 600 milliónir krónur.

Og arbeiddu vit hetta lýsið til hylkislýsi (hetta hevði samstundis givið arbeiði til enn fleiri hendur), so hevði hetta fingið smásøluvirðið av livraúrdráttinum at verið 2 milliardir krónur.

Fara vit eitt stig longri fram í virðisøkingini og búgva okkum út til at gera heilivágslýsi, so fæst uppaftur nógv meira fyri vøruna, einar 5.000 krónur fyri hvørt kilo. Men til at fáa ágóðan av hesum krevst, sum vera man, at øll liðini at menna hetta virksemið verða fíggjað, eitt nú útreiðslur til at menna framleiðsluna, undirvísing og gransking, framleiðslutól, kunningartøkni, marknaðarkanningar o.a.. Og ein slík framleiðsla av hávirðisúrdráttum hevði harumframt skapt nógv annað attengt virksemi. Brúk hevði verið fyri nógvum hondum.

 

Fiskaskræða

Av teimum 90.000 tonsunum av upsa, toski og hýsu, sum føroyski feskfiskaflotin landaði í 2002, kundu fingist til vega knappliga 6.000 tons av skræðu. Sum er, tveita vit føroyingar so at siga alla skræðuna burtur. Úr hesi nøgd kundu knappliga 600 tons av fiskagelatini verið framleidd. Samlaða søluvirðið av hesum gelatini er lágt sett 50 milliónir.

Og var fiskagelatinið virkað til ávísar hávirðisúrdráttir, so kundu vit vunnið munandi meiri pening úr hesum, úti við 300 milliónir.

Í somu grein nemur Hóraldur við møguleikarnar, sum eru at finna í svartkjaftinum. Sambært hesum kundi ein lítil brotpartur av árligu svartkjaftaveiðu okkara - 10.000 - svarandi til 2.000 tons av turrum proteini- verið umgjørdur til virðismiklar fiskapeptidúrdráttir og virðisøktur úr 50 til meira enn 2.000 milliónir – ella tvær milliardir - sum pharmaceutisk framleiðsla.

Hesi tøl fyri virðisøking eru so ógvuliga stór, at tú hevur ilt við at fata, hvussu ið tað hongur saman. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað krevur íløgur til at leggja til rættis, til undirvísing, gransking, framleiðslutól o.s. fr. Og tað krevur ikki minst nýhugsan og íverksetan, eins og tað krevur sum fyrstu fyritreyt vitandi og áhugaðar politikarar, sum eru sinnaðir at játta pening til slíkar verkætlanir.

 

Fiskaprotein

Fiskaproetin er eitt sera gott protein, og mong yvisk proteinproduktir eru á marknaðinum. Gjørdu vit slíkar hávirðisúrdráttir úr 20.000 tonsum av svartkjafti, so kundu vit fingið í minsta lagi 400 milliónir krónur fyri ta vøruna.

 

Niðurstøða

Leggja vit nú hesi tølini hjá Hóraldi saman, so høvdu vit árliga við tølunum fyri 2002 og 2005 sum grundarlagi kunnað selt livur og fiskagelatin úr skræðu fyri einar 100 milliónir.

Men gjørdu vit lýsi úr livrini, hevði søluvirðið verið 600 milliónir, og var fiskagelatinið virkað til hávirðisúrdrátt, so hevði søluvirðið av tí verið 300 milliónir, tilsamans 900 milliónir.

Og høvdu vit virkað alt lýsið til hylkislýsi, so hevði søluvirðið verið 2 milliardir, meðan til dømis 30.000 tons av svartkjafti sum virðismiklir fiskapeptid- og fiskaproteinúrdráttir kanska kundi havt eitt søluvirði upp á í minsta lagi 2 milliardir. Minnist síðani til, at vit fiska umleið tíggju ferðir so nógv!

Hesi tøl eru so stór, at tað má øra fyri okkum. Tóku vit bara alla livur og skræðu, so høvdu vit við miðvísari virðisøking kunnað fingið eina milliard ella meira burtur úr fiskivinnuni aftrat. Og fóru vit í holt við skilagóða gransking saman við øðrum tiltøkum, so høvdu vit kunna vunnið fleiri milliardir aftrat um árið burtur úr svartkjaftinum.

Hetta er ikki heilaspuni, men tað kemur ikki av sær sjálvum. Her krevst eitt miðvíst og dygdargott kanningar- og granskingarvirksemi. Og hetta virksemið krevur íløgur, íløgur til eitt veruligt granskingarumhvørvi í Føroyum og fígging til skilagóðar verkætlanir.

Og tað er ikki vist, at tað bara fer at vera lætt at røkka bestu úrslitunum. Men at vinna fram á krevjandi mál gevur samstundis ofta eina størri gleði, stoltleika og nøgdsemi yvir útint verk enn eitt nú at finna gullsand í eini á.