grundlógina, og spurt verður tí, um lógarførleiki okkara er nóg neyvur, ella um talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu. Hesi dømi av fleiri benda á, at talan er um sera álvarsliga afturgongd í r [...] við hini norðanlondini rennur seg ímóti donsku grundlógini. Orsøk er tá at spyrja, um føroyska lógarverkið er nóg væl at sær komið, ella um vit fara at taka til takkar við, at danska grundlógin, sum føroyingar [...] lýst málið sum galdandi rætt. Hóast føroyskt lógarsmíð er farið fram á regluligan hátt fáa vit málið aftur í høvdið vísandi til, at løgtingssamtyktin er í stríð við grundlógina. Ongastaðni undir allari má
frálíkan túr. Eitt er tað, sum sæst aftur í bløðunum. Annað er tann persónliga kunningin, tú fært, tá ið tú ert millum fólk, sum standa vinnuni so nær. Slíkt er góð barlast hjá teimum sum skriva um ymisku tættirnar [...] kraftblokk. Jupiter, sum eisini er eitt kent skipanavn í Gøtu, varð bygdur á Skála Skipasmiðju í 1972. Í dag er Atli Hansen eigari av Jupiter og skipið, sum er í flotanum í dag, er keypt úr Noregi. Felagið, [...] Saksaberg. Hesir eru lagdir, og veiðirættindini verða flutt yvir á nýggja skipið. Tummas Thomsen, ið er ein av monnunum aftanfyri Trónd í Gøtu og nú nýggja, Finn Fríða, byrjaði sítt skipavirksemi miðskeiðis
krónur. 23.07 : Michael Essien er útleigaður til Real Madrid frá Chelsea. 23.00 : Flytingargluggin er nú latin aftur og Premier League feløg kunnu nú ikki keypa leikarar fyrr enn um ársskiftið. 22.59 : Javier [...] So er flytingargluggin í Bretlandi latin aftur. Fleiri spennandi keyp vóru og samanlagt fyri alt summarið er keypt fyri 4.8 milliardir krónur. Her er ein fullfíggjaður listi yvir allar sølur og øll keyp [...] gjøgnum enn, nú bara ein minuttir er eftir. 22.57 : Michael Owen, sum er uttan felag, finnur ikki eitt nýtt felag í dag. Tað nýtist honum heldur ikki, tí hann kann skifta eftir at flytingargluggin er smekkaður
festivalin í 2007, tá alt mundi farið á flog. Men kortini er tað samlaða myndin av fólki, sum hugna sær og syngja við, ið stendur eftir í minninum. Hetta er føroysk mentan, hetta er samanhald og hetta flytir [...] meta upp ímóti, hvør er best umtóktur, ella hvør er dýrastur. Men Ronan Keating, sum verður við hesaferð, er samlað sæð helst størsta navnið nakrantíð, sigur Steintór Rasmussen. Hann er bæði ungur, aktuellur [...] selt fleiri milliónir fløgur. - Westlife er sjálvandi ein. Tað er eitt heimsnavn, sum øll hava virðing fyri, og tað er Scorpions eisini, og tað sama kann sigast um Ronan Keating. So høvdu vit eisini Robin
løn meira, eru komin langt. Sum eitt dømi um áhugaverda íverksetan, er Miðlahúsið í Vágsbotni. - Her hava vit eitt blað, sum í sínari tíð var knýtt at einum politiskum flokki, og sum nú eisini eigur eina [...] Praktisk viðurskifti Um onnur meira praktisk viðurskifti, sigur Regin, at neyðugt er at halda skil á pappírum, bókhaldi og at halda skil á inntøkum og útreiðslum. - Mong dømi eru um, at fólk, sum eru søgd [...] íverksetan, og hann hevur eisini hildið fyrilestrar um nýggjar møguleikar, ið kunnu spyrjast burtur úr, tá fólk gerast arbeiðsleys. Hann sigur, at tað ofta er trupult hjá fólki, sum kundu hugsað sær at roynt
tá tørvur er á tí. Hetta er nakað, sum hevur verið borganin fyri góða spælinum hjá StÍF, tá tað er upp á tað besta, men tað er tó nakað síðani, at tað hevur verið tað. Móti skjúttunum hjá VÍF er tó júst [...] hamskiftir, nú farið varð undir dystin aftur. Serliga fingu teir verjupartin at rigga, soleiðis at neistamenn ikki vistu sær onnur ráð enn at skjóta útifrá, og móti Marian Cirloganescu er hetta í øllum [...] Manshondbóltur Tað er einki at ivast í, hvar eyguni hjá strandingum eru vend í hesum døgum. Stóra FM-finalan móti VÍF hevur seinastu vikurnar staðið sum ein stórur skuggi yvir restina av dystunum, og kanska
Illa viðfarin Hetta er tó ikki tað einasta, sum runavíkingar eru illir um. Yvir høvur kenna teir seg sera illa viðfarnar av kappingarstjóranum, og á heimasíðuni hjá NSÍ, www.nsi.fo, er samrøða við formannin [...] Reglur eiga at gerast At enda spurdu vit so eisini formannin í felagnum, um NSÍ ætlar at fara víðari við hesum málinum, og um so er er, hvat felagið ætlar at gera. Á heimasíðuni hjá felagnum verður nevnt, [...] kunna funnið eina loysn, sum var til at liva við, um so var, at partarnir tosaðu saman um málið, men tað verður so ikki gjørt. - Hetta gongur eisini út yvir aðru deild hjá okkum. Nakrir leikarar skuldu ætlandi
visiónirnar, sum vit tosa so nógv um. Her beint undan løgtingsvalinum við álvarsorðum um at satsa uppá gransking í aðruhvørjari grein, havi eg hug at siga, at nú er nokk tosað, nú er at gera nakað við tað. Hagtølini [...] framtíðina Um lurtað verður eftir politisku agitatiónini nú, so er breið semja um, at játtan til gransking er ein íløga, ikki ein útreiðsla. Eins og við øðrum íløgum, t.d. í partabrøv, er tíðarhorisonturin [...] skipa og menna samfelagið. Í hesum døgum er freistandi at halda, at tað er við gransking sum við veðrinum: Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað. Hetta er nú ikki allur sannleikin, tí tað verður sanniliga
sum vóru valdir at fara yvir í bakborðsgangin at hyggja niðan í fjøruna eftir hesum møguleikanum. Tað var svarta myrkur og kavarok, og brimið breyt í fjøruni. Tað er ivasamt, um tað í heila tikið hevði [...] fingu vit fatur á henni. Fyrsti parturin av eini bjargingarlínu er tunn og løtt, og hon verður nýtt til at draga sjálva bjargingarlínuna, sum er tjúkkari og tyngri. Tað gekk væl at draga ta tunnu línuna, men [...] sama viðfangi. Varð hann settur út í heilum líki, hevði hann brotnað beinanvegin. Hevði fólkið verið farið í hann, hevði lagnan hjá teimum verið hareftir. Tað var ikki møguligt at vera á bátadekkinum, so vit
n ikki undir við. -Tað er einki endamál í sær sjálvum. Tað eru enn ongar fyrirreikingar gjørdar til at økja um okkara sjálvstýri innan verandi karmar sum er. Eg haldi, at tað er ómetaliga týdningarmikið [...] varuga við, hvat fólksins ynski er í hesum máli. Og hann er ikki loysing men økt sjálvstýri. Formaður javnaðarfloksins sigur víðari, at leiðin er at útbyggja sjálvstýrið yvir eitt longri tíðarskeið - undir [...] nettup, at stórur partur av fólkaflokkin er raknaður við við kaldan dreym og hevur sæð, at flokkurin er vaðaður ov langt út. Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ikki óhugsandi, at tað, sum Høgni Hoydal