Fiskivinna
Vit, sum við vóru á ferðini í Noregi, tá ið nýggi Finnur Fríði varð navngivin á Langsten-skipasmiðjuni, høvdu ein frálíkan túr. Eitt er tað, sum sæst aftur í bløðunum. Annað er tann persónliga kunningin, tú fært, tá ið tú ert millum fólk, sum standa vinnuni so nær. Slíkt er góð barlast hjá teimum sum skriva um ymisku tættirnar í vinnuni, og tað skapar eisini eitt ávíst álit millum partarnar, at tann, tú seinni tosar við, veit, hvør tú ert ? og øvut.
Faðir og sonur
Tað var Atlantsflog, sum flutti ferðalagið úr Føroyum til Noregs og heimaftur. Vit sótu á somu plássum báðar vegir ? og síðumaðurin var tískil hin sami.
Síðumaðurin hjá mær hendan túrin, var 64 ára gamli gøtumaðurin, Kári Hansen. Sonur hansara, Jaspur, sum býr í Saltangará, var eisini við í ferðini. Báðir teljast millum teir 11, sum eiga Trónd í Gøtu og nú eisini nýggja Finn Fríða. Teir hava báðir verið við frá byrjanini ? og Jaspur var bert eini 20 ára gamalur, tá ið hann setti pening í Trónd í Gøtu.
Kári hevur verið eitt langt lív á sjónum. Hann fór fyrstu ferð til skips í 1955 við sluppuni, Lítlu Emmu, sum Óla Hans Olsen í Syðrugøtu førdi. Hóast heilsan fór at bila fyri nøkrum árum síðan, tá ið Kári fekk blóðtøpp, hevur hann kortini siglt sum maskinmaður til fyri einum trimum árum síðan. Í fleiri ár sigldi hann við grønlendskum rækjubátum.
Í Noregi handaði Langsten-skipasmiðjan honum ein kikara sum gávu og tøkk fyri áralangt samstarv.
Kennir skipasøguna
Kári Hansen kennir alla skipasøguna hjá gøtumonnum og vísir á, at tann fyrsti Finnur Fríði varð bygdur í Noregi í 1961 sum línubátur og varð seinni umbygdur til kraftblokk. Jupiter, sum eisini er eitt kent skipanavn í Gøtu, varð bygdur á Skála Skipasmiðju í 1972. Í dag er Atli Hansen eigari av Jupiter og skipið, sum er í flotanum í dag, er keypt úr Noregi. Felagið, sum eigur Trónd í Gøtu, eigur eisini gamla Finn Fríða og Saksaberg. Hesir eru lagdir, og veiðirættindini verða flutt yvir á nýggja skipið.
Tummas Thomsen, ið er ein av monnunum aftanfyri Trónd í Gøtu og nú nýggja, Finn Fríða, byrjaði sítt skipavirksemi miðskeiðis í sekstiárunum. Undan honum var tað Erling Jacobsen, sáli, sum fekst við skiparakstur. Erling og Tummas arbeiddu saman í fleiri ár. Synirnir hjá Erlingi, Dávur og Pól, eru báðir parteigarar í Tróndi í Gøtu og Finni Fríða.
Finnur Fríði
Kári vísir á, at nýggi Finnur Fríði er 9 metrar longri og nakað breiðari enn Tróndur í Gøtu, men lastar minni.
- Nýggja skipið stingur heldur ikki so djúpt, og tað kann gerast ein fyrimunur.
Hann vísir á, at Tróndur í Gøtu fulllastaður stingur heilar 10 metrar, og tað er ikki so heppið, tí tað eru ikki allar havnir, ið eru so djúpar.
Kári er annars sera fegin um nýggja skipið, sum hann heldur vera ógvuliga snotuligt og væl egnað til veiði av pelagiskum fiski.
- Maskinan í nýggja skipinum er nógv størri enn maskinan umborð á Tróndi í Gøtu.
Hann vísir á, at Finnur Fríði og nýggi Skálaberg hava somu maskinu, einar 10.000-11.000 hestar. Hinvegin er maskinan umborð á Tróndi í Gøtu bert 4.600 hestar.
- Trolspølini umborð á Finni Fríða eru 80 tons hvørt spælið, meðan spølini umborð á Trónda í Gøtu eru bert 37 tons hvørt spælið, sigur Kári Hansen at enda.